at halda føroyakvøld í Danmark, at hann fer niður í hesum ørindum umleið annaðhvønn mánaða. Kári Svensson er kendur listamaður í Danmark. Hann hevur einar tríggjar einkarframýningar í Danmark árliga, og [...] ymsastaðni í felagsframsýningum. Hansara verk hava verið framsýnd víða um í Norðurlaondum, Týskalandi og í Baltisku londunum. Listabólkurin Tað er Rasmus Peder Lind, stjóri á Gallerí Rasmus í Odense, sum [...] framsýningunum hjá Kára Svensson í Danmark, eins og hjá hinum framsýnararunum í Skálanum, og teir samstarva eisini sum listabólkur. Hesin framsýnir ikki bert í Odense, men víða um í Danmark og grannalondunum
kreppa aftur verður í fiskivinnuni, og so hevur fólkið einki at liva av. Politikararnir vilja nógv heldur tosa um, at tá tað ikki gongur væl í Føroyum, so er høvuðsorsøkin at finna í Keypmannahavn. Tað [...] Annar er Vagn Wåhlin, dosentur við Universitetið í Århus, og hin er Jens Peter Christensen, professari dr. jur. í ríkis og umsitingarrætti, sum hvør í sínum lagi siga sína hugsan um viðurskiftini viðvíkjandi [...] veruliga trupulleikan, sum er ovurstóra skuldin, og hvussu teir skulu sleppa undan hesum trupulleika í góðum samstarvi við danir. Veruleikin er, at føroyingar ikki hava møguleika at afturgjalda skuldina
middegi í gjár visti útvarpið at siga, at um fundurin skuldi verða í Føroyum, fór forsætisráðharrin ikki at verða hjástaddur, men at Landsstýrið ikki var hugað bara at samráðast við Mogens Lykketoft. Í donsku [...] Keldur í Tinganesi vilja vera við, at fundirnir væntandi verða 3. og 4. juni, men at ikki er greitt enn, hvørt samráðingarnar skulu fara fram í Havn ella í Keypmannahavn. Arbeitt varð við málinum at fáa [...] samráðingarnar skuldu vera mikudagin og hósdagin í komandi viku. Tað var m.a. upplýst á tekstávísini hjá Jyllandsposten. Í forsætisráðnum vistu teir heldur ikki í gjár um samráðingarstað og tíð. Har vvarð sagt
fallandi í seinnu hálvu av 1997 og miðalarbeiðsloysi í Føroyum fall í 1996. Eitt nú fór arbeiðsloysi í Suðurstreymoy niður í eina helvt, í Sandoynni er stórt sæð einki arbeiðsloysi longur og í Suðuroynni [...] til skipanina øktust við 5,3 mió. krónum í 1997 í mun til 1996. Her skal tó havast í huga, at inngjaldsprosentið var sett niður úr 2,75 í 2,5 prosent tann 1. juli í fjør. Tað vil siga, at var inngjaldsprosentið [...] frá ALS og sum sagt eru útgjøldini í 1997 umleið 30 mió. lægri enn í 1996. Umsitingarkostnaðurin, at hava ALS gangandi var í 1997 á leið tann sami, sum hann var í 1996. Samanlagt geva hesi tølini eitt
næstu, sum í fjør, fer gýtingastovnurin í ár niður á 50.000 tons, næsta ár verður hann 44.000 tons og í 2000 verður hann bara 41.000 tons. Tí siga fiskifrøðingarnir, at komandi ár er tað í mesta lagi ráðiligt [...] og tilráðingin kemur fyrst í næsta mánaða. Men -næstan sum vant- verður yvirhøvur mælt til niðurskurðir og skerjingar í fiskiskapinum eftir at kalla øllum sløgum. Vit fara í hesum sambandi at umrøða n [...] árgangurin er góður. Veiðitrýstið er tó í hægra lagi og er ikki burðardygt í longdini. Veiðitrýstið tvífaldaðist frá 1995 til 1996 og hóast tað minkaði aftur í 1997, er tað enn ov høgt. Mælt verður tí
