Billardkappingin er nú av álvara farin í gongd. Henda kapping, har liðini hava so »løgin« nøvn. Men tað skal ikki misskiljast. Ikki eina løtu. Tí leikararnir á billardliðunum kring landið leggja doyðin í sína ítrótt eins og allir aðrir ítróttarmenn og kvinnur.
Júst farna vikuskiftið varð enn eitt umfar av landskappingini í billard spælt.
Kaggin var á Tvøroyri og spældi móti næstbesta liðnum hjá Tvøroyrar Klubba, sum liggur niðast í fyrstu deild. Kaggin vann henda dystin trygt 15-3 og er tí á odda í landskappingini við 25 stigum.
Á øðrum plássi liggur betra liðið hjá Tvøroyrar Klubba. Teir noyddust norður um fjørðin at dystast ímóti Mimi og tað spældi ikki so væl av, tí Mimir vann dystin 10-8. Tað at Tvøroyrar Klubbi 1 ikki vann hevði við sær, at teir nú liggja á øðrum plássi í staðin fyri fyrsta. Tó skal sigast, at enn er rættiliga stutt fráliðið og ov tíðliga er at siga nakað um hvør fer at vera omaná tá kappingarárið er av.
Triði og seinasti dysturin í fyrstu deild hetta vikuskiftið var millum Havnar Klubba og Klaksvíkar Klubba. Hann var leiktur í Havn, men klaksvíkingar fóru við sigrinum. Teir vunnu dystin 12-6 og liggja á triðja plássi javnir í stigum við Havnar Klubba. Bæði liðini hava 20 stig.
Støðan er annars henda:
1. Kaggin, 25 stig
2. Tvøroyrar Klubbi 1, 22 stig
3. Klaksvíkar Klubbi, 20 stig
4. Havnar Klubbi, 20 stig
5. Mimir, 14 stig
6. Tvøroyrar Klubbi 2, 7 stig