Petur Jensen ummælir:
Seinasta sunnukvøld var konsert við Eivør Pálsdóttir niðri í Meiarínum í Havn, í samband við at hon júst hevur givið nýggja fløgu út. Konsertin var skipað soleiðis, at flestu áskoðararnir vóru innbodnir, also fólk, ið hava stuðlað útgávuni, fjølmiðlar (ið annars als ikki møttu), vinir, familja og kenningar, umframt at konertin eisini var almenn. Eg má viðganga, at hóast eg havi hoyrt hetta orkestrið spælt einar 234 ferðir eftirhondini, so var eg rættiliga spentur hetta kvøldið, tí eg hevði sum so slett ikki hoyrt nakað av fløguni, og tí var eg eitt sindur forvitin at finna út av, hvørja leið fløgan fór at traðka. Og eg má siga, at eg varð ikki vónsvikin.
Konsertin, eins og fløgan, eigur teg longu frá byrjan. Ofta verður tosað um, at ein listarmaður ?letur seg úr? í síni list, men hetta kvøldið kendi eg tað, sum var tað eg, áskoðarin, ið varð latin úr. Eivør byrjaði einsamøll við ófatiliga vakra lagnum ?Um eg kundi kvøðið?, sum tíverri ikki er við á fløguni, men aftaná hetta komu Búi Dam, Brandur Jacobsen og Mikael Blak, ið eru tann serstakliga væl spælandi og kompetenta trio?in, ið spælir tónleikin á fløguni, inn á pallin, og ferðin inn í fløguna kundi byrjað. Á konsertini høvdu tey eisini fingið avgjørt kompetenta hjálp á ljómborðinum, við tað at Magnus Johannessen spældi við í einum 3 løgum, sum hann krýndi við eini vakrari og góðari solo. Á fløguni er tað Tróndur Bogason, ið spælir hesi ljómborð. Eitt annað, sum eg haldi meg hava lagt merki til, tá eg eri á konsert við Eivør og teimum er, at tað næstan altíð er pinnastilt inni tað fyrstu longu løtuna. Næstan sum er man bangin fyri at bróta atmosferuna við onkrum óneyðugum ljóði. Men hetta er eisini styrkin, bæði við fløguni og konsertini. Tónleikurin er tættur, nakin, samansettur og heilt ómetaliga intensur, og hetta ger, at tú verður drigin innar við í tónleikin og kennir teg heima har eina løtu. Eitt av løgunum á fløgunum byrjar stuttligt nokk við orðunum ?tú komst og beyð mær inn, til staðið, sum ongin hevur sæð?. Hetta er ein kensla, sum eg haldi sermerkir tónleikin og sangirnar hjá Eivør Pálsdóttir.
Eitt, sum altíð hevur undrað mong er, hví Eivør hevur valt at spæla hetta slag av tónleiki, ið mest kann kallast nýmótans jazzur/vísufólkaligur tónleikur, tá hon hevur eina rødd, ið saktans kundi borið hana langt inn í poppheimin. Til hetta svarar Eivør, at hon við síni fyrstu fløgu heldur vil sleppa inn til røturnar, til har, hon kemur frá. Og hetta hevur eisini eydnast henni til fulnar, má sigast. Úrvalið av sangum á fløguni er sera spennandi, og fevnir frá glaðum popputum vísusangi, gjøgnum sopransang og vøgguvísur yvir til Kingo sang. Hetta má sigast at vera ikki lítið av einum bragdi, tá ein 17 ára gomul kvinna fær við síni rødd spent seg so víða. At hon syngur sangir hjá Regini Dahl, Hanusi Johansen, Kingo og Búa Dam, so væl, sterkt og gjøgnumført, at tú ivast til tíðir ikki í, at sálin í hesi kvinnu er elligomul. Tá hon syngur ?Som den gyldne sol frembryder? hjá Kingo ljóðar tað, sum hevur hon sitið í Tjørnuvík í eini 74 ár og sungið Kingo, ella tá hon syngur ?Silvurkannan?, við lagnum hjá Regini Dahl, ljóðar tað, sum hevur hon sungið sopran á hægsta støði. Men tey allar sterkastu løgini, sum sita eftir, eru fyri mær vøgguvísurnar. Fyrst er tað ?Lítla barnið?, ið er ein vøgguyrking, sum Sædis, mamma Eivør, hevur skrivað til síni børn, og er hetta eisini ein vøkur staðfesting av, at venda aftur til sínar røtur, at syngja eitt lag, sum mamman, har hon kemur frá, hevur skrivað. Síðani er tað vísan ?Jesuspápin?, sum Búi Dam hevyr skrivað yvir eina vísu, hann lærdi sum smádrongur. Hetta er, eftir míni persónligu meting?, kanska tann allarvakrasta vøgguvísan, sum nakrantíð er skrivað. Hvussu hon fangar andan í hesum lítla drongi, ið sendir eina bøn til ein Jesuspápa, áðrenn hann fer at sova, men samstundis fangar hon eisini kenslur, sum øll vaksin kenna til. Men hetta er, sum áður sagt styrkin á fløguni.
