Kópurin nørist í Eystursjónum

So hvørt sum kópurin nørist í Eystursjónum, ger hann eisini alsamt meira um seg, so fólk í fiskivinnuni ikki síggja aðrar møguleikar, enn at biðja svensku stjórnina um loyvi at veiða kóp.

Ein nýggj frágreiðing vil vera við, at avmarkað kópaveiða er í tráð við tey tilmæli, sum koma frá ES og sum eru at finna í Helsinki-sáttmálanum.

Eisini verður víst á, at avmarkað veiða kann minka um skaðan í mest hóttu økjunum, meðan arbeitt verður við øðrum fyribyrgjandi arbeiði, so nógvi kópurin ikki skal gerast ein ov stór hóttan ímóti fiskivinnuni.

Síðstu áratíggjuni hevur kópastovnurin staðið í støðugum vøkstri, og í Eystursjónum verður mett, at samlaða talið liggur upp ímóti teimum 50.000.