Higartil hevur hondbóltsárið lagað seg á leið soleiðis, sum væntað varð frammanundan. Hjá kvinnum eru stjørnurnar á meistaraliðnum frá í fjør fánaðar eitt sindur sammett við í fjør, men klaksvíksstjørnurnar hava tikið við har tær grønu sleptu.
Eingin ivi er um, at Stjørnan hevur spílað seg eyka væl út í ár, og hóast tær fingið ein so dyggiligan frammaná í evropeisku kappingini, so hava tær vísts, at tær eru fullgreiðar yvir munin sum er á føroyskum og altjóða hondbólti.
Tær koyra á motorin her heima, og tí eru tær greitt fremstar í landskappingini.
Hetta vikuskiftið fer Stjørnan til Vágs at leika móti VB, og hóast VB hevur tapt, og spælt javnt í ár, so er ikki óhugsandi, at tað júst verða tær, sum fara at taka stig frá Stjørnuni. VB hevur nevniliga eitt gott lið, sum til tíðir kann spæla sera væl.
Tó skal sigast, at VB-kvinnurnar ofta mangla tað síðsta, fyri at klára halda fast, og tað kom m. a. til sjóndar í dystinum móti Kyndli í Vági, tá sigurin glapp teimum av hendi í seinastu løtu, so at siga.
Eingin ivi er tó um, at talan verður um ein spennandi dyst, og tað má vera hugvekjandi at vera ábyrgdarpersónur í Hondbóltssambandinum hesa tíðina, tá mest spennandi dystirnir í kvinnudeildini eru at finna á bygd - ella í hvussu er í útjaðaranum.
Nú skal tað vera
Í høllini í Runavík standa Tjaldurskvinnur til reiðar at taka ímóti Neistanum. Stutt áðrenn kappingin fór í gongd spældu liðini ein dyst og hann vann Neistin við einum málið.
Síðani hevur tað gingið alt annað enn væl hjá báðum liðum, og tað hevur m. a. við sær, at Tjaldur enn einki stig hevur fingið meðan Neistin hevur fingið eitt.
Tí vænta vit, at talan verður um ein spennandi dyst í Runavík, har eingin frammanundan kann siga hvør fer at vinna. Kortini má roknast við, at Neistin hevur munin, í og við at liðið er styrkt við útlendskum leikara.
Toppur fyri seg
og botnur fyri seg
Hjá monnunum er eingin ivi. Stórdysturin hetta vikuskiftið verður inni á Skála, har oddaliðini bæði StÍF og VÍF skulu dystast.
Einki er yvir at dylja, at talan er um ein spennandi dyst, tí liðini bæði standa fyri tí áhugaverda spælinum, við sera skjótum leikarum, sum kunnu gera nógv mál.
VÍF misti áðrenn leikárið byrjaði Áka Olsen til Neistan, men tað er ilt at fáa eygað á at liðið er viknað. Higartil hava teir vunnið allar dystirnar á árinum, m. a. av teirri orsøk, at Sámal Olsen er vaksin við uppgávuni, sum løgd er á herðar hansara.
Sjálvandi merkir eitt lið, at ein leikari sum Áki fer, men tá aðrir leikarar standa klárir at taka ábyrgd, verður saknurin lættari.
Strandingar fingu fyri tveimum vikum síðani John Petersen aftur á liðið, og síðani hava strandingar næstan ginigið á vatninum.
Harða vikan, sum venjarin Jónleif Sólsker kallaði tað, endar sunnudagin við dystinum móti VÍF, og higartil hevur eydnan verið við strandingum. Stórsigur móti Neistanum, eitt sindur meira knapt móti Kyndli.
Áskoðararnir hava tí allar orsøkir at vænta sær hondbólt á hægsta stigi millum hesi bæði liðini, sum seinastu árini hava verið við til at mynda oddin í føroyskum hondbólti.
Tað stendur um lív
Hóast tað kanska er at taka í so rívan til, at siga, at tað stendur um lív, so hevur dysturin millum KÍF og H71 í høllini í Vestmanna, sera stóran týdning fyri kollfirðingar.
Higartil hava teir einki stig fingið, men tað var um reppið, at teir vunnu á VÍF, sum helt fast til allarsíðstu løtu. Hinar dystirnar hevur gingist meira striltið, og tí er støðan sum hon er. Kortini er einki at taka seg aftur í, at kollfirðingar hava eitt gott lið, men um tað er nóg mikið til at taka stig frá gamla venjaranum og H71, er óvist.
H71 fekk sær fyrstu stigini í posan í dysti móti Tjaldri, og tað sær í løtuni út til at vera mynstrið í botninum, at tey trý liðini í lakara endanum taka stig frá hvørjum øðrum.
Hoyvíkingar eru skerdir sammett við í fjør, men tað er ikki óhugsandi, at Kári á bonkinum uppvigar ein part av hesi skerjing. Nú sita »eyguni« á bonkinum, og tað ger tað munandi lættari tá spælararnir á vøllinum bara skulu hugsað um dystin.
Neistin skal vinna
Seinasti dysturin er í Runavík, har Tjaldur tekur ímóti Neistanum í einum dysti, sum Neistin bara skal vinna um teir skulu gera sær nakrar vónir yvirhøvur um topplasering.
Vónirnar til Neistan í ár hava verið stórar, og í veruleikanum er spurningurin um tær ikki hava verið alt, alt ov stórar, tá hugsað verður um, at hópurin ikki er farin at spæla saman fyrr enn í ár. Har eru nógvar »fasettir«, sum skulu fáast upp á pláss, og tað er nakað, sum av náttúrligum ávum tekur tíð.
Støðan er ikki stórt øðrvísi hjá Tjaldri. Teir hava ein savnaðan hóp av fótbóltsspælarum og hondbóltsspælarum, sum ikki av sær sjálvum duga at spæla saman. Tað er ofta lætt at vinna, tá mótstøðan ikki er so stór, men eins og hjá Neistanum, skal styrkin vísast tá tað gongur ímóti.
Tað er ikki bara sum at siga tað, og tí skal arbeiðast eitt sindur meira. Um tað er nóg mikið fáa vit at síggja sunnudagin.