Tann beri heilaspuni

Sum væntað vísa irakar amerikanska próvtilfarinum aftur

Irak-kreppan
Árni Joensen:

- Hatta var lygn úr einum enda í annan. Tann beri heilaspuni, og endamálið var ikki annað enn at útvega USA eina umbering fyri at rættvísgera eitt álop á Irak.
Hetta var tann fyrsta almenna irakska viðmerkingin til røðuna hjá Colin Powell í ST-trygdarráðnum.
Amer al-Saadi, sum er ráðgevi hjá Saddam Hussein, forseta, segði, at Irak fjalir einki og hevur einki at fjala. Hann helt harafturímóti, at tað, sum Powell legði fram, prógvar, at USA brýtur ta seinastu ST-samtyktina um Irak, tí sambært henni skulu øll londini útvega vápnaeftirlitsmonnunum og altjóða kjarnorkustovninum alt tað tilfar, sum tey hava um Irak. Tað hevur USA ikki gjørt, segði irakski ráðgevin.