Ovurstórt ísfjall loysnað við Antarktis

Eitt ovurstórt ísfjall er loysnað og flýtur nú í Amundsen Havinum sunnan fyri Kyrrahavið

Tey flestu hava sæð myndir av ísfjøllum í Grønlandi og aðrastaðni, men tað ísfjallið, sum nú flýtur í Amundsen Havinum, kann valla kalla eitt ísfjall, so stórt er tað.
Vísindamenn siga, at ísfjallið er 3.250 ferkilometrar til støddar ella meiri enn tvær ferðir so stórt sum Føroyar, og teir halda, at tað vigar umleið 720 milliardir tons.
Ísfjallið, sum hevur fingið navnið Larsen B, byrjaði at loysna í januar, og nú hevur ein amerikanskur fylgisveinur staðfest, at tað er leyst. Vísindamenn halda, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum er orsøkin til, at tað ovurstóra ísfjallið er loysnað.
Larsen B er tað størsta ísfjallið, sum er loysnað seinastu 30 árini.