Russar avsannaðu í gjár tíðindi úr Moskva um, at russiska herleiðslan hevði fingið fatur á upplýsingum, sum bendu á, at amerikanarar ætla sær at leypa á Irak síðst í næsta mánað.
Tað var tíðindastovan Interfax, sum bar tíðindini frá keldum í herleiðsluni, men í gjár avsannaði Sergej Ivanov, verjumálaráðharri, at nakað hald er í tíðindunum. Hann legði afturat, at sær kunnugt hava amerikanarar framvegis ikki sett nakran dag fyri, nær eitt møguligt álop á Irak skal setast í verk.
Sambært Interfax hava amerikanarar gjørt av at fara undir álopið, so skjótt teir og teirra sameindu hava savnað 150.000 hermenn við Persaflógvan, og sambært kelduni hjá tíðindastovuni verður tað einaferð síðst í februar.










