var einki at reypa av í farnu viku, men tað forðaði okkum ikki í at røkka málinum við innsavningini ? 15.000 kr., sigur Meinhard Arge, ein av oddamonnunum í kórinum. Sound of Glory fær í summar vitjan av [...] við at vitja húsini í Havnini fyri at spyrja um tómar fløskur frá fólki. Og væl gekst. Fleiri høvdu so at siga vænta sær vitjan, og høvdu nærum lagt fløskur til viks at stuðla kórarbeiðinum við. Tí upplivdu [...] arbeiðinum. Eitt slíkt arbeiði krevur sjálvandi fyrireiking. Havnin varð deild upp í økir, har tey ungu so gingu hús úr húsi. Savnað varð inn í ruskposar, sum síðani vórðu lagdir í bilar hjá foreldrunum, ið
at spæla í summar. - Kenny hevur spælt sera væl fyri landsliðið, og tá ið ein spælari hevur avrikað so nógv fyri okkum, mást tú eisini vísa honum álit, sigur Walther Smith við The Scotsman. - Við hvørt [...] heitir skotska fótbóltssambandið á áskoðararnar um at verða í góðar tíð til dystin. - Fólk eru ikki so von við at vera til landsdyst á Celtic Park, og øll kenna ikki leikvøllin ella økið rundan um, og tí [...] og fríggjadagin skal hava venjingar við sínum liði. Stóra uppgávan verður at kveikja og skipa liðið, so at avrikið og úrslitið verða betur enn í fyrsta EM-dystinum fyri tveimum vikum síðani. Ta ferðina tapti
Hóast Toyota Avensis í nýggjastu útgávuni ikki er so nógv broyttur at síggja til, eru nógvar broytingar hendar við bilinum, sum kom á marknaðin fyrstu ferð í 2003 og hevur verið ein av mest seldu bilum [...] í síðuspeglunum og kølaragittar, kúfangarar og lyktirnar eru nýggjar. Hóast broytingarnar ikki eru so stórar, sær bilurin flottari út við hesum designbroytingum. Innan er bilurin eisini broyttur við t [...] og 163 hk. Við at koyra nýggja Avensis fær ein fær kensluna av at koyra Lexus, serliga nú bilurin er so væl ljóðdoyvdur og koyrieginleikarnir eru heilt í topp undir øllum koyriumstøðum við nýggja undirvogninum
mannin, so var hann útgjørdur við fartelefon, og hann visti sær ongi onnur ráð enn at ringja til løgregluna. Løgreglan var honum hjálpson og fekk fatur á einum manni, sum hevði lykil, og teir fingu so bjarga [...] Um 15 tíðina fríggjadagin hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp á kaldbaksvegnum nakað norðanfyri Sund. Ein bilur var farin út av vegnum og var at síggja til fullkomiliga oyðilagdur. Bilførarin ringdi tó sjálvur [...] í drápspartar. Síðani doyði ein grind, sum var býtt til syðru hálvu í Suðuroy, og aftur í dag løgdu so frægt av springarum beinini, at tað kundi býtast til norðaru hálvu.
