- Tað er absolutt skilagott at skipa ein grunn, sum kann lata endurgjald fyri skaðar, ið standast av illveðri ella náttúruvanlukkum.
Tað heldur Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag.
Ført hevur verið fram, at tað ber ikki til at tryggja seg móti náttúruvanlukkum, og serliga fyri smáar kommunur kann tað gerast sera tungt fíggjarliga at gera slíkar skaðar aftur.
Í Kyndilsmessuódnini í 2008 fekk havnarlagið í Hvalba stóran skaða, eins og havnarlagið í Skálavík. Skálavík fekk fíggjarliga hjálp úr landskassnum, meðan Hvalba mátti dúva uppá kommunukassan.
Tað kostaði 11 milliónir krónur at gera havnalagið í Hvalba aftur, og í gjár var borgarstjórin í Hvalba í løgtinginum at leita sær fíggjarligan stuðul.
Hoyr samrøðu við Asbjørn Djurhuus:










