Minningarorð um Hentzar Joensen, Vágur

f. 17. juni 1913 - d. 26. desember 2005

Annan jóladag fekk eg boðini um, at mín góði vinur Hentzar hevði sett segl til
heimferð, sum vit plagdu at taka til fyrr í tíðini. Nú hann andaðist, var hann 92
ára gamal. Vit komu at kennast fyri 17 árum síðani. Tað kom soleiðis fyri, at
eg fór suður til Vágs á samfelagsmøti á hvítusunnu í 1988. Eg hevði ikki
vissað mær nakað innivist, áðrenn eg fór suður. Ikki tí, tað stúrdi eg ikki fyri
at tað fór at vera nakar trupulleiki. Sum vant byrjaðu møtini við bønarmøti. Tá ið møti var liðugt, var boðað frá at um onkur ikki visti sær nakra staðni at búgva,
at steðga á í gongini. Tá var tað onkur nevndi at Hentzar er her, hann er altíð
klárur at taka ímóti einum gesti, soleiðis kom okkara vinarband í lag. Eg
var hjartaliga vælkomin at búgva hjá honum. Hentzar var tá einsamallur í húsi,
konan var stutt framman undan deyð, so tað var ein ógvuliga stórur saknur hjá honum,
at hon so brádliga var tikin burtur. Annars áttu tey børn í Vági, sum hjálptu, tá ið
á stóð, serliga dótturin Elitha, sum búði í Vági.

Hentzar og konan Edith vóru bæði ættað úr Sandvík, men vóru flutt til Vágs fyri
mongum árum síðani. Hentzar var sjómaður og hevði eisini siglt sum skipari við »Albert Wictor« og »Johannu«. Hann hevði eisini siglt við »Norðfarinum«, tað var har umborð at spírin varð lagdur til sítt umvendilsi, fortaldi hann fyri mær. Hann skrivaði í bløðunum um
sítt umvendilsi, og táið hann læt seg doypa, so hann setti ikki ljósið undir skeppumálið,
men vildi vitna frítt um sín Harra og Frelsara fyri almenninginum. Seinast eg hevði
samband við Hentzar var í juli mánað, tá ið eg var suðuri í Vági í gullbrúdleypi hjá
okkara góðu vinum Ásu og Róald. Tá búði eg hjá Hentzar, men tá var hann viknaður
og mest seingjarliggjandi, men var klárur at tosa við og glaður í Harranum. Seinastu
tíðina hevur hann búð á Sambýlinum í Vági.

Til seinast vil eg takka tykkum børnunum hjá Hentzar og Edith, at eg kom at kenna
tykkum eisini, og serliga Jeanetta og Elithu, sum eg kenni best, at Harrin má
verða hjá tykkum. Saknurin verður, men vit eiga eina livandi vón (1. Tess. 4,13-15).
Eg heilsi tykkum við hesum sangi úr GFS. nr. 702.

Skjótt skal ljóða sigursongur,
heima hjá tær, eingin skilnaður er longur
heima hjá tær, eingin sorg skal brósti tvinga
eingin freisting hjarta stinga
prís Guds lambið
ævigt klinga, heima hjá tær.

R. J.