Í eini rundkoyring í Klaksvík vildu teir, sum skipa fyri Føroya Sjómannadegi, seta eitt býarmerki, ið vísti, hvørjum Klaksvíkin hevur livað av seinastu góðu 100 árini. Neyvan grunaðu stigtakararnir, at tann umrøða, ið fór at taka seg upp, skuldi gerast so umfatandi, sum hon gjørdist. Ta fyrstu atfinningina mótvegis húkinum settu tey fram, sum hildu, at list skal vera meira avbjóðandi enn ítøkiliga at seta saman eitt arbeiðarasúmbol. Kundi ikki hingið ein 100-krónuseðil uppi á húkinum? Ella kanska ein heili, sum vísti, at bæði amboð og høvd krevjast fyri at yvirliva í eini broytiligari verð? Og kundi ikki okkurt listarfólk havt gjørt húkin heldur enn ein smiðja, ið jú dugir betur at fáast við jarn enn list?
Kinna Poulsen, ið ummælti húkin stutt eftir, at hann var avdúkaður, fór varliga til verka og staðfesti, at hon hevði altíð elskað Klaksvíkina, tí hon hevði nógv góð barndómsminnir haðani. Hon segði, at hon við størstu virðing fyri línumanninum kundi taka undir við, at línumaðurin hevur uppiborið eitt minnismerki júst í Klaksvík, sum jú er stóri fiskivinnubýurin í Føroyum. So staðfesti hon eisini, at húkurin í rundkoyringini er ikki nakað listarverk, men ein seks metrar høgur húkur, ið er gjørdur við tí í hyggju at koma í eina metbók. Kortini ber til at fata húkin sum eitt minnismerki fyri línumannin á sama hátt, sum akker í býum kring heimin eru minnismerkir um farnar sjómenn, segði hon.
Fiskur skapti vøkstur
Hetta var kanska ikki so galið skoðsmál, um samanberast skal við, hvat stigtakararnir vildu við húkinum. Teir vildu ikki bara seta met, og teir vildu heldur ikki bara gera, sum tey hava gjørt á Mallorka, har húkar standa í fleiri rundkoyringum. Teir vildu júst seta eitt arbeiðarasúmbol upp á sjónligum stað í býnum, sum vísti, at fiskivinnan farnu 100 árini hevur átt lívið í Klaksvíkini. Ein av stigtakarunum, Eyðstein Poulsen, vísti í sambandi við avdúkingina á, hvussu Klaksvíkin hevur ment seg farnu øldina. Sambært honum er ongin ivi um, at skuldi nakað arbeiðarasúmbol reisast í Klaksvík, var húkurin rætta súmbolið.
– Vit vistu væl, at húkurin fór at elva til kjak, og tí nevndi eg í sambandi við avdúkingina, at húkurin skuldi vísa, at meira enn nakað annað hevur fiskivinnan ment Klaksvíkina farnu øldina, men so legði eg aftrat, at spurningurin er nú, hvørjum Klaksvíkin skal liva av tey næstu 50 árini. Hyggur tú at tølum, sum Símun Hansen og Robert Joensen hava kunngjørt í sínum bókum, sæst, at fólkatalið í Klaksvík veksur gjøgnum alla øldina við økta skipatalinum, men um 1980 steðgar vøksturin. Fólkatalið í Klaksvík hevur verið uppi á 5000, men er nú á sama støði sum í 1980, sigur Eyðstein Poulsen.
At húkurin er afturlítandi, er sostatt ongin ivi um, og Eyðstein Poulsen dylur heldur ikki fyri, at húkurin varð reistur fyri at minna fólk á fortíðina, so tey við fortíðini í huga kunnu gera av, hvussu Klaksvíkin skal bjóða framtíðini av. Søguligu tølini tala sítt týðiliga mál. Í 1903 vóru trý skip í Klaksvík og 500 fólk. Í 1920 vóru 26 skip í býnum og 950 fólk. Í 1936 var fólkatalið komið upp á 1750, og skipini vóru 50 í tali. Soleiðis øktist fólkatalið við fiskivinnuni. Í 1970 búðu 4300 fólk í Klaksvík, og í 1980 var íbúgvaratalið 4600. Har er fólkatalið enn. Sigur húkurin tí kanska, at nú er stundin komin at hugsa nýtt, so fólkatalið í Klaksvík aftur kann fara at vaksa?
