Toyota Avensis við Lexus komforti

Toyota Avensis hevur fingið eina sonevnda facelift við t.d. smærri designbroytingum uttan og innan, og komforturin nærkast nú Lexus-støði bæði hvat koyrieiginleikum og kvaliteti viðvíkur


Hóast Toyota Avensis í nýggjastu útgávuni ikki er so nógv broyttur at síggja til, eru nógvar broytingar hendar við bilinum, sum kom á marknaðin fyrstu ferð í 2003 og hevur verið ein av mest seldu bilum síðan tá.
 
Størstu broytingarnar uttan eru t.d. at blunkljósini nú sita í síðuspeglunum og kølaragittar, kúfangarar og lyktirnar eru nýggjar. Hóast broytingarnar ikki eru so stórar, sær bilurin flottari út við hesum designbroytingum.  
 
Innan er bilurin eisini broyttur við t.d. nýggjum ratti og fleiri broytingum við instrumentborðinum. Eisini eru nýggir litir í kabinuni, sum er gjørd úr tilfari við upp aftur betri kvaliteti enn áður.
 
Designið er smart og í evropeiskum stíli. Avensis er teknaður á ED2-designteknistovuni hjá Toyota í Fraklandi, sum eisini hava teknað Yaris og Corolla.
 
Ein av nýggjheitunum er, at ein 2.0 litur dieselmotorur við 126 hk og snúningsmomenti upp á 300 Nm er komin við í skránna. Hesin motorur kraftar væl og er sera orkusparandi og umhvørvisvinarligur. Umframt hendan dieselmotorin fæst Avensis eisini við tveimum øðrum dieselmotorum við ávikavist 150 og 177 hk, eins og 1.8, 2.0 og 2,4 litur benzinmotorum við ávikavist  129, 147 og 163 hk.
 
Við at koyra nýggja Avensis fær ein fær kensluna av at koyra Lexus, serliga nú bilurin er so væl ljóðdoyvdur og koyrieginleikarnir eru heilt í topp undir øllum koyriumstøðum við nýggja undirvogninum við betri fjaðraskipan og stabilisatorum.
 
Avensis fæst í útgávunum Terra, Sol og Executive. Standard útgerðin er sera umfatandi, har er alt sum eigur at vera í einum síkum bili, bæði hvat komfortútgerð og trygdarútgerð viðvíkur. Umframt airbag framman, í síðunum og gardinairbag, hevur Avensis
airbag til at verja knøini á bilføraranum við ein samanstoyt. ABS, EBD og
antispinn er standard í øllum útgávunum.
 
Annars fæst bilurin eisini við t.d. við leðurratti, leðursetrum, 17" alufelgum, fartpiloti, Xenon-lyktum og el-stilling av setrunum.
 
Avensis verða gjørdir sum sedan, liftback og stationcar. Bíligasti Avensis, 1,8 Terra, kostar 269.600 krónur, og tann dýarsti 2,4 Executive aut. kostar um 400.000 krónur.
Bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service.
 
Toyota Avensis 1.8 Terra sedan
 
Motorurin                             1,8 litur 4 syl. 16V bensin 129 hk
                                           
0-100 km/t                           10,3 sek
 
Bensinnýtsla                         13,9 km/l
 
Dekkstødd                           195/55-15
 
Stødd og vekt
Longd                                  463,0 cm
Breidd                                  176,0 cm
Hædd                                  148,0 cm
Eginvekt                               1250 kg
Viðførisrúm                          520 litrar         
 
Prísur                                   kr. 269.600
 
Søluumboð                           Reyni Service
                                            Vegurin Langi
                                            FR-188  Hoyvík
                                            Tel. 343040
                                            www. reyniservice.fo