hevur verið móti føroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hvør og hvat er gjørt skeivt í øllum hesum málinum, er sum balsam, tí tað hevði ikki verið haldbart [...] at skula liva víðari í allari óvissuni. FØROYINGAR og Føroyar hava fingið uppreisn, og tað er gott. Harvið er ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan barm, tí vit eru so sanniliga heldur [...] tí bíðitíðin var um at forpesta nærum alt føroyskt-danskt samskifti umframt alt tað politiska lívið her á landi, har álit varð avloyst av misáliti og virðing avloyst av vanvirðing. NÚ hava vit so fingið
verður brúkt, tá tú er mest rasistiskur. Orðini raka langt undir tað ein kann krevja av einum siviliseraðum persóni. Er hetta nakað at byggja álit og virðing uppá millum tvey fólk! Er veruleikin veruliga [...] sínamillum álitið. Hetta er sera spell, tí stóra fjøldin av føroyingum og dønum hevur altíð staðið væl um sótt, ja føroyingar og danir hava í mangum kent seg sum brøður og systrar. TAÐ er tí ómetaliga spell [...] millum flokkar og lond - er ein partur av gerandis veruleikanum. Men at slíkar ósemjur verða brúktar av einsaklingum til at sáa misálit og vanvirðing millum vanliga danan og føroyingin er tragiskt, ja óhugnaligt
tony Blair. Tað er sjálvandi gleðiligt at hoyra, at hægsti danski politikarin vil hjálpa okkum í marknatrætuni. Spurningurin er so, um hann er førur fyri at gera nakað. Ella spurningurin er kanska heldur: [...] heldur: hvat vilja vit og her er tað aftur løgmaður, sum hevur seinasta orðið, hvat vilja vit hava hann at gera! SAMRÁÐINGARNAR við bretar hava nú vart í nógv ár, uttan at partarnir eru komnir á mál. Tað eru [...] lobbyarbeiði í hesum máli. KANN tað vera vera so, at tað er júst samráðingarháttur løgmans, sum hevur forðað fyri hesum! Avgjørdur og treiskur sum hann er hevur hann ongantíð fjalt út yvir, at hann ynskti ikki
TAÐ er ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmeinandi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur [...] Fjølmiðlar við føroyska sjónvarpinum á odda hava avdúkað, hvat henda tøgn goymdi. Og tað er ikki tespuligt, tað, sum er komið fram. Nú stendur bert eftir at fáa hesar avdúkingar settar í rætta samanhangið [...] ítøkiligt fram á tíðindafundinum og úr teimum samrøðum, sum hava verið við forsætisráðharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda tað vera eitt sindur bakvent fyri ikki at siga
ið er sambært heimastýrislógina. Lógin er leyst orðað og virkar bert, um álit er ríkispartarnar ímillum, har føroyska landsstýrið og danska ríkisstjórnin í felag taka ábyrgd av gongdini. ÁLITIÐ er nú fokið [...] ljóðar, so er full semja í Føroyum um, at so má verða. Trý uppskot eru á borðinum. Fyri tað fyrsta er »loysing her og nú« frá tjóðveldisflokkinum. Tað hevur ongan meiriluta. Fyri tað næsta so er tað samb [...] norðurlendskt samstarv. Helst er hetta í tráð við E. U. hugsunnarháttin, ið er valdandi í Keypmannahavn. Teir, ið skrivaðu heimastýrislógina og teirra andi við, eru burtur. Neyðugt er tí við einum nýggjum sáttmála
komandi leitingini. Í hvørgum føri er talan um nakra lætta uppgávu. Tað er altíð torført at stinga út í kortið ein skatta- og avgjaldspolitikk mótivegis oljufeløgunum. Tí tú her mást viga fyrimunir og vansar [...] eini rættarsøk. Men er tað so, at bara ein partur av teimum avdúkingum, sum komu fram í sera áhugaverdu og væl frágingnu SVF-sendingunum, er rættur og hevur hald í veruleikanum, er talan um eina sera [...] at svølgja. Spurningurin er so, hvat fer at koma burtur úr hesum stórmálum og hvussu úrslitini fara at gagna okkum! VIT kunnu kanska býta hetta upp í tveir høvuðspartar. Annar er spurningurin um eina komandi
MERKILIGA lítið er komið fram um orsøkina til, hví løgmaður tók Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini. Almenna frágreiðing løgmans er tann, at hann prioriterar marknamálið so høgt, at leiðarin har [...] formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini hevur í oljumál, er tað ringt at skilja, hví hann bráddliga skal verða tikin frá síni uppgávu, beint áðrenn hon er liðug. Tað verður ógjørligt hjá øðrum uppá stutta tíð [...] hesum í Tinganesi! TAÐ er neyvan nakar ivi um, at løgmaður ætlar sær ikki at geva so uttan víðari í samráðingunum við bretar. Hetta hevur hann gjørt fullkomiliga greitt fleiri ferðir her í blaðnum. Við at taka
ikki bara látast sum um ein semja er gjørd fyri at bjarga skinni sínum, meðan sannleikin er, at einki er avtalað ? og at teir fjala eina lygn. ? Hvussu leingi góðtaka føroyingar, at slíkir menn manna [...] arbeiðir, er eitt langt lop. HERFYRI bórust tíðindini, at Árni Olafson hevur lagt frá sær í oljuráðleggingarnevndini. Men hevur hann lagt frá sær, ella hevur løgmaður skift hann út, tí løgmaður er ikki nøgdur [...] hansara. ÁRNI Olafson er helst okkara mest royndi maður á hesum øki, og tí undrast bæði politikarar og almenningurin. Summi eru ikki sørt ørg inn á hendingina, og minsta kravið er at fáa eina grundgeving
Har er tað ?in? at hava jólafrokostar á nærum hvørjum arbeiðsplássi, og hetta er galdandi í stóran mun í Føroyum eisini. SJÁLVANDI er tað gott, at starvsfólk kunnu hittast á henda hátt og gloyma vanliga [...] vanliga arbeiðsdagin. Men her er eitt stórt menn, sum vit ikki kunnu ávara móti nóg ofta. TAÐ er ferðslumentanin í sambandi við jólafrokstarnar. Tað vísir seg at vera alt ov vanligt, at fólk taka bilin við og [...] verður oftani til fleiri dupultar, og tá er straks vandi á ferð, um hugsað verður um koyring. Hetta er so eisini ein sera vandamikil tíð til koyring, tí tað er bæði myrkt og oftandi hálka eisini. TAÐ skal
eisini til at tekna seg sum haldara av vanliga Sosialinum. TAÐ er ikki hvønn dag, at høvi er at koma inn í hvørt heim í Føroyum. Hetta er tó málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í [...] á egnari prentsmiðju fimm ferðir um vikuna. Enn er tó nakað á mál. Men við tí hugburði, sum er á blaðnum, nevniliga at vit skulu koma enn longur út, so er greitt, at komandi árini fara at hava nógv nýtt [...] ir aðrastaðni í landinum. Eitt er tað at vera á staðnum og útvega tíðindi og annað tilfar. Annað er at hava gott samband við fólkið úti kring landið. Í hesum sambandi er tað okkara vón, at fólk fara at