At síggja til sær Mazda B2500 FreestyleCab ikki annarleiðis út enn ein vanligur Pick´up. Tá man letur hurðarnar á bilinum upp, sær tað út sum um at okkurt manglar. Tað sum er nakað serligt við hesum bilinum er tað at síðuhurðarnar kunnu latast upp hvør sín veg og ongin mittarstólpi er millum hurðarnar. Hetta er gjørt fyri at bilurin skal verða so arbeiðsvinarligur sum gjørligt. Tá forhurðin er opin er bert at taka í eitt handtak og lata bakhurðina upp, so er kabinan góð og rúmlig at koma til. Ein Mazda 2500 FreestyleCab 4x4 kostar kr. 164.560,- uttan MVG og kr. 205.700,- við MVG.