- Skilji ikki alt hóvastákið

- Eg skilji ikki alt hetta hóvastákið, sum hevur verið um festið í Fámará. Tað sigur Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni.

Bjørn Patursson sigur, at Búnaðarstovan sjáldan er í slíkum støðum. Hetta tí, at vanligt er, at Búnaðarstovan einans skal góðkenna festiskifti, og ikki taka støðu til mál, sum fylla nógv í miðlunum.

- Vit eru áløgd at fylgja lógini, og tað gera vit, sigur Bjørn Patursson, sum vísir á, at nevndin í Búnaðarstovuni, sum hevur tikið avgerð um festið í Fámará, var á einum máli um, at Jens Heri Jacobsen skal hava festið.

Í nevndini hava sitið landbúnaðarráðgevin og fyrisitingarleiðarin í Búnaðarstovuni, og hesir hava valt ein triðja nevndarlim úr Búnaðarstovuni.