Jóhan Hentze á tónleikaakademi í Glasgow

   

Eftir at hava verið til upptøkuroynd í Glasgow er 17 ára gamli trompetspælarin, Jóhan Hentze á Kambsdali, sloppin inn á the Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow. Jóhan er sonur Annmari og Leivur Hentze á Kambsdali. Útbúgvingin tekur fýra ár. Tá útbúgvingin, sum byrjar í september, er liðug, er hann "Bachelor of Music" í trompetspæli. Tað krevst tó at næmingarnir eisini duga annað, sum t.d. at spæla klaver og at syngja. Fleiri í familjuni duga at spæla ymisk ljóðføri, og Jóhan spælir við í Fuglafjarðar Hornorkestri. Eisini er hann við í Føroya Symfoniorkestri. Jóhan hevur ætlanir um at blíva yrkistónleikari. Hann arbeiðir á einum flakavirki í Fuglafirði, til hann byrjar á akademinum.