Landsliðsvenjarin skal vera útlendingur

- Ein útlendskur venjari hevur sum uttanveltaður lættari við at vera objektivur viðvíkjandi landsliðsúttøkum, samanborið við ein lokalan føroying, sigur Julian Johnsson, sum hevur sínari greiðu metingar um komandi landsliðsvenjaran

Fótbóltur

 

Við sínum 62 landsdystum á baki hevur Julian Johnsson verið millum teir heilt drúgvu á føroyska landsliðnum. Og stríðsmaðurin í Svendborg hevur eisini sínar metingar um komandi landsliðsvenjaran.

- Landsliðsvenjarin má hava royndir sum yrkisleikari og venjari úr Evropa, og gjarna hava góð úrslit at vísa á. Hann skal kunna laga seg eftir ymsum fótbóltskulturum. Soleiðis er lættari hjá honum at skilja føroyska hugburðin, og samstundis geva av sær við sínum fakligu og menniskjaligu eginleikum. Hann skal hava mál í sínum starvi, sum passar til føroyska landsliðið, sigur Julian Johnsson, sum metir tað vera neyðugt, at komandi landsliðsvenjari umboðar Føroyar á positivan hátt, so føroyskir leikarar kunnu royna seg uttanlands.

- Og hann má og skal duga at fáa tað besta burturúr einstaka leikaranum og vera róligur og umhugsin, tá hann tosar við fjølmiðlarnar, staðfestir Julian Johnsson.

Hevur tjóðskapurin nakran týdning?

- Ja. Føroyar er eitt lítið og sterkt oyggjarsamfelag, og øll hava sína meining um landsliðsvenjaran. Ein útlendskur venjari hevur sum uttanveltaður lættari við at vera objektivur, samanborið við lokalan hugburð og sjónarmið viðvíkjandi landsliðsúttøku. Og tað eru leikararnir greiðir yvir. Harvið er ikki sagt, at føroyingar ikki kunnu roynast væl sum venjarar uttanlands.

Realistisk sæð, hvønn sært tú sum komandi landsliðsvenjara?

- Colin Calderwood ljóðaði sera áhugavert. Tað hevði eisini verið áhugavert at fingið ein mann sum John Faxe Jensen til Føroya. Eg meti, at íslendingurin Teitur Thordarsson, sum í løtuni er í Kanada, kundi passað væl til føroyska landsliðið. Eg havi tó ikki innlit í lønarviðurskiftini hjá FSF, og kann tí ikki siga, um tað er realistiskt ella ikki, sigur Julian Johnsson.