Skotar eru klárir til dystin

Allir teir úttiknu spælararnir hjá Skotlandi eru klárir til dystin ímóti Føroyum, og stórur áhugi er millum áskoðararnar fyri dystinum

Í gjár savnaði skotski landsliðsvenjarin Walther Smith spælararnar, sum leygardagin skulu spæla EM-landsdyst ímóti Føroyum í Glasgow.
23 spælarar eru tiknir út til landsdystin ímóti Føroyum og tann ímóti Litava í næstu viku, og Walther Smith kundi fegnast um, at allir hansara spælarar eru frískir til dystin leygardagin.
Í gjár vandi skotska landsliðið fyri fyrstu ferð undan dystinum ímóti Føroyum, og fyrireikingarnar halda fram alla hesa vikuna.
 
Málskjúttin í kreppu
Hóast skotski landsliðsvenjarin nú fyrireikar liðið til dystin ímóti Føroyum leygardagin, hevur hann alment sagt, at álopsspælarin Kenny Miller skal byrja inn í dystinum.
Kjakast hevur verið um, hvørt Miller er rætti álopsspælarin, tí hann hevur ikki gjørt nakað mál, síðani hann flutti frá Hibernian til Celtic at spæla í summar.
- Kenny hevur spælt sera væl fyri landsliðið, og tá ið ein spælari hevur avrikað so nógv fyri okkum, mást tú eisini vísa honum álit, sigur Walther Smith við The Scotsman.
- Við hvørt tekur tað tíð at finna seg til rættis í einum nýggjum felag, men eg eri vísur í, at Kenny við tíðini eisini fer at gera nógv mál fyri Celtic, sigur landsliðsvenjarin.
Harvið heldur Walther Smith fast í Kenny Miller sum álopsspælara á landsliðnum, hóast hann hevur verið fyri málturki í Celtic seinastu vikurnar.
 
Skotar koma til dystin
Áhugin fyri landsdystinum millum Skotland og Føroya er stórur. Dysturin verður spældur á leikvøllinum hjá Celtic, og har rúmast heili 60.000 fólk. Týsdagin vóru næstan 40.000 atgongumerki seld til dystin, og roknað verður við, at sølan fer eisini at ganga væl seinastu dagarnar undan dystinum.
Vanliga spældir skotska landsliðið sínar dystir á Hampden Park, men hesaferð verður roynt at spæla á Celtic Park, og tí heitir skotska fótbóltssambandið á áskoðararnar um at verða í góðar tíð til dystin.
- Fólk eru ikki so von við at vera til landsdyst á Celtic Park, og øll kenna ikki leikvøllin ella økið rundan um, og tí ræður um at verða í góðari tíð leygardagin, sigur skotska fótbóltssambandið.
 
Føroyar á flog
Í kvøld kl. 19.00 fer føroyska landsliðið á flog úr Vágum, og flogið verður beinleiðis til Glasgow, har Jógvan Martin Olsen hósdagin og fríggjadagin skal hava venjingar við sínum liði.
Stóra uppgávan verður at kveikja og skipa liðið, so at avrikið og úrslitið verða betur enn í fyrsta EM-dystinum fyri tveimum vikum síðani. Ta ferðina tapti Føroyar heili 6-0, og hóast talan skuldi verið um ein truplari dyst hesaferð, er málið hjá føroyska liðnum at fáa eitt munandi betur úrslit í Skotlandi.
Dysturin millum Skotland og Føroyar verður spældur leygardagin kl. 15.00.