tónleikastílum. Har tú kemur fyri tónleikin Heðin Ziska Davidsen, tónleikari, hevur verið við í almenna kjakinum um spælistað í Havnini í mong ár. - Nú hava vit tosað um hetta spælistaðið í út við fimm ár [...] eitt annlegg. Á hendan hátt sleppur tú fram at, óansæð hvør tú ert. Tað er eingin, sum skal vurdera, hvør er góður nokk, og tað kann eisini geva góða variatión í tónleikasløgini, ið vera at hoyra. Ikki [...] Asfalt, leiðari í Margarinfabrikkini og ein av stjórunum í Five Star Entertainment, var stigtakari til hesa presentatiónina og bíðar nú spentur eftir at fáa aftursvar frá kommununi. - Tað hevur verið tosað
Hví við í Fame Dánjal – eg varð uppringdur, og spurdur um eg hevði hug at vera við í leikinum. Og tað vildi eg sjálvandi, tí tílíkt hevur altíð havt mín áhuga. Eg havi júst verið í eitt ár á einum tón [...] móti allari venjingini? Dánjal – ja, hatta mást tú helst spyrja Edith um, tí, sum sagt, gangi eg ikki í skúla í løtuni. Eg búgvi saman við míni familju í Danmark, og eg havi ætlanir um at fara niður aftur [...] miðskeiðis í 80´unum. Og tað er næstan bara búnarnir sum vísa, at hetta fyrigongur í 80´unum. Sjálv søgan er so mikið breið og vanlig, at hon kundi fari fram í einhvørjum tíðarskeið. Søgan hevur eitthvørt
konsekvensirnar? Árini framman undan hava vit sæð hvussu fleiri av teimum stórum búskaparøkjunum í høvuðsstaðnum eru vorðin til, í góðum samstarvi við Føroya Jarðarráð. Sama er galandi fyri fleiri av teimum [...] øðrvísi. Tá er opið fyri spekulatión. Lóggávan fyri jørð í Føroyum er so liberal, at ein og hvør, ið hevur pengar, kann ogna sær jørð ? eisini útlendingar. Í prinsippinum kann ein »góðseigari« selja stóran part [...] hetta er ein dugnaligur stættur, ið hevur ment seg nógv seinnu árini. Umstøðurnar at virka undir eru hampuligar ? hóast okkurt kundi verið øðrvísi. Landsstýrið hevur nú lagt uppskot fyri tingið um privatisering
Kvinnuhúsið hevur virkað, hava 154 kvinnur og 137 børn gist í Kvinnuhúsinum, styttri og longri tíðarskeið. Í fjør gistu 14 kvinnur og 6 børn í húsinum. Til samanberingar kunnu vit nevna, at í 1995 gistu [...] neyðarrópið kann vera ymisk, men í nógv flestu førum er harðskapur atvoldin til, at fleiri kvinnur á hvørjum ári kenna seg noyddar at finna friðskjól í Kvinnuhúsinum í Havn eina tíð. Í fjør komu 142 áheitanir um [...] Kvinnan kennir tí í flestu førum mannin, ið fremur harðskapin, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum. Nógvar orsøkir Umleið 20-30 áheitanir koma til Kvinnuhúsið um mánaðin. Í fægstu førum endar
tíð” Jonhard, tú hevur ikki hugt eftir skýggjunum ella vindinum. Tú hevur ótroyttiliga sátt og heystað. Fylgt tínum hjarta fyri móðirmálinum og lagt títt lív og alla lívsorku í tað. Tú hevur verið lærari [...] veruleikanum samfelagið. Hetta hevur sett mentafólki sólina, sum hevur kastað sólargeiðslar aftur á okkum øll. Men onkur hevur sett hesi megnar fólk í sólina. Tað hevur tú Jonhard. Tí tæna øll hesi tiltøk [...] Soleiðis skrivaði tú teg eisini í norðurlendsku málsøguna. Í gundgevingum og røðum í samband við hesar stóru heiðurslønir verður millum annað sagt um teg; Jonhard hevur í skjótt 40 ár arbeitt við og fyri føroyskum
