á sumri í 1966 í býnum Subotiça, sum liggur einar 15 kilometrar suður úr Ungarska markinum. Subotiça er millum 5 teir størstu býirnar í Jugoslavia í løtuni. Tá, eins og nú, búðu fólk, sum vit í dag bólka [...] ið er fingið mær í beini sum barn, og tað ber snøgt sagt ikki til at broyta, nú eg eri vaksin. Tomislav er rættiliga í villareiða, tí at tíðindini, hann fær úr gráu skálantennuni í túninum, samsvara ikki [...] uppaftur meira..! Kendar gøtur í Beograd Í hesum døgum eri eg fullkomuliga niðurnívdur. Hesar báðar vikurnar, álopini hava gingið, havi eg ikki havt bindindi til nakað. Eg siti í fríløtunum og hyggi at tíðindunum
viðgerð á sjúkrahúsi í Pakistan og síðani í Birmingham í Onglandi kom hon fyri seg aftur. Malala hevði sett seg upp í móti Taleban, sum hevði noktað ungum gentum at ganga í skúla. Hon hevði í bloggi víst á týdningin [...] oktober í fjør var 15 ára gamla Malala Yousafzai á veg heim úr skúla í Swat Valley har norðuri í Pakistan. Skúlabussurin varð steðgaður av talibanum, sum komu upp í bussin og skutu Malala í høvdið og [...] fyrimynd. Hon mótmælti friðarliga, stóð fast við sítt og gjørdist yngsta fólki, sum nakrantíð hevur verið í uppskoti til Nobel Friðarheiðurslønina. Nú hava Christina Lamb og Malala saman skriva søguna um Malala
frá byrjanini í Grikkalandi til dagin í dag. Søgan er ovurstór og at kenna hana er ein heil útbúgving í sær sjálvum. Í løtuni eru vit í íslendsku leiklistarsøguni og tó hon er ung í mun til alheimin [...] hugskot, ið vanligt eru einføld í leikhúsi. Myndirnar eru dømi um tvey verk, ið eg var við at gera í hesum fakinum. Í fyrra verkinum brúktu vit býin sum pall, og staðið, vit í síðsta enda valdu at arbeiða [...] hevur eitt handrit í skrivaðum formi og kanska ongantíð fer at hava tað. Hendan linjan er ikki klassisk og av tí sama fara vit ikki í dýbdina av klassiskum metodum og venjingum. Skeiðir í leikstjørn og handrita
Hann er heitasta navnið í føroyskum landsliðsfótbólti í løtuni – Christian Lamhauge Holst . Vit hitta 25 ára gamla Lyngby leikaran uttan fyri kaféina Pixie á Eystarubrúgv í Keypmannahavn. – Eg eri eitt [...] tætt við Parkina í Keypmannahavn, har Christian í komandi undankappingum, um lutakastið vil tað so, kann enda við at spæla móti sínum egnu landsmonnum. Eitt sindur føroyskur Hóast hann í barnaárunum var [...] hvørt ár í Føroyum, og mamman er føroysk, so er eingin ivi um, at Christian er dani. Pápin er dani, og Christian hevur altíð búð í Danmark. Fyrst á Thurø tætt við Svendborg og seinastu fimm árini í Keypmannahavn
ótryggleika. Í barnaárunum eigur hon nógv spor í eini barr í einum ølklubba, sum tað nevndist, tá ið hon var barn. Sjálvt um hon undrast á, hvussu tað bar til, at tað var loyvt at hava børn við inn í ein ølklubba [...] ongantíð, at mamma valdi brennivínið framum síni egnu børn. Tað fortaldi Annika Juul í Miðlahúsinum í gjárkvøldið í eini hjartanemandi og botn ærligari frágreiðing um, hvussu tað er at veksa upp hjá foreldrum [...] tað eru nógv, sum eru í somu støðu sum eg og nú havi eg fyrigivið mammu, legði hon afturat. Ótti og ótryggleiki Tað var Blái Krossur, sum skipaði fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið um rættin
