Enn ber ikki til at siga, hvussu nógvan pening herverkið í skúlanum við Ósánna fer at kosta. Týsdagin ruddaðu fólk framvegis upp, eftir at onkur sunnunáttina hevði tømt eldsløkkjarar í skúlanum. Serkønir [...] Petur Hjelm vónaði týsmorgunin, tá vit høvdu hann í telefonini, at hann lat uppaftur mikudagin. Uppruddingararbeiðið er tó so umfevnandi, at tað framvegis var ivasamt, um skúlin lat uppaftur sum ætlað. Møguliga [...] Serkønir teknikarar skulu kanna øll tey elektronisku tólini fyri at vita, um tey rigga. Tí ganga í øllum førum nakrir dagar, áðrenn tað verður greitt, hvussu stórur skaðin er í krónum og oyrum. Mánadagin og
norske Bank vísir, at 29 prosent av teimum smáu og meðalstóru fyritøkunum í Noregi mugu fáa nýggjan kapital tey bæði næstu árini. Leif Teksum, stjóri í DnB, sigur við Dagsavisen, at tann stóri tørvurin [...] tørvurin á nýggjum kapitali er eitt tekin um, at fyritøkurnar hava ov lítlan eginpening. Hann leggur afturat, at hetta er ein óheppin støða, tí í flestu førum er talan um júst tær fyritøkurnar, sum skulu skapa [...] menning í samfelagnum. Í norska arbeiðsgevarafelagnum ásannar búskaparfrøðingurin Tor Steig, at tað er ikki lætt at fáa fatur á nýggjum kapitali, og hetta er serliga galdandi fyri tær fyritøkurnar, sum framleiða
er tikin við. Eg haldi ikki, at vit sum politikarar kunnu forsvara, at barnafamiljur í Føroyum skulu gjalda 32,5 mill meira, enn um mjólkin var innflutt. Havi varhugan av at øll skipanin við landbúnaðinum [...] gjaldið á Mjólkaúrdráttum, so okkara barnafamiljur kunnu hava ráð at leggja børnum okkara gott í beinini. Tað kann ikki verða rætt, at ein litur í eitt nú Skotlandi skal kosta uml 4,60 kr liturin, meðan [...] num er ein gomul og avoldað skipan, sum sjálvandi eigur at verða broytt ongantíð ov skjótt.
Russar avsannaðu í gjár tíðindi úr Moskva um, at russiska herleiðslan hevði fingið fatur á upplýsingum, sum bendu á, at amerikanarar ætla sær at leypa á Irak síðst í næsta mánað. Tað var tíðindastovan [...] keldum í herleiðsluni, men í gjár avsannaði Sergej Ivanov, verjumálaráðharri, at nakað hald er í tíðindunum. Hann legði afturat, at sær kunnugt hava amerikanarar framvegis ikki sett nakran dag fyri, nær eitt [...] eitt møguligt álop á Irak skal setast í verk. Sambært Interfax hava amerikanarar gjørt av at fara undir álopið, so skjótt teir og teirra sameindu hava savnað 150.000 hermenn við Persaflógvan, og sambært
At síggja til sær Mazda B2500 FreestyleCab ikki annarleiðis út enn ein vanligur Pick´up. Tá man letur hurðarnar á bilinum upp, sær tað út sum um at okkurt manglar. Tað sum er nakað serligt við hesum bilinum [...] bilinum er tað at síðuhurðarnar kunnu latast upp hvør sín veg og ongin mittarstólpi er millum hurðarnar. Hetta er gjørt fyri at bilurin skal verða so arbeiðsvinarligur sum gjørligt. Tá forhurðin er opin [...] opin er bert at taka í eitt handtak og lata bakhurðina upp, so er kabinan góð og rúmlig at koma til. Ein Mazda 2500 FreestyleCab 4x4 kostar kr. 164.560,- uttan MVG og kr. 205.700,- við MVG.
ráðgevi hjá Saddam Hussein, forseta, segði, at Irak fjalir einki og hevur einki at fjala. Hann helt harafturímóti, at tað, sum Powell legði fram, prógvar, at USA brýtur ta seinastu ST-samtyktina um Irak [...] lygn úr einum enda í annan. Tann beri heilaspuni, og endamálið var ikki annað enn at útvega USA eina umbering fyri at rættvísgera eitt álop á Irak. Hetta var tann fyrsta almenna irakska viðmerkingin til
fer at fáa trupulleikar í næstum, og stjórnin í Stockholm sigur nú, at búskaparvøksturin í ár verður minni, enn stjórnin upprunaliga hevði væntað. Bosse Ringholm, fíggjarmálaráðharri, vísir á, at útreiðslurnar [...] Bosse Ringholm. Fyri nøkrum mánaðum síðani væntaði stjórnin, at búskaparvøksturin í ár fór at verða 2,5 prosent, men nú sigur stjórnin, at hann verður einastaðni millum 1,5 og 2,0 prosent. Sambært fíg
ákærdur fyri at hava njósnast fyri Taiwan. Wang Biangzhang flutti til USA í 1982, men hansara viðhaldsmenn siga, at hann varð rændur undir einari vitjan í Vietnam í fjør. Tað vísti seg, at tað vóru kinesiskir [...] Ein kinesiskur dómstólur hevur sýtt fyri at viðgera eina áheitan um at broyta dómin hjá tí politiska andstøðinginum Wang Biangzhang, sum er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri yvirgang. Seinastu árini [...] kinesiskir agentar, sum høvdu rænt hann, og at teir seinni høvdu flutt hann til Kina, so hann kundi koma fyri rættin har.
"Bachelor of Music" í trompetspæli. Tað krevst tó at næmingarnir eisini duga annað, sum t.d. at spæla klaver og at syngja. Fleiri í familjuni duga at spæla ymisk ljóðføri, og Jóhan spælir við í Fuglafjarðar [...] Eftir at hava verið til upptøkuroynd í Glasgow er 17 ára gamli trompetspælarin, Jóhan Hentze á Kambsdali, sloppin inn á the Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow. Jóhan er sonur Annmari og [...] Fuglafjarðar Hornorkestri. Eisini er hann við í Føroya Symfoniorkestri. Jóhan hevur ætlanir um at blíva yrkistónleikari. Hann arbeiðir á einum flakavirki í Fuglafirði, til hann byrjar á akademinum.
Larsen B, byrjaði at loysna í januar, og nú hevur ein amerikanskur fylgisveinur staðfest, at tað er leyst. Vísindamenn halda, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum er orsøkin til, at tað ovurstóra ísfjallið [...] ísfjall, so stórt er tað. Vísindamenn siga, at ísfjallið er 3.250 ferkilometrar til støddar ella meiri enn tvær ferðir so stórt sum Føroyar, og teir halda, at tað vigar umleið 720 milliardir tons. Ísfjallið