Meginøkið undirumboðað á tingi

Verður sammett við fólkatalið, gevur býtið av tingsessum útjaðaranum fyrimun fram um meginøkið, um sammett verður við fólkatalið. Størstu ójavnarnir eru í Sandoyar og Suðurstreymoyar valdømum.

Tað er bert einaferð hent, at tingmannatalið og fólkatalið hava verið púra samsvarandi. Hetta var aftan á løgtingsvalið í 1943, tá tingmannatalið var 25. Í øllum hinum 23 løgtingsvalunum, sum verið hava síðani 1924, tá skipanin við eykavaldum kom í, hava skeivleikar verið, sigur Hagstovan á heimasíðu sínari.

Stovnurin hevur gjørt eitt yvirlit yvir býtið av tingsessum í ymsu valdømunum, í mun til fólkatalið. Sagt verður, at nú orðaskifti aftur hevur tikið seg upp um, at Føroyar skulu vera eitt valdømi, er áhugavert at gera upp, hvussu væl tingsessirnir í roynd og veru eru býttir millum valdømini sammettt við fólkatalið.


Verri eftir 1978

- Fólkatalið er ikki bara broytt nógv í tølum, eisini er lutfalsliga býtið millum valdømini nógv broytt. Mest eyðsýnda broytingin er miðsavningin, har Suðurstreymoyar valdømi gerst alt størri partur av heildini. Hetta rákið er alla tíðina, men tók serlig dik á seg aftan á kríggið og fram til sjeytiárini. Tað sæst eisini, at tað mesta av hesi miðsavning er farið burturav partinum hjá Suðuroyar valdømi, har minkingin upp á seg hevur verið størst, sigur Hagstovan á heimasíðuni.

Hagstovan hevur eisini gjørt upp býtið av tingsessum upp á valdømini, og henda myndin er meira ófriðarlig. Áðrenn 1978 sveiggjaði umboðanin bæði uppum og niðurum tað lutfalsliga fólkatalið, so í longdini gjørdist býtið av tingsessum yvirhøvur rættiliga beint. Men aftan á 1978 hava skeivleikarnir í hvørjum einstøkum valdømi næstan altíð vent sama veg, so skeivleikarnir ikki longur verða útjavnaðir sum tíðin gongur.


Javning við eykavaldum

Spurt verður eisini, hvussu væl tingsessirnir eru býttir. Og har sigur Hagstovan, at uppgerðin er ikki heilt so líkatil, tí bert talið á umdømisvaldum liggur fast. Eykavaldir tinglimir kunnu fella á ymis valdømi, og talið kann eisini skifta. Yvirhøvur er valskipanin soleiðis, at tann lutfalsligi ójavnin í umdømisvaldum verður javnaður nakað aftur við eykalimunum. Bert einaferð er tað komið fyri, at tingmannatalið og fólkatalið hava verið púra samsvarandi. Hetta var til løgtingsvalið í 1943, tá tingmannatalið var 25. Í øllum hinum 23 løgtingsvalunum, sum verið hava síðani 1924, tá skipanin við eykavaldum kom í, hava skeivleikar verið.


Vága valdømi rættast

Myndin vísir greitt, at síðani 1978 tá núgaldandi vallóg kom í gildi, hava Norðuroyggjar og sunnanfjørðsvaldømini havt fyrimun, meðan meginøkið hevur verið undirumboðað. Vága valdømi hevur hinvegin havt lutfalsliga rætta umboðan á tingi síðani líka síðan 1966.

Meðan nettoskeivleikin eftir vallógini frá 1924 tilsamans bert kom upp á 11 sessir eftir 15 løgtingsvalum, er nettoskeivleikin eftir galdandi vallóg komin upp á 17 sessir eftir bert 9 løgtingsvalum.