eg keypti fyritøkuna í Bøgøtu. Mamma mín, Annie Jensen, sála, var fyrsti føroyingur, sum langt afturi í tíðini fór at smyrja og selja smyrjibreyð til fólk. Vit búðu í raðhúsunum í Fjósagøtu, beint við [...] við. - Eg var burtur í eini seks ár. Í Danmark keypti pápi eina krógv, og eg hjálpti honum at dríva krónna í eini 5-6 ár. Sjálv eri eg útbúgvin kondittari hjá Frans Restorff í Havn í 1992, og nú Smyrjib [...] smyrjibreyð her í Bøgøtu, sigur hon brosandi. Charlotte Ellendersen hevur tilsamans átta fólk í starvi – fýra arbeiða í Dadduni og fýra í Smyrjibreyðsbúðini. - Eg leggi stóran dent á, at alt skal vera í lagi, og
døtur: Tann eldra var Alisa, sum var fødd í 1927, og sum doyði í mars 2000. Hon var gift Torbjørni Hjelm úr Vági, og tey búðu í Klaksvík. Og so var tað Tórgerð, sum í dag hevur rokkið teimum áttati. Eisini [...] lýsingini av, hvussu bygdarlív, búseting og flyting, familjulív og forløg í Norðoyggjum hava myndast seinastu hálvtannað hundrað árini: Fyri áttati árum síðani stóð vøggan í Keldhúsinum í Hattarvík, hagar [...] sum var fødd í 1896, var næstelst. Pápin, Símun Petur Thomassen, var úr Svínoy. Mamma hansara var dóttir Líggjas í Keldhúsinum í Hattarvík. Kona Líggjas, Sigga Sofía, var úr Eyðastovu í Svínoy. Hon doyði
fortíðini í huga kunnu gera av, hvussu Klaksvíkin skal bjóða framtíðini av. Søguligu tølini tala sítt týðiliga mál. Í 1903 vóru trý skip í Klaksvík og 500 fólk. Í 1920 vóru 26 skip í býnum og 950 fólk. Í 1936 [...] 1936 var fólkatalið komið upp á 1750, og skipini vóru 50 í tali. Soleiðis øktist fólkatalið við fiskivinnuni. Í 1970 búðu 4300 fólk í Klaksvík, og í 1980 var íbúgvaratalið 4600. Har er fólkatalið enn. Sigur [...] øld. Hann vísir á, at vøksturin í fólkatalinum í grundini steðgaði væl áðrenn 1980. – Longu í 1960 búðu 4200 fólk í Klaksvík, so seinastu 50 árini hevur vøksturin verið heilt lítil. Frá 1900 til 1960,
gongu út í skúlan í Saltnesi, har pápi gisti, meðan hann gekk til úti á Nesi saman við øðrum góðum garpum og gentum. Millum konfirmantarnar var Bartal á Strondum. Mentunarsetur í Saltnesi Skúlin í Saltnesi [...] millum fólk. Við sínum elektriska koyristóli fór hann runt í bygdini, har hann eisini framvegis vitjaði fólk. Hann var altíð vælkomin, har hann kom við sínum framvegis lætta lyndi. Símun Jóhan luttók í øllum [...] hon kvik við drekkamunninum. Í Miklagarði hevur altíð verið eitt sera gestablítt hús. Her hevur verið hjartarúm, so tað munar. Hjá teimum er altíð komið nógv fólk. Ættirnar í bæði borð eru stórar, og tey
sum eitt skifti virka í okkara havøki, skulu noyðast at hava arbeiðsloyvi í Føroyum. Hetta kann í síðsta enda koma at ganga útyvir tað annars góða og gevandi samstarv, vit í nógv ár hava havt við eitt [...] hevur arbeiðsloyvi í Føroyum, kann arbeiða og eitt nú umskipa veiði innanfyri 12 fjóðingar, um hetta bara verður gjørt nakrar fáar ferðir – í einum stuttum tíðarskeiði. Í samrøðuni í Sosialinum helt la [...] soleiðis kravt, at Athena og Poseidon umskipa veiðina í havn – og ikki á opnum havi. Landsstýrismaðurin vísir á, at kravið hjá Fiskimálaráðnum um umskiping í havn hevur eisini nakað við eftirlit við veiði og umhvørvi
