veiðitrýstið eftir øllum fiskasløgum má minkast

Summir stovnar eru verri fyri enn aðrir, men veiðitrýstið má minkast

Tað er ikki bara eftir teimum ³vanligu3 fiskasløgunum, at fiskifrøðingarnir mæla til at linka veiðitrýstið. Eisini eftir øðrum fiskasløgum má farast varliga fram.


Svartkalvi

Gýtingarstovnurin er mettur at vera sera illa fyri. Hann er støðugt minkaður síðani 1988 og er uttanfyri lívfrøðiliga tryggar karmar.

Veiðitrýstið er methøgt og er ikki mett at vera burðardygt.

Árgangirnir, sum verða fiskaðir, ella sum eru á veg inn í fiskiskapin, eru smáir.

Í fjør varð mælt til at linkað veiðitrýstið minst 70% og ráðgeingin í ár er tann sama av tí at ongir, góðir árgangir eru at hóma og gýtingarstovnarnir eru so illa fyri.

Hetta svarar til eina heildarveiði undir Føroyum, Íslandi og Eysturgrønlandi uppá 11.000 tóns í mesta lagi næsta ár.

Heildarveiðan í 1997 var knappliga 30.000 tons.

Ongin felags umsiting er av hesum felagstovninum


Blálonga

Í løtuni ber ikki til at gera nakra neyva stovnsmeting. Stovnsuppbýtið um okkara leiðir er enn óvist. Men seriur við veiði uppá roynd eru tøkar, saman við ymsum, lívfrøðiligum upplýsingum.

Grundað á heildarveiðina, og serstakliga veiðina uppá roynd, verður sagt, at stovnarnir undir Føroyum, Íslandi og í ICES økið V1, eru væl undir referansuvirðið. ICES mælir tí til at veiðitrýstið verður linkað. Hugsað eigur eisini at verða um at minka royndina á gýtingarleiðunum í gýtingartíðini.


Longa og brosma

Stonsuppbýtið er óvist. Eingin neyv stovnsmeting er gjørlig í løtuni. Men tað verður um fá ár undir Føroyum og undi Íslandi, tí regluligar royndir verða tiknar av veiðini og trupulleikarnir við aldurslesing eru so gott sum loystir.

Seriur við veiði uppá roynd eru tó tøkar á flestu økjum og tær vísa, at stovnarnir eru væl undir referensuvirðið.

ICES mælir til, at veiðitrýstið verður minkað á øllum leiðum. Samstundis verður dentur lagdur á, at neyðugt er at savna inn upplýsingar um veiði, roynd og lívfrøðilig viðurskifti frá øllum fiskiskapinum

Langasporl

Stovnarnir í ICES økjunum 6 og 7 verða hildnir at vera innanfyri lívfrøðiliga tryggar karmar, men undir Føroyum er báði veiða, og royndarveiða minkað seinastu árini.

ICES mælir til, at veiðan verður minkað beinanvegin á leiðum, har tekin eru um at troytingin ikki er burðardygg.

Samstundis verður dentur lagdur á, at neyðugt er at savna inn upplýsingar um veiði, roynd og lívfrøðilig viðurskifti, so at metast kann um støðuna í stovnunum.


Stinglaksur

Støðan í stovninum er óviss.

ICES mælir til at veiðan verður minkað beinanvegin á leiðum, har ið tekin eru um, at troytingin ikki er burðardygg. samstundis verður dentur lagdur á, at neyðugt er at savna inn upplýsingar um veiði, roynd og lívfrøðilig viðurskifti, so at metast kann um støðuna í stovnunum.


Búrfiskur

Í Icesøki 6 er búrfiskur mettur at vera uttanfyri lívfrøðiliga tryggar karmar.

Aðrastaðni er støðan ókend. ICES mælir til at veiðan verður minkað beinanvegin á leiðum, har ið tekin eru um, at troytingin ikki er burðardygg.

Samstundis verður dentur lagdur á, at neyðugt er at savna inn upplýsingar um veiði, roynd og lívfrøðilig viðurskifti, so at metast kann um stovnin.


Gulllaksur

Ongar neyvar stovnsmetingar eru gjørdar og seriur við við veiði uppá roynd, ið eru tøkar, verða ikki hildnar at siga nakað um støðuna hjá stovninum.

Men stórur partur tí avreidda fiskinum er gamal, yvir 15 ár. ICES mælir til, at veiðan verður minkað beinanvegin á leiðum, har ið tekin eru um, at troytingin ikki er burðardygg. Samstundis verður dentur lagdur á, at neyðugt er at savna inn upplýsingar um veiði, roynd og lívfrøðilig viðurskifti, so at metast kann um støðuna í stovninum.


Svartkjaftur

Í løtuni ber tað ikki til at siga neyvt, hvussu stórur stovnurin er. Men hann verður mettur at vera innanfyri lívfrøðiligar tryggar karmar.

1995 og 1996 árgangirnir eru góðir.

NEAFC hevur ætlanir um ein støðugan, árligan fiskiskap uppá 650.000 tons.

Hesum tekur ICES undir við næstu, fáu árini, men fleiri kanningar eru neyðugar, áðrenn slíkur, langtíðar fiskiskapur kann leggjast tl rættis.

Í longdini er ikki sannlíkt, at tað ber til at fiska 650.000 tons um árið.


Norðhavssildin

Í løtuni ber ikki til at siga við vissu, hvussu stórur stovnurin er. Men hann verður mettur at vera væl fyri og innafyri lívfrøðiliga tryggar karmar.

Veiðitrýstið veksur men er ikki ov høgt enn. (Tað erá sama støðu sum nátúrudeyðatalið).

1992 árgangurin er sera góður, men árgangirnir síðani eru smáir, tó eru vánirnar um 1997 árgangin betri aftur.

Stovnurin er kanska komin í hæddina aftur og væntast at fara at minka aftur um fá ár.

Mælt verður til at halda fast við stýringina av veiðini og ikki at fara uppum veiðitrýstið, sum nú er.

Hetta svarar til ein fiskiskap í ár uppá 1.302.000 tons.

Um veiðitrýstið verður tað sama komandi ár, verða 1.263.000 tons av norðhavssild fiskað í 1999.

Men um stovnurin fer at minka niður ímóti 5 mió. tonsum, eigur veiðitrýstið at verða minkað beinanvegin