allarbygdasligasta í býnum, sigur Ansvein. Skúlatíðin Sjálvt um Ansvein altíð hevur trivist væl í Klaksvík, minnist hann lítið gott frá skúlatíðini. - Eg eri orðblindur, og tá eg gekk í skúla, merkti tað tað [...] enn væl við í øllum tí, sum gongur fyri seg í egningarskúrunum niðri á Stangabrúnni. Eg vildi ynskt, at eg kundi fari til útróðrar, men tá eg nú ikki kann tað, royna eg at síggja tað góða í tí, sum eg kann [...] pappageykarnir, sum eru, fortelur Ansvein. ? At hava ein pappageyk í húsinum er næstan sum at hava eitt húsfolk hjá sær. Skipper fylgir við í øllum, og so hermir hann eftir øllum, hann hoyrir. Serliga fuglaljóðum
við skúlastjórasessinum í 1980. Nógv er hent hesa tíðina kring skúlan við Áir, og nógv útskifting hevur verið í ALV-stýrinum. Øssur av Steinum hevur í tíðarskeiðnum frá 1980 til í dag verið skúlastjóri, [...] skúlastjórin hevði annars ætlanir um at rigga av í næsta ár, og tí er uppsøgnin ein sera keðiligur endi á einum tíðarskeiði í einum skúla, hann hevur varað av í 24 ár. Føroya Lærarafelag til hjálpar Øssur av [...] verið í tinginum um málið, um tingið ikki var farið í summarfrí, og sambært Øssuri er altíð meiri at gera í próvtøkutíðini enn aðrar tíðir. - Eg havi als ongan møguleika fingið, og stýrið hevur í veruleikanum
Norðurbrasil til Føroyar, men umvegis eitt ár í Tjekkia og eitt í Danmark, endaði smílandi brasiliumaðurin í Føroyum í 2004. Hann er uppvaksin í einum lítlum býi í Norðurbrasil, áðrenn hann sum 17 ára gamal [...] Alex. Tíðin í Paraná er ein góð tíð fyri Alex. Umstøðurnar eru væl betri enn í heimbýnum, og venjing er mennandi. Eins og í fótbóltsskúlanum í heimbýnum, so er vanlig skúlagongd eitt krav í Paraná. Fýra [...] sonurin altíð kemur til venjing. Sum sjey ára gamal byrjar hann í fótbóltsskúla í lítla býnum Itajuipe, sum liggur í Bahia landspartinum í Norðurbrasil. Býurin hevur áleið 22.000 íbúgvar, og Alex samanber
hevði verið vorðið í dag. Petrina arbeiðir dagliga í varda verkstaðnum á Brekku. Hon er brúkari, og har fæst hon fyri tað mesta við at seyma. ? Eg havi onga útbúgving, og eg tími ikki í skúla. Mær dámar væl [...] Petrina veit, at sjúkan kann fara at hava við sær, at hon má sita í koyristóli, men soleiðis sum hon er fyri í dag, so liggur tað fjart í huganum. Serliga hendan dagin, tá Sosialurin er á vitjan er hon væl [...] nakað, sum vit dagliga tosa um her í heiminum hjá okkum. Eg havi góðtikið tað, at soleiðis er tað bara, og so royna vit at liva eftir besta førimuni og taka ein dag í senn, sigur hon. Hon leggur tó afturat
Eg dugdi at lesa, áðrenn eg fór í skúla. Dugdi enskt, áðrenn eg fór í skúla. Spældi nógv Playstation. Eg minnist, at eg ofta gekk og mól um kvøldarnar og hugdi upp í himmalin. Eg hevði tankar um alt, [...] síðani. Í 1966. Eg seti bilin niðri í Vágsbotni og gangi niðan móti Klokkarastovu, har Trygvi býr fyribils. Seinni fái eg at vita, at hann skal flyta út sama kvøld. Sjálvur búði eg í miðhæddini í Klokkarastovu [...] OMR: Hvaðani koma søgurnar? TD: Í bókini hjá mær? Tann fyrsta søgan í bókini. Hana hevði eg í tonkunum leingi. Eg hugsaði um, at sjónarhornið skuldi verða hjá einum fostri í móðurlívinum. Soleiðis kom evnið