Vánalig útlit í Svøríki

Svenski búskapurin fer at fáa trupulleikar í næstum, og stjórnin í Stockholm sigur nú, at búskaparvøksturin í ár verður minni, enn stjórnin upprunaliga hevði væntað.
Bosse Ringholm, fíggjarmálaráðharri, vísir á, at útreiðslurnar veksa, meðan skattainntøkurnar minka. Verða tær almennu útreiðslurnar ikki skerdar, verða tær einar átta milliardir krónur størri enn ásett í fíggjarlógini, og hesum mugu vit forða fyri, sigur Bosse Ringholm.
Fyri nøkrum mánaðum síðani væntaði stjórnin, at búskaparvøksturin í ár fór at verða 2,5 prosent, men nú sigur stjórnin, at hann verður einastaðni millum 1,5 og 2,0 prosent. Sambært fíggjarmálaráðharranum er tað tann skeiva gongdin í altjóða búskapinum, sum er orsøkin, og harafturat hevur vandin fyri kríggi við Irak eisini sína ávirkan, sigur hann.