Vágbingar ætla nú ordiliga at vísa umheiminum flaggið.
Og vágbingar halda eisini, at teir hava nakað at vísa.
Umstøðurnar kring fjørðin í Vági eru nú blivnar so góðar, at vágbingar halda, at tíðin er komin til, at veruliga at bjóða seg fram, og tað bæði til oljuvinnu, samferðslu, ella aðra vinnu.
Vágs Býráð hevði fund mikukvøldið, og har var endaliga samtykt at fara víðari við eini ætlan, sum er stór í vavi- men sum kortini kostar avbera lítið.
Talan er bæði um eina oljuhavn inni á Oyrunum og eina samferðsluhavn uttanfyri flakavirkið.
Ætlanin er nú at vísa landsverkfrøðinginum á hesar møguleikarnar og at fáa hann at vátta, at hesir útbyggingarmøguleikar eru til staðar í Vági.
Ein kilometur av bryggjukanti
Hesa seinastu tíðina er eitt stórt økið inni á Oyrunum, innanfyri molan, inn ímóti kirkjugarðinum, fylt upp við gróti, sum er koyrt av Núpi, har landsverkfrøðingurin ger veg.
Úrslitið av tí er, at vágbingar nú helst hava fingið størsta slætta havnalendi í øllum Føroyum.
?Vit hava fingið ein heilan kilometur av planeraðum havnalendi inni á Oyrunum, uttan at tað hevur kostað kommununi nakað, varð upplýst á býráðsfundinum.
Og tað er djúpt allan vegin framvið, ongastaðni grynnri enn átta metrar, og tað er fullkomiliga deyðavatn.
Tilsamans er havnaøkið 35.000- 40.000 fermetrar, sum eru púra klárir at byggja á.
? Vit hava sostatt finfið sera góðar umstøður at bjóða fram, tí nú er bara eftir at gera sjálvan bryggjukantin, sum kann vera eina heilan kilometur, um so skal vera, segði Jógvan Krosslá, býráðsformaður.
Nýggj samferðsluhavn
Men vágbingar hava meiri á skránni enn so.
Á jólum verður liðugt at fylla upp inni á Oyrunum og á býráðsfundinum mikukvøldið,varð tosað um at vísa landsverkfrøðingum á eitt annað økið at leggja grótið á.
Uppskot varð lagt fram um at biðja landsverkfrøðingin um loyvi at fylla eitt økið út á Galtnaroyruni, tað er beint uttanfyri tað stóra flakavirkið hjá Polarfrost, sum Fiskavirking nú eigur.
Jógvan Krosslá upplýsti, at tað økið, sum fekst burturúr tí, kundi verða lagt av til samferðsluhavn.
Við í ætlanini er eisini at gera veg av tí økinum, niðan í høvuðsvegin, so at til og frákoyringin verður tann vegin, ístaðin fyri eftir vegnum, sum gongur beint niðan í skúlan.
Ætlanin er at fylla soleiðis út, at hylur verður innanfyri til bátahyl. Í vestar enda skal brúgv gerast tvørtur um innsiglingina í keiina, har flakavirkið stendur.
Men Jógvan Krosslá vísur á, at tá ið talan er um eina samferðsluhavn, skal tað ikki uppfatast sum eina ferjuhavn, tí tað er ikki ætlanin. Talan er meiri um eina havn til farm.
Uppskot var í býráðnum um at leggja allar hesar ætlanirnar fyri landsverkfrøðingin og at fáa hann at vátta, at at allir hesir útbyggingarmøguleikarnir eru í Vági, tvs, at møguleikin er at gera eina samferðsluhavn á Galtnaroyruni og eina havn á Oyrunum til oljuvinnu, ella annað, vinnuligt virksemi.
Allar hesar ætlanirnar vórðu einmælt samtyktar í býráðnum.
Við hesum hevur býráðið ikki samtykt, at hvørki samferðsluhavn ella oljuhavn, skal gerast.
Men møguleikarnar eru har, uttan at tað kostar kommununi nakað serligt av pengum.
Suðuroyggin ein eind
Jógvan Krosslá heldur, at eitt tað størsta málið at fáa loyst innanoyggja, er at fáa tunnilin ímillum Øravík og Hov.
? Tá verður so stutt ímillum Tvøroyri og Vág, at tað verða heilt aðrir møguleikar at samansjóða oynna, og fólkið.
Og hann metir, at verður oljuhavnin á Tvøroyri, eigur samferðsluhavnin at vera í Vági, ella øvugt.
? So fært tú alla oynna at arbeiða saman.
? At krevja alt á einum stað, fer bara at krevja til klandur og stríð ímillum syðru helvt og norðaru helvt, sigur hann.
Heilt burturvið
Samstundis vísir býráðsformaðurin avgjørdur aftur, tað, sum ført verður fram um, at Vágsfjørður er so ringur at sigla.
? Tað hava siglt nógv, stórt skip inn á Vág ígjøgnum tíðirnar, ikki minst nú, 180 metrar long farmaskip koma á á Vág eftir farmi.
? Tað er enn ikki hent, at skip ikki sleppa inn á fjørðin. Men tað er sjálvsagt, at tú skalt tú skalt vita, hvussu tú skalt sigla, tað er onki óvanligt nakrastaðni.
? Og at tað er ókyrt viðhvørt, er eisini ein sannroynd. Men komin inn um, er so harafturímóti deyðavatn á øllum ættum, sigur Jógvan Krosslá.