Fyri tíð síðani hoyrdist, at Brandskúlin við áir skuldi lata aftur og enn er eingin loysn at hóma. Skúlin haltar tó víðari til 1. desember, tá myndugleikarnir hava lovað at hava funnið loysn á málinum.
-Brandskúlin er sundurpettaður ímillum 3 ymisk stýri. Undirvísingar-og Mentamálastýrið hevur sjómansskúlanæmingarnar, Vinnumálastýrið hevur brandmenn á landi og Fiskimálastýrið hevur trygdarútbúgving av sjófólki, sigur Eli Davisden.
Hann metir, at skúlin meira ella minni detur niður ímillum.
Ein nevnd er sett av hesum trimum stýrum at finna eina loysn og myndugleikarnir hava lovað at loysa spurningin áðrenn 1. desember.
Mann og anlegg
Trupulleikin snýr seg um, at peningur er ikki tøkur til ein instruktør og eitt gassanlegg.
- Tveir mans eru á skúlanum, men kravt verður, at 3 ella 4 mans eru. Vit meta, at høvdu vit fingið ein afturat, so høvdu vit klárað okkum fyri fyrst, so tað snýr seg kanska um einar 300.000 krónur, sigur Eli Davidsen.
- Eitt gassanlegg krevst eisini, so næmingar kunnu læra at sløkkja ein gassbrand. Her snýr tað seg um einar 600.000 krónur. Í 2002 skal anleggið so standa har, tað krevst. Vit hava roynt at fingið tað inn, men tað hevur gingið strilti, sigur Eli Davidsen.
Hann vísir eisini á, at tað er strævi og ikki nøktandi, at bert tveir mans arbeiða á skúlanum, tí báðir eru inni við næmingunum í senn. Helst skal tað vera so, at ein er uttanfyri, um trygdin skal takast við í myndina.
Burturvið
Eli Davidsen heldur alt prát um at flyta skúlan vera burturvið.
- Í dag hava vit í roynd og veru 3 skúlar. Havnin hevur sjálv etablerað seg á Sundi. Vit hava skúlan við Áir og nú taka teir og bygja okkurt upp í Klaksvík eisini, sigur Eli Davidsen.
- Taka teir brandvenjngina eisini í Klaksvík, so tekur tað 30% av inntøkugrundarlagnum undan Brandskúlanum við Áir, og so kunnu vit tað sama gevast, heldur Eli Davidsen.
Eingin vildi hava hann
- At byrja við vildi eingin hava skúlan. Tað var eitt øgiligt stríð í sjeytiárunum, men so legði Landstýrið skúlan við Áir, har tað eigur lendið, ið skúlin er á. Har hevur hann verið og Yvirfriðingarnevndin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava góðkent, sigur Eli Davidsen.
Hann heldur tað vera langt úti, at tað nú verður arbeitt á henda hátt við at petta sundur.
- Vit høvdu eitt liðugt uppskot um Trygdarmiðdepil við Áir. Hetta var ein off-shore skúli. Hetta hevur ligið í landsstýrinum síðani 1995, og einki annað er hent, enn at teir í Klaksvík nú hava fingið sær navnið, sigur Eli Davidsen.
Hann minnir á, at hetta kemur ikki eingang undir at miðsavna í Havnini, so tað kann ein ikki skylda uppá.
Á einum stað
Eli Davidsen heldur, at einasta gongda leið er at miðsavna skúlan, ið nú er undir 3 stýrum og sum kanska brátt er á 3 ymiskum plássum.
- Kunnu menn ikki finna fram til at hava skúlan á einum stað, so er lítið høpi í øllum, heldur Eli Davidsen.
Hann heldur, at tað ger einki, at teir í Klaksvík taka sær av trygdarskeiðum fyri sjómenn, ið skulu mynstra við skipum, men brandvenjingin, eisini fyri brandmenn á landi, heldur Eli Davidsen skal vera á einum stað.
Eli Davidsen heldur, at skúlin lýkur øll krøv og at skúlin hevur koyrt fyrimyndarliga. Hann heldur eisini, at munur er á at fáa tað til vega, ið manglar, og so at leggja heilt nýggjar skúlar aðrastaðni, tí tað liggja nógvir pengar í útgerð norðuri við Áir.
- Men so leingi lív er, er eisini vón, sigur Eli Davidsen, ið spentur bíðar til 1. desember. Hava myndugleikarnir ikki tá funnið eina loysn, so letur skúlin við Áir aftur.