hava tey onki fiskað í fjør og tí tykist tað løgið, at tey nú skulu hava størri kvotu fyri neyðini. Formaðurin í Felagnum Nótaskipum sigur, at á fundinum í Fiskimálastýrinum 26. januar, sum Jørgen Niclasen [...] ið hjá felagnum Nótaskipum. Atli Hansen, formaður í felagnum, sigur, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur ikki satt, táið hann í útvarpinum og Sosialinum týsdagin greiddi frá, hvussu [...] Aage Ellefsen fyri Krúnuna og formaðurin í Reiðarafelagnum. ? Landsstýrismaðurin heitti á partarnar um at finna eina semju og hann heitti eisini á formannin í Reiðarafelagnum um at hjálpa til at finna
stovnum og kommunum. Henda lóg skal avloysa lóg um arbeiðaravernd, sum kom í gildi 1. januar 1975. Grønlendska lógin fyrimynd ? Í 1988 álegði landsstýrismaðurin Arbeiðsumhvørvisráðnum at gera eitt fullfíggjað [...] okkara, og hevur orðaskifti verið um ymsar reglur, sum galdandi vóru í hesum londum, og um tær áttu at verið settar í gildi í Føroyum eisini. Høvuðsendamálið hjá ráðnum hevur tó verið at fáa eina lóg, sum [...] ÓLAVUR Í BEITI Finnbogi Arge hevur lagt uppskot fram um arbeiðsumhvørvislóg, og sigur hann enda-máli við uppskotinum verða, at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóði
at Javnaðarflokkurin ikki er samdur í høvuðsætlan landstýrisins um at skipa Føroyar sum fullveldi, og tí leggur hann ikki í at vera samdur við landsstýrið um smálutir í sáttmálauppskotinum. ? Tá vit ikki [...] og skal hetta henda antin við einari kapitalisering ella við einari javnari niðurgongd í stuðulinum fyri hvørt ár í hesum tíðarskeiði. Høgni Hoydal váttar fyri Sosialinum, at hetta uppskot helst fer at [...] at verða lagt á samráðingarborðið á næsta samráðingarfundinum, ið verður hildin fyrst í mei mánaði. Varaløgmaður heldur, at væl skuldi borið til at fingið danir at tikið undir við slíkum uppskoti, men um
gving í Føroyum er føroyskt ella danskt ábyrgdarøki? Og so vildi hann eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum metir, at tyrlutilbúgvingin í Føroyum er nóg góð og munadygg, soleiðis [...] partanna millum, sum er í gildi enn. Tyrlutænastan er ein partur av bjargingartænastuni og í nógv ár hevur tann danska tyrlan á sjóverjuskipum teirra verið nýtt til hesa uppgávu. Í nógvum førum verður eisini [...] ÓLAVUR Í BEITI Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, spurdi fiskimálaráðharran tveir spurningar, og vildi Torbjørn Jacobsen fyrst hava at vita, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum metir, at tyrlutilbúgving
við foreldrum og ferðaðust í Leirvík hjá ommu. Eg minnist hesar feriur sum eina glaða tíð ? vit spældu inni í stovuni, runnu runt um húsini, vóru á seiðabergi og spældu í fjørini. Og so allar føðingardagarnar [...] hildu fyri tær í august mánaði. Øll hesi minni eru rík at kunna líta aftur á. Nú tá familjan aftur fer at hittast, vil tað altíð vera ein, ið manglar, men Súsanna tú vilt altíð vera við okkum ? í hjørtum okkara [...] viðførdi at fólk hildu nógv av tær. Súsanna, tú vakti ómetaliga stóra gleði í familjuni, eftir at foreldur tíni høvdu verið einsamøll í 12 ár og ikki væntaðu at fáa nakað barn. Tú komst sum ein sólstrála, ja
byrjan í Danmark og Europa sum heild í ár. Við eini sølu uppá 12,2% av marknaðinum bleiv Toyota mest selda bilmerki í Danmark í januar- og februarmánað. Kelda: Toyota Danmark A/S Renault Scénic RX4 Í juni [...] hjólstrekki. Scénic RX4 hevur 2.0 motor við 140 hk, permanent 4 hjólstrekk, ið er gjørt í samstarvi við Steyr Daimler Puch í Eysturríki. Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S
Vágar, á svartalista. Ræðast at skipa seg Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tey, sum arbeiða í hesi vinnuni, ræðast fyri at skipa seg í felag og tí verður neyðugt at seta tey hotell, gistingarhús [...] vilja hava fólk, sum eru limir í fakfelag í starvi, ella sum ikki halda sáttmálan. Og tað er eisini longu nú greitt, at tiltøkini, sum Føroya Arbeiðarafelag fer at seta í verk ímóti gistingarhúsunum og [...] g hevur samstarv við Nordisk Union og síðst í mai mánaði kemur Nordisk Union til Føroya at hava stýrisfund. Hesin fundur verður hildin á Hotell Vágum. Og í hesum føri var tað ikki trupult avgerð at velja
telefonnummrum á internetinum ella á annan hátt. Teleforlagið legði telefonbókina á internetið í august mánaði í fjør, og fyrstu tíðina vóru um 350 brúkarar á síðuni um dagin. Hetta eru ymiskir brúkarar, tí [...] nýggjari og neyvari upplýsingar um telefonfelagar í landinum. ? Tað eru eisini nógv fleiri møguleikar at leita í telefonbókini á internetinum, enn tað eru í vanligu telefonbókini. Tað ber til at leita upp [...] á fløgu, sum Teleforlagið gevur út. Nýggj og dagførd fløga kemur út í mai mánaði. Mest tað einfalda Tað eru nógvir leitimøguleikar í telefonbókini á internetinum. Tað ber til leita eftir einum telefonnummari
og hóast munurin onkuntíð tødnaði, so øktist hann fyri tað mesta, og rættuliga í vanda kom sigurin ongantíð. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin heilt uppi á tíggju málum, men seinastu løtuna fekk [...] avrikinum sunnudagin, at tær hóast alt eiga at verða roknaðar millum bestu kvinnulið í landinum. Hóast útskiftingin á liðnum í ár hevur verið nakað stór, so er dygdin á leikarunum uttan iva nóg góð, men hinvegin [...] eftir at tær fyri á leið eina mánaði síðani taptu fyri Stjørnuni, og harvið mistu møguleikanum fyri gullmerkjunum, hevur tað verið sjónligt, at leikararnir ikki hava lagt so nógv í avrikini. Sunnudagin fingu
mesta nakar leikari hevur skotið í einum einstøkum dysti hetta kappingarárið. Gamla metið fekk John Petersen, tá hann í dystinum millum VÍF og StÍF í Vestmanna hin 30. januar skeyt heili fimtan mál. Hetta [...] sum skjóta flestu málini, at fólk leggja mest til merkis. Hetta er allarhelst eisini galdandi í hondbólti, og í so máta fekk Áki Olsen rættuliga gjørt vart við seg, tá hann sunnudagin saman við liðfeløgunum [...] loyvi at eiga í knappar tveir mánaðir. Hesi seytjan málini førdu samstundis við sær, at Áki er ovast á máltindinum, nú bert eitt umfar restar av kappingarárinum. Til stuttleikar kann nevnast, at í sama dysti