Ávara um ov lítlar fiskastovnar

Støðan í hýsu- og toskastovnunum er hættislig. Tað sigur Havstovan í einum tilmæli um fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum í fiskiárinum 2013/2014.

- Stovnarnir seinastu árini hava verið søguliga lítlir, og tað hevur álvarsligar avleiðingar við sær fyri bæði vinnu og samfelag, ávarar Havstovan.

Neyðugt er, at stovnarnir koma fyri seg aftur sum skjótast.

- Sigast kann, at stovnarnir eru í eini undantaksstøðu, og neyðugt er við ógvusligum tiltøkum, so at teir kunnu koma fyri seg aftur, ljóðar tað frá Havstovuni, sum tó vísir á, at betur stendur til við upsastovninum.

- Upsastovnurin hampuliga væl fyri, hóast smávegis tillagingar í veiðutrýstinum eiga at verða gjørdar, sigur Havstovan.

Til ber at lesa tilmælið her