Henda fløga hevur, meiri enn fleiri aðrar, megnað at fangað ein anda, sum liggur í sangunum. Ein andi, ið er djúpt rótfestur í teirri føroysku sálini, og ein arvur, sum vit alt og ofta gloyma at vit hava fingið. Tí er henda fløga eisini neyðug. Tónleikurin er ikki til spillis. Ein kundi ofta havt hug at hildið, at allir hasir jazzarnir hava alt ov góðan hug at reypa og tvætla og improvisera í allar ævir, men soleiðis er als ikki á fløguni. Tónleikurin er beinrakin, nakin, tættur, turrur og erligur. Her eru ongar óneyðugar finessur, sum ongum øðrum siga, enn tónleikarum sjálvum. Men har er eisini ein broddur, ella eitt slag av dirvi. Serliga hugsi eg um sangin, sum Pól F. hevur skrivað ?Føroyar, mín móðir?, sum Eivør hevur gjørt eitt nýtt lag til. Her flippar tónleikurin eitt sindur út í byrjanini, og eg verði ikki kløkkur, um onkrir av føroysku mentanaroddafiskunum allarhelst fer at krympa endatarmin tá hann hoyrir tað. Men hetta prógvar eisini, at tey standa við sín tónleik, og framføra hann eins nakið og erligt og tey gera á konsertum.
Fløgan er upptikin so gott sum live (beinleiðis) øll sum hon er. Onkrar hissini røddir og okkurt annað petti er tikið upp aftan á. Men donsku teknikarnir hava við sera stórum hegni megna at sett eina fløgu saman, sum ljóðar heilt ótrúliga væl. Hon ljóðar so turr, at man næstan heldur Eivør standa inni í stovuni hjá tær og syngja. Tey vóru niðri í ein góðan mánaða og tóku upp, mest orsakað av at teir, sum eru so týdningarmiklir sum guitaristar og bassistar funnu út av, at tað hevði verið eitt hugskot at skorið seg í hendurnar, og hetta seinkaði gongdina so mikið, at Hans Nielsen, ið átti studio, og stóð fyri tí mesta mátti leypa frá, og aðrir komu til, men hetta hevur ongan skaða gjørt.
Kenslurnar, eg siti eftir við, bæði aftaná konsertina seinasta sunnukvøld, og her í kamari mínum, eftir at hava hoyrt fløguna nakrar ferðir eru fleiri. Millum annað kann eg við einum lítlum skálkasmíli staðfesta, at Eivør og tey prógva, at sorgblídni ikki er nakað neiligt og niðurbrótandi hugtak, men nakað, sum kanska er tað vakrasta, sum er til. Løg, sum ?Ástarstund?, ?Randaðu rósur?, ?Jesuspápin? hava til dømis øll heilt jaligar tekstir, men verða í framburði, bæði í sangi og tónleiki, latnir í eitt sorgblídni, ið spøkir inni í tær, soleiðis at tú hoyrir sangirnar fyri tær leingi aftaná at fløguspælarin er sløktur.
Tí vil eg ráða fólki til at ogna sær hetta petti av føroyskari tónleikasøgu, og kanska enntá fara á konsert í Gøtu í annaðkvøld. Lat tíni egnu oyru og sinni verða førd inn í ein stað, sum tú ikki hevur sæð, men sum onnkursvegna altíð hevur vitað, var til.