KVINNUHÚSIÐ
Hvønn dag vendir ein kvinna sær til Kvinnuhúsið við eini áheitan um hjálp. Orsøkin til neyðarrópið kann vera ymisk, men í nógv flestu førum er harðskapur atvoldin til, at fleiri kvinnur á hvørjum ári kenna seg noyddar at finna friðskjól í Kvinnuhúsinum í Havn eina tíð. Í fjør komu 142 áheitanir um hjálp til Kvinnuhúsið, ella Kreppumiðstøðina, sum húsið eisini verður nevnt, vegna harðskap, tó okkurt árið hevur talið ligið væl hægri.
- Harðskapur kann vera so nógv, bæði likamligur og sálarligur, og í flestu førum verður hann framdur av núverandi ella fyrrverandi monnum, sambúgvum og vaksnum synum. Kvinnan kennir tí í flestu førum mannin, ið fremur harðskapin, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum.
Nógvar orsøkir
Umleið 20-30 áheitanir koma til Kvinnuhúsið um mánaðin. Í fægstu førum endar áheitanin við gisting. Umframt harðskap eru sundurlesing, hjúnaskilnaður, misnýtsla, ótrúskapur, fosturtøka, blóðskemd, neyðtøka, fíggjarligir og sálarligir trupulleikar orsøkir til, at kvinnur venda sær til stovnin um hjálp. Hesi tíggju árini, Kvinnuhúsið hevur virkað, hava 154 kvinnur og 137 børn gist í Kvinnuhúsinum, styttri og longri tíðarskeið. Í fjør gistu 14 kvinnur og 6 børn í húsinum. Til samanberingar kunnu vit nevna, at í 1995 gistu 18 kvinnur og 24 børn og í 1999 gistu 21 kvinnur og 28 børn.
- At færri kvinnur gistu í fjør í mun til undanfarnu ár, er av tilvild, tí vit vita, at harðskapurin er støðugur. Møguliga er ein orsøk til minkingina, at kvinnur hava betri umstøður at fara, og at tær fara fyrr frá manninum, sum fremur harðskap ímóti teimum. Tá kvinnur koma á Kreppumiðstøðina, hava onnur fólk, kanska onkur í familjuni ella onnur, ið standa viðkomandi nær, hjálpt ella eggjað kvinnuni at taka stigið at fara, sigur Elin Reinert Planck.
Vanliga fara kvinnurnar úr Kvinnuhúsinum eftir tríggjar mánaðir ella meir í egna íbúð. Onkur fer aftur til mannin.
- Vit síggja sjáldan somu kvinnurnar aftur.
Sundurbrotnar kvinnur
Rúsevni er ein trupulleiki, ið í fleiri førum er tengdur at harðskapi. Tá er tað maðurin, ið er misnýtari, sum fremur harðskap ímóti kvinnuni. Ein harðskapsrakt kvinna er ikki ein kvinna, sum hevur fingið ein lúsing ella hevur verið til hendurs við mann sín. Ein kvinna er rakt av harðskapi, um hon er fyri endurtiknum og álvarsligum harðskapi ella álvarsligum hóttanum um harðskap. Grovleikin og álvarsemin í tí likamliga harðskapinum er eyðsýndur. Oftast er talan um bæði nevasløg, spark og tveitan í veggir ella innbúgv. Hon er løstað likamliga og sálarliga, stundum í lívshóttandi mun.
- Nógvar kvinnur verða sundurbrotnar. Talan kann eisini vera um kvalaratøk og annað, ið veruliga setur lívið hjá kvinnuni í vanda, og nógv dømi eru um, at tað væl kundi endað verri, sigur Elin Reinert Planck.
Kvinnurnar, sum seta seg í samband við Kvinnuhúsið, koma úr øllum løgum í samfelagnum. Talan er sostatt um kvinnur, sum eru væl fyri arbeiðsliga, fíggjarliga, sosialt og í aðrar mátar.
- Hjá kvinnuni, sum er væl fyri í samfelagnum, er nóg mikið at ringja til okkara og fáa vegleiðing, tí hon hevur ofta ein fíggjarkarm, sum ger, at hon hevur nakrar valmøguleikar. Kvinnurnar, sum flyta til okkara, hava í stóran mun tørv á tryggleikanum, vit kunnu veita teimum, tí tær hava livað í eini kreppu í langa tíð mangan. Vit hjálpa teimum síðani at gerast tær kvinnurnar, tær vóru áðrenn, eitt nú við at fáa tær at seta orð á tað, sum teimum hevur verið fyri. Við at tosa um tað, teimum hevur verið fyri, finna tær út av, hvat tær kunnu og eiga at gera fyri seg sjálvar.
Kvinnan upplivir ofta harðskapin, í øllum førum í eitt tíðarskeið, sum nakað óveruligt og roynir at lata sum onki er farið fram.
- Kvinnan kennir seg tóma innan, leggur lok á sínar kenslur, og tigur pínuna burtur, sigur Elin Reinert Planck.
Børnini vitni
Harðskapurin fer oftast fram í heiminum, har øll áttu at kent seg trygg. Og børnini eru ofta einastu vitni, til tað sum fer fram.
- Børnini eru antin beinleiðis ella óbeinleiðis fyri harðskapi. Tey royna at verja mammuna og eru tá beinleiðis uppií, ella tey eru stødd í sama húsi og hoyra hvat fer fram.
- Tey eru avgjørt ávirkað av tí, tey hava sæð, men gentur og dreingir vísa tað ymiskt. Dreingirnir eru meiri útvendir enn genturnar, sum eru rættiliga stillar. Børnini eru ógvuliga vakin yvir fyri mammuni, og eygleiða okkum starvsfólk nógv og væl fyri at vita, um eisini vit gera okkum inn á mammuna. Hetta eru børn, sum hava fingið nakrar royndir og upplivingar, tey áttu at verðið spard fyri. Vit eggja børnunum til at tosa um pápan og vera góð við hann, tí hann rúmar nærum altíð kenslur fyri teimum. Tað er umráðandi at fyribyrgja, at børnini hoyra negativa umtalu av pápanum. Hinvegin sleppa tey at siga tað, sum liggur teimum á hjarta, og vit hoyra børnini siga, at ?babba er býttur, tí hann slær?, men eisini, at ?babba er fittur?, sigur Elin Reinert Planck.
Ein av avleiðingunum av harðskapinum er, at kvinnan verður avbyrgd frá familju og vinum. Ofta tí, at maðurin er øvundsjúkur.
- Hon skammast av at vera fyri harðskapi og er ikki frí fyri at kenna seg lutvíst seka í tí, ið fer fram. Soleiðis er mangan í heimum, har álvarsligir trupulleikar eru. Eisini er vónin um, at harðskapurin heldur uppat, tí hann angrar og lovar, at tað hendir ikki aftur. Tað er umráðandi hjá kvinnuni at tosa við onnur um harðskapin og eisini at vita, at hon ikki er einsamøll um at vera í sínari støðu, sigur Elin Reinert Planck.
Ráðgeving
Kvinnur kunnu venda sær til Kvinnuhúsið og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleikum. Tann, ið ringir nýtist ikki at siga navn ella at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er. Kvinnur kunnu gista saman við børnum sínum í eina avmarkaða tíð. 1. oktobur hevur Kvinnuhúsið virkað í ellivu ár. Tvey starvsfólk starvast í húsinum burturav, og 35 sjálvboðin skiftast um at ganga á vakt.