Arbeiðsloysið í Danmark minkar

Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at arbeiðsloysið í Danmark minkaði í januar. Tey arbeiðsleysu vóru 3.100 færri, tá mánaðurin endaði, enn tá hann byrjaði, og tað ber í sær, at arbeiðsloysið nú er seks prosent, og at 160.200 vóru arbeiðsleysir um mánaðsrskiftið.

Tey nýggju tølini hjá hagstovuni í Keypmannahavn vísa, at arbeiðsloysið minkaði í øllum aldursbólkum í januar. Tann størsta minkingin var millum tey 25-29 ára gomlu, men tað er tó framvegis í hesum aldursbólkinum, at tað eru flest arbeiðsleys ella 9,5 prosent. Minsta arbeiðsloysið er millum tey 60 til 64 ára gomlu, 3,8 prosent.

Hagtølini vísa eisini, at arbeiðsloysið er tað sama hjá monnum og kvinnum ella seks prosent hjá báðum kynum.