Seinastu árini hevur Goodiepal vitjað nakrar ferðir í Føroyum. Á G! Festival 2005 hevði hann tvær framførslur í Køstinum; listainnleggingini, ið Ole Wich og Tummas Jákup Thomsen gjørdu í einum gomlum, [...] farnum virkishúsi í Gøtu. Nú kemur hann aftur at hava verksmiðju í tónleikakompositión í Norðurlandahúsinum tann 14. og 15. mars. Aftanfyri pallin »Flest øll hava ongantíð hoyrt um mannin, men hóast tað [...] fuglin, ið var útstillaður í Køstinum á G! 2005, og traditionellar, stoyptar klokkur. Útviklingin, ið Goodiepal hevur verið ígjøgnum seinastu tíggju árini, botnar í einari orsøk; í einum ævigum forvitni eftir
Fótbóltur Við sínum 62 landsdystum á baki hevur Julian Johnsson verið millum teir heilt drúgvu á føroyska landsliðnum. Og stríðsmaðurin í Svendborg hevur eisini sínar metingar um komandi landsliðsvenjaran [...] Føroya. Eg meti, at íslendingurin Teitur Thordarsson, sum í løtuni er í Kanada, kundi passað væl til føroyska landsliðið. Eg havi tó ikki innlit í lønarviðurskiftini hjá FSF, og kann tí ikki siga, um tað [...] Julian Johnsson. Hevur tjóðskapurin nakran týdning? - Ja. Føroyar er eitt lítið og sterkt oyggjarsamfelag, og øll hava sína meining um landsliðsvenjaran. Ein útlendskur venjari hevur sum uttanveltaður
bara sum í dag. Í gjár var eg einsamallur her, og í dag er húsið fult av fólki sum koma á skeið. Soleiðis fært tú eisini nøktað tín sosiala tørv her á staðnum. - Og í gjárkvøldið (mikukvøldið í farnu viku [...] stigið, sum hevur givið honum nøkur nýggj virðir í lívinum. - Hvørji hesi virðini eru? Jú, friðurin - henda róin, at kunna vera púra einsamallur í bygdini, tí eingin annar býr her. - Sært tú, tað er henda [...] merkja seg sjálvan og vera í samband við seg sjálvan. Skal eg siga sum er, so hevur tað faktiskt verið ein gleðilig uppliving, sigur Poul Jákup. Felagsskapur í einseminum At búgva í Havn og á Skarvanesi er
u, og kanska enntá fara á konsert í Gøtu í annaðkvøld. Lat tíni egnu oyru og sinni verða førd inn í ein stað, sum tú ikki hevur sæð, men sum onnkursvegna altíð hevur vitað, var til. [...] og gjøgnumført, at tú ivast til tíðir ikki í, at sálin í hesi kvinnu er elligomul. Tá hon syngur ?Som den gyldne sol frembryder? hjá Kingo ljóðar tað, sum hevur hon sitið í Tjørnuvík í eini 74 ár og sungið [...] at tú verður drigin innar við í tónleikin og kennir teg heima har eina løtu. Eitt av løgunum á fløgunum byrjar stuttligt nokk við orðunum ?tú komst og beyð mær inn, til staðið, sum ongin hevur sæð?. Hetta
byrjar ella endar. - Tú arbeiðir, tá tú hevur hug, og tá klárt er at fylla betong í, sendir tú boð eftir betongbilinum - ella, tú velur at blanda betongið sjálvur og fyllir í uppsetingina. Tú avger ferðina sjálvur [...] Sp/f Vind í Saltangará, sum í fleiri ár hevur verið veitari av dygdargóðum vindeygum og hurðum úr plasti, træi og træ-alu umframt góðum og sterkum garasjuhurðum, hevur í eina tíð eisini verið veitari av [...] men her í Føroyum hevur tað tikið sína tíð at síggja henda frálíka byggimøguleika. Men, nú hevur Sp/f Vind rættiliga vindin í seglunum við byggiblokkum. - Serliga seinastu tíðina hava vit sæð, at áhugin