fleiri krossar í kalendaran, har Karina skal luttaka í kappingum. Í november verður tað fyrst ironman í Florida, og síðani skal hon vera við í trimum ironman kappingum í 2011. - Tað er øgiliga nógv, tí man plagar [...] búsitandi í Keypmannahavn * 29 ár * Byrjaði við ironman í 2005 * Fyrstuferð hon var við til HM, gjørdist hon nummar 6 í sínum aldursbólki og nr 47 samanlagt. * Vann silvur í ironman fyri professionell í Eysturríki [...] nar, sum eru í Føroyum. Serliga rógving og flogbólt dámdi mær væl, men tað var ikki fyrr enn seinni, at eg fekk eyguni upp fyri Ironman, greiðir Karina frá. Nú hevur hon vant í 5 ár, og í summar megnaði
ningur tikin í nýtslu einaferð í 1980. Men tá vit í desember 1979 høvdu lænt eina rúgvu av fiskakøssum frá Bacalao at flyta bøkurnar úr stásiligu gróthúsunum í J.C. Svabos gøtu 14 yvir í nr. 16, settu [...] almenna. Hon hevur í frítíð síni gjørt samfelagnum nógvar tænastur – eitt nú sum nevndarlimur í Ungmannafelagnum Merkinum, Brúkarafelagnum og Kvinnufelagnum í Havn, sum sera aktiv í átøkunum Kvinnur fyri [...] fyri friði og Fólk fyri friði og sum sjálvboðin vakt í Kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsfelagnum í nógv ár. Við hesum fari eg at takka Marjuni fyri tey tretivu árini, vit arbeiddu undir somu lon. Hon hevur
avreidd í handlinum. Útróðrarpláss var Hvannasund gott. Gamli Mortan í Hvannasundi búði eitt tíðarskeið í Innistovu. Pápi róði út saman við Mortani, tá ið hann bygdi í 1910. Útróðurin gav so nógv av sær [...] sindur afturat. Hvannasund lá væl fyri í mun til útoyggjarnar annars. Tað var ofta, at fiskimenn úr Fugloy og Svínoy lógu veðurfastir í Sundi á veg til hús. Teir búðu í bóndahúsum og gjørdu eisini nyttu fyri [...] yvir 30 mans. Flestu menninir búðu í tí eina lugarinum. Har var sera trongligt, koyggjurnar vóru eisini í trimum hæddum. Skálaberg var ikki stórur. Hann kundi taka 140 tons í saltfiski. Men væl lá fyri at
fáa meira í løn, enn ein tingmaður í Havn, sum kann røkja sítt borgarliga starv lættari, so er at geva suðuroyartingmanninum meira í løn, enn havnartingmanninum. Men tað er at arga fólk, tá tað [...] lønir, nú tey stramma so nógv í almenna húsahaldinum, at tað merkist í hvønn krók í landinum. Uppsagnir eru gerandiskostur, og við einum halli á fíggjarlógini, sum táttar í milliardina ár undan ári [...] ári, so verða tað fólk í øllum samfelagnum, sum fara at merkja sviðan. Fleiri arbeiðspláss hava lækkað lønir heldur enn at siga fólki upp, og í Danmark og í Onglandi hava politikararnir valt at
Eisini arbeiddi mamma í fiski í Gøtu, og hon arbeiddi í eini klædnaverksmiðju, sum danir høvdu í Gøtu, sum æt “Trifa”. Mamma tænti hjá Ragnu og Petur Sofusi Hansen í Havn og í Klaksvík hjá Gerdu og Evaldi [...] var ógiftur, úr Gøtu og inn til okkum at búgva, og har búðu tey so leingi, sum tey livdu. Í fleiri ár vóru vit átta fólk í húsi, og mamma hevði nógv at gera. Omma, abbi og Petur kendu seg væl hjá okkum, [...] nú, mamma er farin, standa urtapottarnir í stovunum í besta blóma og í alskyns litum. Nógvar gávur hava vit fingið frá mammu. Hon var gávumild og stórtøkin, men í gerandisdegnum var hon ansin og oyðslaði