Johan Petersen, fyrrv. formaður í útvarps- og sjónvarpsnevndini, reisti spurningin herfyri. Hann helt, at nýggi bygnaðurin hjá stovnunum, sum varð ásettur í kringvarpslógini frá 1998, kann skapa iva um redaktionella frælsið ? ein iva um, at skiftandi landsstýrismenn, sum hava endaligu politisku ábyrgdina av stovnunum, kunnu brúka hetta vald til at ávirka programmvirksemið og tíðindaflutningin.
Øssur Winthereig, tíðindastjóri í SvF, hevur loftað bóltinum og heldur, at í longdini ber ikki til at vera undir illgruna fyri at velja eftir høvdinum hjá skiftandi landsstýrismonnum í mentamálum. Tí eigur at vera umhugsað, hvussu almennu fjølmiðlarnir kunnu loysast frá bindingini til landsstýrismannin í mentamálum.
Nú er tað helst so, at uttan mun til hvønn bygnað almennu loftmiðlarnir hava, so verða helst altíð orðaskifti og meiningar um tey val, sum verða gjørd í programmpolitikkinum og tíðindaflutninginum. Tað verður neyvan nakrantíð øðrvísi.
Verður rætt atborið, meti eg ikki, at verandi lóggáva skapar serligan vanda fyri politiskari ávirkan frá skiftandi landsstýrismonnum, ið vara av stovnunum. Hinvegin eru ætlanirnar hjá Fíggjarmálastýrinum um at gera stovnarnar til ein part av almennu fíggjarumsitingini munandi meira prinsipiellar í mínum hugaheimi.
Spurningurin um yvirskipaða bygnaðin hjá útvarpi og sjónvarpi fekk gjølliga viðgerð, tá kringvarpslógin varð fyrireikað. Endamálið var at finna eina javnvág millum tað frælsi, sum stovnar av hesum slagnum skulu hava, og tað eftirlit sum stovnarnir so ella so eiga at vera undir. Løgtingið samtykti eina skipan í kringvarpslógini, sum varð sett í gildi í fjør.
Umsitingarligt tilknýti
Taka vit fyrst tilknýtið til landsstýrismannin í mentamálum, so skal hann góðkenna fíggjarætlan, áseta útvarps- og sjónvarpsgjaldið og hava grannskoðaðan roknskap frá stovninum saman við eini ársfrágreiðing. Landsstýrismaðurin hevur gjøgnum hesi amboð møguleika fyri at hava fíggjarligt og umsitingarligt eftirlit við stovnunum.
Halda stovnarnir seg formliga til hetta sambandið við Mentamálastýrið, dugi eg ikki at síggja nakran vanda fyri politiskari ávirkan á redaktionellar avgerðir. Stovnarnir hava lógina aftanfyri seg. Hon tryggjar, at teir skulu kunnu virka óheftir. Eg ivist eisini stórliga í, um ein landsstýrismaður hevði torað at komið sær í vanda fyri at verið avdúkaður í at leggja seg út í redaktionella frælsið hjá stovnunum.
Stovnarnir eru dagliga á annan hátt undir neyvum eftirliti, tí borgararnir kunnu alla tíðina meta um tað, sum verður sent út í luftina. Aðrar reglur eru eisini. Mál um ærumeiðing o.t., etikk og góðan pressusið eru skipað eftir revsilógini og fjølmiðlaábyrgdarlógini, tá hon einaferð verður sett í gildi í Føroyum.
Fíggjarligt tilknýti
Taka vit síðan spurningin um fíggjarliga tilknýtið, so er hann minst líka so prinsipiellur. Johan Petersen er inni á hesum, tá hann í grein síni sigur: ?At Útvarp Føroya fíggjarliga er óheft av politisku myndugleikunum gevur sjálvandi ÚF eitt sera gott grundarlag at føra ein óheftan tíðindaflutning?.
Í kringvarpslógini er støða tikin til, hvussu fíggjarliga tilknýtið til almennu skipanina skal vera.
Í lógini er ásett, at tilknýtið til fíggjarlógina og almenna roknskaparverkið skal avmarkast til pening, sum møguliga verður játtaður stovnunum beinleiðis úr landskassanum. Útreiðslur til virksemi sum verður fíggjað við inntøkum frá inntøkuheimildunum í lógini, tvs. gjaldi, spæli og lýsingum, skal ikki við á løgtingsfíggjarlógina. Henda áseting undirstrikar, at stovnarnir ikki skulu vera partur av almennu umsitingini. Teir skulu klára seg við tí peningi, ið teir kunnu vinna innan inntøkukarmarnar, men peningur kann eisini játtast úr landskassanum til serligar íløgur ella verkætlanir.
Hóast hetta hevur Fíggjarmálastýrið boðað frá, at tað næsta ár ætlar, at fíggjarætlanin hjá stovninum skal takast við á løgtingsfíggjarlógina, og roknskapurin flytast inn í almennu roknskaparskipanina.
Ongin ivi er um, at hetta er ikki ætlanin í kringvarpslógin. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður beinleiðis sagt: ?Mælt verður til, at bert hesin parturin av fíggingini (t.e. beinleiðis stuðul úr landskassanum) verður tikin við á løgtingsfíggjarlógini?.
Henda ásetingin er eisini í samljóð við viðmerkingarnar til uppskotið til lóg um grannskoðan av almennum roknskapum v.m., sum løgtingið samtykti fyrr í ár. Har verður beinleiðis nevnt, at tá tað t.d. við lóg er ásett, at stovnar skulu verða uttanfyri fíggjarlógina og landsroknskapin, er grundarlag fyri at víkja frá meginregluni og einans at taka fíggjarstøðuna við í landsroknskapin.
Saman um tikið eru ætlanirnar hjá Fíggjarmálastýrinum eftir míni meting eitt stig á vegnum, til at gera almennu loftmiðlarnar til ein beinleiðis part av almennu umsitingini, og hetta kann veruliga skapa grundarlag fyri at spyrja, um stovnarnir kunnu virka óheftir av myndugleikunum.
Fer Fíggjarmálastýrið víðari við hesum ætlanum, eigur mannagongdin í øllum føri at vera, at kringvarpslógin verður broytt fyrst.
Jógvan Jespersen