eitt enskt oljufelag við áhugamálum m.a. í Ruslandi. Partapeningin í Føroya Kolvetni uppá 500.000 kr. eiga partaeigararnir í Dana Petroleum og so nakrir føroyingar. Í løtuni vitjar Niels Sørensen føroyskar [...] viðurskifti er hann eisini innarliga í, hvussu eitt oljufelag virkar. Ráðgevi hjá Føroya Kolvetni í løtuni er Tom Cross, sum er stjóri í Dana og annars hevur arbeitt í oljuvinnuni seinastu 15 árini. Harumframt [...] 1. mai í ár tók Niels Sørensen við sum stjóri í nýggja føroyska oljufelagnum ?Føroya Kolvetni?. Henda dagin lat felagið eisini upp skrivstovu í gamla bygninginum hjá Fossbankanum, nú Realinum. Niels Sørensen
fiskiskapurin vaksin síðani seinast í sjeytiárunum. Hann kom í hæddina í 1994, men er síðani fallin nógv og hevur verið vánaligur seinastu árini. Eisini undir Føroyum er fiskiskapurin nógv versnaður Ongar [...] verður fiskaður uppi í sjónum á djúpum vatni í Irmingarhavi og sum líkist okkar fiski. Fiskifrøðingarnir siga, at hetta eigur at verða tikið við í stýringini av fiskiskapinum. Kongafiskur í Irmingarhavi IC [...] varsemi í troytanini av hesum kongafiski, tí lítið skal til at fiska hann heilt niður. Í hesum sambandi nevna fiskifrøðingarnir, at fráboðaða veiðan í 199 var bara 43 tons, afturímóti yvir 900 tonsum í 1996
i undir Føroyum, Íslandi og Eysturgrønlandi uppá 11.000 tóns í mesta lagi næsta ár. Heildarveiðan í 1997 var knappliga 30.000 tons. Ongin felags umsiting er av hesum felagstovninum Blálonga Í løtuni ber [...] Árgangirnir, sum verða fiskaðir, ella sum eru á veg inn í fiskiskapin, eru smáir. Í fjør varð mælt til at linkað veiðitrýstið minst 70% og ráðgeingin í ár er tann sama av tí at ongir, góðir árgangir eru at [...] undir Føroyum, Íslandi og í ICES økið V1, eru væl undir referansuvirðið. ICES mælir tí til at veiðitrýstið verður linkað. Hugsað eigur eisini at verða um at minka royndina á gýtingarleiðunum í gýtingartíðini
vallirnar, har teir 20 yrkisspælararnir eru í holt við fríggjadagsvenjingina. Herfølge er eitt av minstu feløgunum í donsku superliguni í fótbólti, og felagið hoyrir heima í, og ber navnið eftir, lítla statiónsbýnum [...] møguleika fyri at gerast árins spælari í felagnum. Stór menning Jákup Mikkelsen segði farvæl til barndómsfelagið í august mánaði í 1994, tá hann gjørdi annað málið hjá KÍ í steypafinaluni móti B71. Hann sparkaði [...] Mikkelsen. ? Eg havi tó allatíðina hildið fast í vónini um, at eg fór at fáa kjansin, men tað hevur ikki eydnast higartil. Í Herfølge skilja teir tað ikki, men í Føroyum kenna øll til frálíku avrikini hjá Jens
fara upp í støddfrøði og enskum. ? Skúlin og skúlaskipanin í Føroyum eru rættiliga nógv øðrvísi enn í Peru. Eg havi ging-ið í einum katólskum gentuskúla í Lima. ? Eg eri ógvuliga hugtikin av nógvum í Føroyum [...] sigur Rosa Navarro. ? At fara í ball í Føroyum er heilt øðrvísi. Her dansa øll saman, ofta genta og genta. Í Peru er nógv meiri rørsla og rútma í dansinum, og tá ið tú fert í dans, dansar tú næstan alla [...] Tað byrjaði við eini jólaheilsan. Sonny Vilhelmssen í Hoyvík hoyrdi eina jólaheilsan í útvarpinum frá einum umskiftisnæmingi, sum hevði verið í Føroyum í eitt ár, og hon helt, at tað ljóðaði so spennandi