tøkniligu háborgini hjá IRF. Tað fyrsta ein legði til merkis, tá farið varð inn um dyrnar, var, at tað ikki var loyvt at ganga í skóm inni á støðini. Heldur ikki sást nakar ganga við sigarett í munninum [...] hvussu reint og nossligt alt var uttan um støðina. Hvørki rottur ella ravnar vóru at síggja, og skamt frá sjálvari brennistøðini var dyrkað lendi. Tað tóktist mær løgi, at bøurin var dyrkaður so mikið nær at [...] fyri hvønn rúmmeturin av luft. Á Hagaleitið hendan dagin var útlátið 7 mg fyri rúmmeturin, so tað var kanska ikki so løgið, at jørðin við støðina var dyrkað. Nógv at brenna Nógv hevur seinastu tíðina verið
Labour í 1984. Men tá fevndi Labour rættiliga breitt og var einasta alternativið til konservativu Muldoon-stjórnina. Sjálvt Roger Douglas, sum tá var fíggjarmálaráðharri, og sum Óli so vakurt er avmyndaður [...] prógv um tað. Forrestin Óli, tú ert við at fáa eitt kompleks av hesum velduga almenna sektorinum, sum tú sigur, vit hava í Føroyum í dag. Men álvaratos, spar okkum fyri hasi krokudillutárini, tí tað, sum vit [...] skyld. Tú kanst minna hann á tað. Fleiri ferðir eri eg komin fram á, í tí tilfari eg havi funnið fram, orðini: ?There is no real evidence to connect tax cuts to growth? - tað er einki veruligt prógv fyri
viðgerð, tá kringvarpslógin varð fyrireikað. Endamálið var at finna eina javnvág millum tað frælsi, sum stovnar av hesum slagnum skulu hava, og tað eftirlit sum stovnarnir so ella so eiga at vera undir [...] hvussu almennu fjølmiðlarnir kunnu loysast frá bindingini til landsstýrismannin í mentamálum. Nú er tað helst so, at uttan mun til hvønn bygnað almennu loftmiðlarnir hava, so verða helst altíð orðaskifti [...] orðaskifti og meiningar um tey val, sum verða gjørd í programmpolitikkinum og tíðindaflutninginum. Tað verður neyvan nakrantíð øðrvísi. Verður rætt atborið, meti eg ikki, at verandi lóggáva skapar serligan vanda
heidningur aftur Tað skuldi verið óneyðugt at nevnt tað aftur, tí so mikið títt hevur tað verið hildið fram, at ein kristin verður altíð verandi ein kristin. Jødar gerast jødar í um-skeringini. Tað finnast eingir [...] skjótast tilbar. Nøkur doyptu tey longu dagin eftir. Og tað var ikki talan um, at fara uttandura við teimum áðrenn skírnina. Sera væl lýst var hetta evnið av fyrrverandi aðalskrivaranum í donsku Indre [...] elsta bróta tað av. Hesin royndi, men megnaði tað ikki. Síðani bað hann tann næsta, heldur ikki hann orkaði. Allir royndi, men eingin kláraði. Síðani loysti pápin buntið sundur aftur so at tað aftur vóru
stríð við galdandi rætt. Tað vóru tveir pápar í Havn, sum ikki fingu børn síni inn í kommunalu skipanini, og sum vóru ónøgdir við, at býráðsumsitingin ikki á nøktandi hátt var før fyri at upplýsa, eftir [...] hava tikið hana fram um aðrar kærur, og samstundis hevur møguligi úrskurðurin av kæruni eisini verið inni í myndini. At Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggjar upptøkutreytir hevur eisini havt týdning. Svarið [...] sum hevur bíðað longst, hevur fyrsta rætt. Hetta verður alla tíðina kveistrað til viks av býráðnum. Tað er ófatiligt, at býráðið í áravís hevur fyrisitið økið á henda hátt óátalað. Havandi í huga tann stóra
