9. oktober í fjør var 15 ára gamla Malala Yousafzai á veg heim úr skúla í Swat Valley har norðuri í Pakistan. Skúlabussurin varð steðgaður av talibanum, sum komu upp í bussin og skutu Malala í høvdið og nakkan. Tað var eitt undur, at Malala yvirlivdi álopið, og eftir viðgerð á sjúkrahúsi í Pakistan og síðani í Birmingham í Onglandi kom hon fyri seg aftur.
Malala hevði sett seg upp í móti Taleban, sum hevði noktað ungum gentum at ganga í skúla. Hon hevði í bloggi víst á týdningin, at kvinnur eisini fingu útbúgving, og hetta toldu ráðandi menninir ikki. Tí var eitt Talaiban harkalið sent at beina fyri Malala.
Men nú er søgan um Malala blivin ein ímynd av stríðnum hjá gentum og kvinnum fyri rættinum at útbúgva seg, og 16 ára gamla Malala er blivin ein alheims fyrimynd. Hon mótmælti friðarliga, stóð fast við sítt og gjørdist yngsta fólki, sum nakrantíð hevur verið í uppskoti til Nobel Friðarheiðurslønina.
Nú hava Christina Lamb og Malala saman skriva søguna um Malala, og tað er ein hugtakandi og inspirerandi bók, sum vísur á møguleikan hjá tí einstaka at ávirka og broyta heimin.