síggja tørvin hjá okkum, sum ikki eru fullfør og tí fór hann undir henda skúlan. Hesin skúlin varð 40 ár 15 oktober 2002. Tá skúlin byrjaði í 1962 vóru seks næmingar og bert tveir lærarar. Lærararnir vóru Ditlev [...] kom væl við hjá teimum deyvu, sum vóru í Føroyum. Tá sluppu tey frá at fara til Danmarkar í skúla, so hetta var ein stórur lætti hjá teimum. Ditlev var á Skúlanum á Trøðni líka til 1991. Hann fór tá frá [...] mær vælkomnum á skúlan og vísti mær runt, vísti mær á skúlastovuna, har eg skuldi vera. Tað gekk ikki so long tíð til eg kom at kenna Ditlev og konu hansara. Tey bæði hava altíð verið nakað serligt fyri meg
in av filminum er ein stór og ógvuslig bardagasena frá bronsualdrinum, ja, ongantíð sá eitt slátur so gott út á filmi fyrr sum nú 300 er blóðugta søgan hjá Frank Miller um kenda søguliga slagið við Thermopylæ [...] var her, at søgan og mytan sigur, at grikkar komu at steðga persarakonginum, og var hetta ikki hent, so meta nógv at t.d. fólkaræði helst ongantíð hevði sæð dagsins ljós. Sum reinur estetikkur er hesin filmurin [...] spartanarnir” sum barn og fór sum vaksin undir hetta megnarverk. Tað klæðir filmin, at tey, sum leika, eru so ókend. Tó er okkurt merkiligt homoerotiskt við filminum og øllum hesum hálvnaknu vøddamonnum. Samanumtikið
lutfalsliga fólkatalið, so í longdini gjørdist býtið av tingsessum yvirhøvur rættiliga beint. Men aftan á 1978 hava skeivleikarnir í hvørjum einstøkum valdømi næstan altíð vent sama veg, so skeivleikarnir ikki [...] verður eisini, hvussu væl tingsessirnir eru býttir. Og har sigur Hagstovan, at uppgerðin er ikki heilt so líkatil, tí bert talið á umdømisvaldum liggur fast. Eykavaldir tinglimir kunnu fella á ymis valdømi [...] síðan 1966. Meðan nettoskeivleikin eftir vallógini frá 1924 tilsamans bert kom upp á 11 sessir eftir 15 løgtingsvalum, er nettoskeivleikin eftir galdandi vallóg komin upp á 17 sessir eftir bert 9 løgtingsvalum
Hentzar var tá einsamallur í húsi, konan var stutt framman undan deyð, so tað var ein ógvuliga stórur saknur hjá honum, at hon so brádliga var tikin burtur. Annars áttu tey børn í Vági, sum hjálptu, tá [...] , fortaldi hann fyri mær. Hann skrivaði í bløðunum um sítt umvendilsi, og táið hann læt seg doypa, so hann setti ikki ljósið undir skeppumálið, men vildi vitna frítt um sín Harra og Frelsara fyri almenninginum [...] best, at Harrin má verða hjá tykkum. Saknurin verður, men vit eiga eina livandi vón (1. Tess. 4,13-15). Eg heilsi tykkum við hesum sangi úr GFS. nr. 702. Skjótt skal ljóða sigursongur, heima hjá tær, eingin
hevði hildi áfram við rútara, ja so vann sunnan meldið uppá eina skvis. Hann skal bara minnast til, at taka fyri hjartar ess áðrenn hann spælur sparin. Tað einasta hann so skal gera, er at hyggja um hjartar [...] KQ39865 KQJ4A963 QJ9573 KQ7 A42 1072 AK82 WestNorthEastSouth 1 Pass1Pass1 NT AP K Sunnan vísur her 15-17 hp og javna hond. NS spæla við veikum 1NT opningum. Vestan spælur rútar kong út. Hann fær kall (lágt) [...] hjartar kongur og dama falla. Gera tey ikki tað, so er bara at taka fyri kleyvaran!! Áðrenn síðsti sparin er støðan hendan: 3 J 106 K98 QJ973 AK82 Til spar 3 kastar sunnan ein kleyv. Men neyðardýrið vestan
vitjaður. Eini hundrað fólk vóru mestir í Norðurlandahúsinum, tá tað vóru mest. Bókadagurin byrjaði kl. 15 og hildið varð á til kl. 18. Bókadagurin í ár var skipaður eitt sindur øðrvísi enn okkurt árið frammanundan [...] at við seks ymisk høvi lósu tveir rithøvundar upp ávíkavíst í forhøllini og klingruni. Hetta merkti so, at fólk kundu sjálvi velja, hvønn tey vildu lurta eftir. Upplesararnir umfataðu bæði meira og minni [...] nýggjastu bók, sum hevur tað heldur sermerkti heitið Tá ið eg havi málað summarhúsið. Umframt at lesa upp, so slap Oddvør Johansen eisini framat í einari samrøðu. Guðrun Gaard, sum í løtuni er í ferð við at skriva