planeraðum havnalendi inni á Oyrunum, uttan at tað hevur kostað kommununi nakað, varð upplýst á býráðsfundinum. Og tað er djúpt allan vegin framvið, ongastaðni grynnri enn átta metrar, og tað er fullkomiliga [...] eftir farmi. ? Tað er enn ikki hent, at skip ikki sleppa inn á fjørðin. Men tað er sjálvsagt, at tú skalt tú skalt vita, hvussu tú skalt sigla, tað er onki óvanligt nakrastaðni. ? Og at tað er ókyrt viðhvørt [...] loyvi at fylla eitt økið út á Galtnaroyruni, tað er beint uttanfyri tað stóra flakavirkið hjá Polarfrost, sum Fiskavirking nú eigur. Jógvan Krosslá upplýsti, at tað økið, sum fekst burturúr tí, kundi verða
krónur. Í 2002 skal anleggið so standa har, tað krevst. Vit hava roynt at fingið tað inn, men tað hevur gingið strilti, sigur Eli Davidsen. Hann vísir eisini á, at tað er strævi og ikki nøktandi, at bert tveir [...] so tekur tað 30% av inntøkugrundarlagnum undan Brandskúlanum við Áir, og so kunnu vit tað sama gevast, heldur Eli Davidsen. Eingin vildi hava hann - At byrja við vildi eingin hava skúlan. Tað var eitt øgiligt [...] Áir, har tað eigur lendið, ið skúlin er á. Har hevur hann verið og Yvirfriðingarnevndin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava góðkent, sigur Eli Davidsen. Hann heldur tað vera langt úti, at tað nú verður
hesi seinastu árini, men tað er bara tí, at tey hava fingið loyvi at standa órøkt so leingi. Tað ber eisini til at taka hús spakuliga niður við onki at gera við tey??.. Og so er tað, at eg ikki kann lata [...] So var tað endiliga avgjørt. Havi saman við nógvum fleiri, uml. 6500 øðrum havnafólkum, bíðað í spenningi eftir hesari avgerðini. Tey fara ikki at seta ein yvirvaksnan breyðristara, (ella eitt nýtt Ebenezer) [...] tungar, ópersónligar, oftast ljótar kubbar úr betongi og glasi? Skammast tey? Halda tey, at tað er neyðugt at skræða tað gamla burtur fyri at vísa, at vit fylgja við tíðini? Ein av grannahøvuðstøðum okkara,
hansara. Tað var ikki loyvt tá á døgum og mett sum blóðskemd. Tvey greinasøvn koma frá Mentunargrunninum, Undergroundting 2 eftir Jóanes Nielsen og Mentir og mentaskapur eftir Carl Jóhan Jensen. Tað er minni [...] burtur ímillum. Hyggja vit at úrvalinum av bókum, ið eru komnar út í ár og sum koma út tað ið eftir er til jóla, er tað rættiliga fjølbroytt. Skaldsøgur, søguligar og nútíðarligar, yrkingasøvn, søvn við greinum [...] ikki fær lagt seg, hóast tað er farið um songartíð hennara. Bamsan hjá henni er horvin. Illverður er, regnið dýkir niður, og droparnir dynja móti rútinum. Úti er bølaniða, og inni á kvistinum er skýmligt
duga at spæla saman. Tað er ofta lætt at vinna, tá mótstøðan ikki er so stór, men eins og hjá Neistanum, skal styrkin vísast tá tað gongur ímóti. Tað er ikki bara sum at siga tað, og tí skal arbeiðast [...] árini hava verið við til at mynda oddin í føroyskum hondbólti. Tað stendur um lív Hóast tað kanska er at taka í so rívan til, at siga, at tað stendur um lív, so hevur dysturin millum KÍF og H71 í høllini [...] Hoyvíkingar eru skerdir sammett við í fjør, men tað er ikki óhugsandi, at Kári á bonkinum uppvigar ein part av hesi skerjing. Nú sita »eyguni« á bonkinum, og tað ger tað munandi lættari tá spælararnir á vøllinum