Eg kom at kenna Ditlev og konu hansara Margit í 1983, Ditlev var ein blíður og fyrikomandi maður at tosa við, hann fortaldi, hvussu trupult tað var at ferðast millum bygdir, tá hann var í yngri árum. Jú, vit hava havt tað gott saman og eg kann minnast á ta tíðina, tá eg gekk á Skúlanum á Trøðni og hvussu væl hann dugdi at síggja tørvin hjá okkum, sum ikki eru fullfør og tí fór hann undir henda skúlan. Hesin skúlin varð 40 ár 15 oktober 2002.
Tá skúlin byrjaði í 1962 vóru seks næmingar og bert tveir lærarar. Lærararnir vóru Ditlev og kona hansara Margit. Ditlev varð útbúgvin lærari í 1946 og var hann lærari í Leirvík frá 1946?1950. Seinni fór hann niður á lesa á Danmarks Lærerhøjskole og Københavns Universitet. Í 1957 kundi hann virka sum skúlasálarfrøðingur.
Eisini lærdi hann til talulærara, og tað kom væl við hjá teimum deyvu, sum vóru í Føroyum. Tá sluppu tey frá at fara til Danmarkar í skúla, so hetta var ein stórur lætti hjá teimum. Ditlev var á Skúlanum á Trøðni líka til 1991. Hann fór tá frá av tí at heilsan var farin at bila, hann var tá 69 ára gamal.
Eg havi havt samband við Ditlev og Margit, síðani eg gavst í skúlanum, og hevur henda tíðin verið rík fyri meg. Ditlev kom altíð við tí góða orðinum. Tá eg kom á skúlan í 1983 tók Ditlev ímóti mær, hann kom smílandi ímóti mær og ynskti mær vælkomnum á skúlan og vísti mær runt, vísti mær á skúlastovuna, har eg skuldi vera. Tað gekk ikki so long tíð til eg kom at kenna Ditlev og konu hansara. Tey bæði hava altíð verið nakað serligt fyri meg. Eg havi alt gott at bera tykkum ígjøgnum hesa tíðina, eg havi kent tykkum.
Eg bleiv skakkur, tá eg hoyrdi at Ditlev hevði lagt árarnar inn fyri seinastu ferð. Seinast eg var inni á gólvinum var í juli mánaða og tá var hann á fótum, men hann læt einki at. Hann segði, at hann tók bara ein dag í senn og at alt stendur í Harrans hondum og hann setti sítt álit á hann. Og til tín Margit, tú hevur passað Ditlev væl og hevur verið hansara høgra hond. Her til seinast vil eg siga hjartans tøkk fyri tað, tit hava verið fyri meg, tit, sum vóru so góð við okkum. Tit hava mist ein góðan pápa og mann, má Harrin styrkja tykkum í sorg og sakni tykkara.
Ærað veri minnið um Ditlev.
Andrass Jacobsen