gjarna gera sítt til, at talan verður um eina heilt serliga framførslu. Tað eru fleiri ár síðani, at Pól Arni gavst sum sangari í bólkinum, men fríggjakvøldið verður tað hann, sum fer at framføra Ormin Langa [...] Langa. Hetta merkir tó ikki, at Pól Arni nú aftur er limur í bólkinum. Frontmaður er enn sum áður Heri Joensen, men hann og hinir í Týr hildu, at tað var upp á sítt pláss, at tað er upprunarøddin, sum framførir
ávarar Havstovan. Neyðugt er, at stovnarnir koma fyri seg aftur sum skjótast. - Sigast kann, at stovnarnir eru í eini undantaksstøðu, og neyðugt er við ógvusligum tiltøkum, so at teir kunnu koma fyri seg aftur [...] sum tó vísir á, at betur stendur til við upsastovninum. - Upsastovnurin hampuliga væl fyri, hóast smávegis tillagingar í veiðutrýstinum eiga at verða gjørdar, sigur Havstovan. Til ber at lesa tilmælið her
aðrar møguleikar, enn at biðja svensku stjórnina um loyvi at veiða kóp. Ein nýggj frágreiðing vil vera við, at avmarkað kópaveiða er í tráð við tey tilmæli, sum koma frá ES og sum eru at finna í Helsinki- [...] Helsinki-sáttmálanum. Eisini verður víst á, at avmarkað veiða kann minka um skaðan í mest hóttu økjunum, meðan arbeitt verður við øðrum fyribyrgjandi arbeiði, so nógvi kópurin ikki skal gerast ein ov stór hóttan [...] . Síðstu áratíggjuni hevur kópastovnurin staðið í støðugum vøkstri, og í Eystursjónum verður mett, at samlaða talið liggur upp ímóti teimum 50.000.
sigur, at Búnaðarstovan sjáldan er í slíkum støðum. Hetta tí, at vanligt er, at Búnaðarstovan einans skal góðkenna festiskifti, og ikki taka støðu til mál, sum fylla nógv í miðlunum. - Vit eru áløgd at fylgja [...] og tað gera vit, sigur Bjørn Patursson, sum vísir á, at nevndin í Búnaðarstovuni, sum hevur tikið avgerð um festið í Fámará, var á einum máli um, at Jens Heri Jacobsen skal hava festið. Í nevndini hava
góðveðrinum í gjár vóru menn farnir undir at byggja eina nýggja sauna úti á keiini í Syðrugøtu. G-festivalurin er vorðin kendur fyri bæði heitar pottar og at hava givið føroyingum ein nýggjan saunakultur [...] finnar, sum eru komnir við pottum og tjøldum, men nú hava gøtumenn so valt at byggja sína egnu sauna. Gøtumenn vóru eisini so óhepnir, at í illveðrinum í vetur skolaðu allir pottarnir til havs. Tí hava teir [...] teir nú gjørt íløgu í 5 nýggjar pottar. Tá so nýggja saunain er komin upp at standa, nýtist ongum at ganga kaldur, skuldi veðrið ikki verið til vildar.
blivnar fleiri í tali. Hóast hetta ber tað ikki til at staðfesta, at fleiri bóghvítuhvalir eru kring Føroyar í dag. Helst er ein orsøk til hetta eisini, at tað nú eru 106 fólk kring alt landið, sum siga frá [...] hjálpa lívfrøðingunum á Planet Whale at skráseta allan bóghvítuhvalin um okkara leiðir. Náttúruverndarfelagið Planet Whale hevur seinastu tvey árini arbeitt við at skráseta bóghvítuhval í Føroyum. Seinasta [...] handan Planet Whale halda til í gamla Vertshúsinum í Niels Finsensgøtu í Havn. Hetta veit Dimmalætting at siga í dag.
Vit fingu at vita frá Villy Søvndal, at í ES fyrireika tey framvegis tiltøk móti Føroyum. Men nei, vit eru ikki blivin klókari, hvørt handilstøkini vera veruleiki, ella tað fer at eydnast at taka upp aftur [...] - Okkara boðskapur er framvegis tann sami, nevniliga at vit til eina og hvørja tíð eru til reiðar at samráðast við hini strandalondini um býtið av norðhavssildini. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
skilagott at skipa ein grunn, sum kann lata endurgjald fyri skaðar, ið standast av illveðri ella náttúruvanlukkum. Tað heldur Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag. Ført hevur verið fram, at tað ber [...] ber ikki til at tryggja seg móti náttúruvanlukkum, og serliga fyri smáar kommunur kann tað gerast sera tungt fíggjarliga at gera slíkar skaðar aftur. Í Kyndilsmessuódnini í 2008 fekk havnarlagið í Hvalba [...] dúva uppá kommunukassan. Tað kostaði 11 milliónir krónur at gera havnalagið í Hvalba aftur, og í gjár var borgarstjórin í Hvalba í løgtinginum at leita sær fíggjarligan stuðul. Hoyr samrøðu við Asbjørn
hagstovuni vísa, at arbeiðsloysið í Danmark minkaði í januar. Tey arbeiðsleysu vóru 3.100 færri, tá mánaðurin endaði, enn tá hann byrjaði, og tað ber í sær, at arbeiðsloysið nú er seks prosent, og at 160.200 vóru [...] Keypmannahavn vísa, at arbeiðsloysið minkaði í øllum aldursbólkum í januar. Tann størsta minkingin var millum tey 25-29 ára gomlu, men tað er tó framvegis í hesum aldursbólkinum, at tað eru flest arbeiðsleys [...] prosent. Minsta arbeiðsloysið er millum tey 60 til 64 ára gomlu, 3,8 prosent. Hagtølini vísa eisini, at arbeiðsloysið er tað sama hjá monnum og kvinnum ella seks prosent hjá báðum kynum.
greitt, at vit høvdu tapt, segði Jórun Ludvig við Rás2 aftaná dystin. Jórun Ludvig staðfestir, at nú verður hvør dystur ein finala, tí tað er púra javnt millum Kyndil og VÍF/Tjaldur í kappingini um at koma [...] stig. Marjun Danberg hjá Neistanum greiddi frá, at tær ætlaðu at kvala dystin beinavegin, og tað eydnaðist við einari 20-8 leiðslu í stegðinum. Tað ber til at hoyra tað, sum Jórun Ludvig og Marjun Danberg