Kjakevni og ferðsluvandi
Soleiðis kann húkurin væl fatast, sigur Eyðstein Poulsen, ið er ikki sørt ovfarin av, hvussu stóra umrøðu húkurin hóast alt hevur fingið. Herfyri boðaði Landsverk frá, at húkurin økir um ferðsluvandan, har hann stendur nú, og tí skal arbeiðarasúmbolið hjá klaksvíkingum takast niður aftur. Við hesum umsitingarligu harraboðunum úr høvuðsstaðnum hava klaksvíkingar fingið ein felags fígginda, sum kann sameina teir um húkin, hóast teir í fyrstani vóru ósamdir um hann. Skrankapávarnir í Havn, sum aldrin hava egnt ein stamp, skulu so ikki bestemma, hvar klaksvíkingar seta sínar húkar, er vorðið niðurlagið í býnum, og í løtuni togast stigtakararnir og Landsverk um málið á fundum og í teldupostum.
Fjølmiðlarnir eru eisini fegnir um húkin. Hóast húkurin í sjálvum sær bara er eitt jarnpetti í eini rundkoyring eins og tær yvirvaksnu piparbússurnar, ið viðhvørt verða settar í rundkoyringar at arga piparsveinar, skapar hann stórar yvirskriftir í bløðum og loftmiðlum. So seint sum í hesi vikuni varð stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, kallaður í sjónvarpsstovuna at greiða fløkjuna um húkin. Hann greiddi frá, at sambært Nullhugsjónini skal onki standa í vegin fyri bilum, ið kunnu koyra út av landsvegum. Tí er húkurin at meta sum ein ferðsluvandi, segði hann, men legði so aftrat, at so vandamikil er húkurin heldur ikki, at neyðugt er at flyta hann í stundini.
Tá lítið hendir av týdningi, og lítil samhangur annars er í tí, sum hendir, eitt nú í politikki, er ein súmbolsøga sum tann um húkin í Klaksvík kærkomin hjá fjølmiðlunum. Hon er jú fyrst og fremst undirhaldandi. Hvat ólukkan hava klaksvíkingar nú funnið uppá, kunnu fólk í Havn og aðrastaðni skemtandi spyrja, meðan klaksvíkingar afturímóti kunnu floyta eitt langt petti á, hvat onnur halda. Listaummælarar sleppa at harmast um vantandi listarliga virðið í húkinum, ferðslunevndir fáa okkurt at gera, sum fær umrøðu, ídnir internetbrúkarar kunnu leita fram myndir av listprýddum rundkoyringum at samanbera við, og soleiðis mala diskussiónirnar og láturin runt um húkin, ið bara stendur har.
Fjølbroytni dregur fólk
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sum higartil hevur skrivað tvey bind um Klaksvíkar søgu, heldur eins og Eyðstein Poulsen, at áhugavert er at hyggja at, hvussu Klaksvíkin vaks í farnu øld. Hann vísir á, at vøksturin í fólkatalinum í grundini steðgaði væl áðrenn 1980.
– Longu í 1960 búðu 4200 fólk í Klaksvík, so seinastu 50 árini hevur vøksturin verið heilt lítil. Frá 1900 til 1960, tá Klaksvíkin hevði sína glæsiligastu uppgangstíð, var vøksturin sera stórur. Býurin gjørdist fiskivinnuhøvuðsstaður, og fiskivinnumentanin vann seg nógv fram. Hetta hevur so eisini verið avbjóðingin hjá klaksvíkingum, tí við eini so sterkari fiskivinnumentan hevur kanska verið trupult at hyggja aðrar vegir og síggja aðrar menningarmøguleikar. Nú arbeiðsplássini í fiskivinnuni sum heild bara fækka, er greitt, at aðrir menningarmøguleikar eru neyðugir, heldur Hans Andrias Sølvará.
Hann vísir á, at Klaksvíkin fyrra helming av farnu øld var eitt sera fjølbroytt pláss við nógvum íblástri uttaneftir, tí fólk fluttu úr øllum Norðoyggjum til býin at arbeiða og eisini úr Eysturoynni. Í dag flyta fólk ikki á sama hátt til Klaksvíkar. Kortini heldur hann, at nógv verður gjørt fyri at stimbra fjølbroytnið og virkishugin í býnum. Býurin hevur til dømis ungdómshús, íverksetarahús og ein stóran festival, Summarfestivalin, og tílíkt virksemi er í dag neyðugt, skal ein býur draga fólk at sær.
– Í dag flyta fólk ikki endiliga hagar, sum arbeiðsplássini eru. Tey flyta hagar, sum tað er áhugavert at vera. Húkurin í rundkoyringini sigur, at Klaksvíkin vil setast í samband við fiskivinnuna, og hetta er ikki so løgið, tá hugsað verður um søguna. Men hendan rundkoyringin er ikki ein og hvør rundkoyring. Hon er sjálv inngongdin til býin og setir allar klaksvíkingar í samband við fiskivinnuna. Kanska skuldi har staðið eitt mentanarligt verk, ið signaleraði meira fjølbroytni, so bæði fiskivinnan og mentanin komu til sín rætt, sigur Hans Andrias Sølvará.