Ein fráboðanarskipan runt Føroyar skal hjálpa lívfrøðingunum á Planet Whale at skráseta allan bóghvítuhvalin um okkara leiðir.
Náttúruverndarfelagið Planet Whale hevur seinastu tvey árini arbeitt við at skráseta bóghvítuhval í Føroyum. Seinasta mánaðin eru skrásetingarnar blivnar fleiri í tali. Hóast hetta ber tað ikki til at staðfesta, at fleiri bóghvítuhvalir eru kring Føroyar í dag. Helst er ein orsøk til hetta eisini, at tað nú eru 106 fólk kring alt landið, sum siga frá og taka myndir, tá ið tey bera eyga við bóghvítuhvalir. Síðani vera fráboðanirnar og myndirnar sendar til náttúruverndarfelagið.
Fólkini handan Planet Whale halda til í gamla Vertshúsinum í Niels Finsensgøtu í Havn.
Hetta veit Dimmalætting at siga í dag.