63 ára gamli Øssur av Steinum hevur arbeitt á serskúlanum við Áir síðani 1972, og tók hann við skúlastjórasessinum í 1980. Nógv er hent hesa tíðina kring skúlan við Áir, og nógv útskifting hevur verið í ALV-stýrinum. Øssur av Steinum hevur í tíðarskeiðnum frá 1980 til í dag verið skúlastjóri, men nú er hetta so eitt liðugt kapitull fyri hann.
Gamal og ónýtiligur
Øssur av Steinum greiðir frá, at hann ikki skilir viðferðina, hann hevur fingið frá stýrinum, og hann heldur, at tey hava skotið við síðuna av í tí ætlanarskrivi, hann fekk herfyri. Men hvørjar vóru ítøkiligu grundgevingarnar fyri uppsøgnini?
- Tað var sagt í skrivinum, at eg var gamal, ósamarbeiðsvilligur, ónýtiligur, hevði givið skeivar upplýsingar og hevði tikið avgerðir, eg ikki hevði heimildir til, men hetta skilji eg einfalt ikki. Eg fekk at vita, at eg hevði tvær vikur at verja meg í, og síðani varð samtykt, at eg skal sigast úr starvið í seinasta lagi 1. august 2004, greiðir Øssur av Steinum frá.
Hann heldur tað vera hugstoytandi, at hann als ikki hevur fingið høvi at svara fyri seg og koma á tal við ALV-stýrið, áðrenn stríðið kom so langt.
- Tá trupulleikar og ósemjur eru, plagar ein vanliga at seta seg niður og práta um tingini, men uttan at varnast nakað fekk eg eitt skriv við uppsagnarfreist og grovum ákærum, og veruleikin er, at avgerðin longu varð tikin av ALV-stýrinum, áðrenn eg yvirhøvur slapp til orðanna, sigur Øssur av Steinum. Hann heldur, at hann á henda hátt hevur verið verjuleysur og ikki fingið sømiliga og rættvísa viðgerð av ALV-stýrinum. Men um ALV-stýrið hevur skotið so langt við síðuna av, hvat eru so veruligu orsøkirnar til uppsøgnina av Øssuri av Steinum?
- Eg veit einfalt ikki, er greiða og einfalda svarið hjá Øssuri. 63 ára gamli uppsagdi skúlastjórin hevði annars ætlanir um at rigga av í næsta ár, og tí er uppsøgnin ein sera keðiligur endi á einum tíðarskeiði í einum skúla, hann hevur varað av í 24 ár.
Føroya Lærarafelag til hjálpar
Øssur av Steinum sigur, at ALV-stýrið tilvitað hevur lagt ætlanir um, nær ákærandi skrivið skuldi sendast til Øssur, har hann fekk at vita, at hann var ein trupulleiki, og at hann skuldi sigast úr starvi.
- Timingin við skrivinum er planløgd. Próvtøkurnar fóru júst í gongd á skúlanum, og løgtingið fór um somu tíð í summarfrí. Hetta visti ALV-stýrið, og tí hava tey valt júst hesa tíðina á árinum, sigur skúlastjórin.
Hann væntar, at onkur fyrispurningur hevði verið í tinginum um málið, um tingið ikki var farið í summarfrí, og sambært Øssuri er altíð meiri at gera í próvtøkutíðini enn aðrar tíðir.
- Eg havi als ongan møguleika fingið, og stýrið hevur í veruleikanum tikið avgerðina um mína uppsøgn, áðrenn eg saman við sakførara mínum fekk høvi at verja meg í tvær vikur, sum ikki hjálpti serliga nógv, sigur Øssur av Steinum. Hann vónar, at fakfelag hansara, Føroya Lærarafelag, fer at gera okkurt við málið og verja hann.
Ósannar ákærur
Spurdur meiri nágreiniliga, hvørjar ítøkiligar ákærur eru í skrivinum frá ALV-stýrinum, fer Øssur aftur í fortíðina og byrjar at greiða frá ymsum viðurskiftum, sum møguliga eru orsøkir til núverandi stríð.
Øssur av Steinum sigur, at tíðarskeiðið síðani 1980 hevur verið eyðkent av áhaldandi broytingum og útskiftingum, og kanska eru orsøkirnar fyri núverandi stríði at finna í fortíðini, hóast hann einki skeivt sigur seg hava gjørt, og hóast hann einki ítøkiligt boð hevur uppá, hvat í fortíðini kann vera ein orsøk til uppsøgnina.
- Seint í 90´unum var Jákup Lindenskov formaður í stýrinum og segði fyristøðukvinnuna á skúlanum úr starvi. Beint eftir hetta segði alt stýrið seg sjálvt úr starvi, og so varð eg noyddur at vátta lønir og standa fyri tí umsitingarliga, tí eingin hægri myndugleiki var har, greiðir Øssur frá. Síðani kom Helena Dam á Neystabø til sum avvarðandi landsstýriskvinna, og hon setti nýtt ALV-stýri við Bartali Kass á odda á nýggjári í 2000.
- Hesi lovaðu okkum gull og grønar skógir, men eftir ein einstakan fund sóu vit ongantið halaferðina aftur á teimum. Tey settu eina nýggja fyristøðukvinnu, men starvsfólkini vóru so ónøgd við hesa, at eg varð noyddur at boða stýrinum frá, og so var kvinnan flutt, greiðir Øssur frá. Hann fekk í 2001 síðani sjálvur bræv frá stýrinum um, at nú hevði hann pedagogisku, undirvísingarlig og umsitingarligu leiðsluna, og síðani hevur hetta verið støðan.
Øssur av Steinum hevur í hesum tíðarskeiði tikið avgerð um, at útjgaldingarnar hjá skúlanum skulu fara gjøgnum gjaldstovuna, tí ALV-skúlin kom á fíggjarlógina 1. januar 2003. Hetta varð gjørt í samráð við Fíggjarmálaráðið eftir ynski frá Fíggjarmálaráðnum. Eisini hevur hann arbeitt fyri, at ALV-skúlin skuldi flytast frá Almannamálaráðnum til Mentamálaráðið.
- Hesar broytingar og avgerðir mínar er ein av ákærunum hjá stýrinum móti mær, men Fíggjarmálaráðið staðfesti undan hesum broytingum, at eg hevði fullar heimildir og avgerðarrætt til at fremja hetta, so hasar ákærurnar hjá stýrinum halda ikki, sigur Øssur av Steinum.
Sambært Øssuri er onkur av hesum broytingum hansara í fortíðini møguliga orsøkin til, at hann nú verður koyrdur frá. 63 ára gamli skúlastjórin skal sum nú er vinka sínum lívsverki Við Áir farvæl áðrenn 1. august.
Tíverri fingu vit hvørki høvi at fáa viðmerkingar frá Føroya Lærarafelagi, fakfelagnum hjá Øssuri av Steinum, ella forkvinnuna í ALV-stýrinum, Doris Hansen. Vónandi er hetta gjørligt í komandi útgávu