Jørgen Niclasen sigur ósatt

? Eingin eigur at fáa kvotu bara til at selja. Jørgen Niclasen sigur ósatt um býti av sildakvotunum, sigur Atli Hansen, formaður í Felagnum Nótaskipum

?Eingin eigur at fáa kvotur, bara við tí fyri eyga at selja hana aftur.

Tað er grundjónarmiðið hjá felagnum Nótaskipum.

Atli Hansen, formaður í felagnum, sigur, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur ikki satt, táið hann í útvarpinum og Sosialinum týsdagin greiddi frá, hvussu frystiskipini Fram, Pelagos og Krúnan høvdu fingið sína sildakvotu.

? Tað er ikki rætt, at tað upprunaliga varð býtt javnt ímillum nótaskipini og frystiskipini.

Í fyrstani var so gott sum øll kvotan latin nótaskipunum, men John Petersen, sum tá umsat fiskivinnumál, heitti á Felagið Nótaskip um at taka upp samráðingar við teir, sum áttu Fram og Pelagos, tí at hesir høvdu søkt um at fáa onnur og størri skip, men at inntøkugrundarlagið var ov lítið.

? Vit samdust við Fram og Pelagos um eina kvotu og hetta góðkendi landsstýrismaðurin. Men avtalan var eisini, at varð kvotan ikki brúkt, skuldi hon fella aftur til nótaskipini.

Atli Hansen sigur, at landsstýrismaðurin læt tá frystiskipunum eina felagskvotu uppá 5.000 tons. Eisini Prestland kom upp í hetta býtið og sostatt vóru tað trý skip, sum høvdu loyvi at fiska av hesi felagskvotuni.

Seinni var loyvið hjá Prestland flutt Krúnuni, sum felagið Djúphav eigur.

Atli Hansen sigur, at sum ein og hvør kann fáa at vita frá Fiskimálastýrinum, hava Fram og Pelagos gjørt minni enn lítið burturúr at fiska sild hesi árini, tey hava havt kvotu.

? Eitt nú hava tey onki fiskað í fjør og tí tykist tað løgið, at tey nú skulu hava størri kvotu fyri neyðini.

Formaðurin í Felagnum Nótaskipum sigur, at á fundinum í Fiskimálastýrinum 26. januar, sum Jørgen Niclasen sipar til, vóru umboð fyri Felagið Nótaskip, teir, sum eiga Fram og Pelagos, Svend Aage Ellefsen fyri Krúnuna og formaðurin í Reiðarafelagnum.

? Landsstýrismaðurin heitti á partarnar um at finna eina semju og hann heitti eisini á formannin í Reiðarafelagnum um at hjálpa til at finna eina loysn.

Dagin eftir, 27. januar, skrivaði felagið Nótaskp til Landsstýrið, har vit endurtóku, at vit sóu onga orsøk til at hækka kvotuna hjá frystiskipunum.

Eitt nú søgdu vit, at vit halda tað ikki vera rímiligt, at kvotur, sum eru lætnar sum hjáveiðikvotur fyri at geva atgongd til ávís øki, ella ein ávísan fiskiskap, kunnu menna seg til at blíva sjálvstøðugar kvotur. Vit halda eisini, at skip, sum eru flutt inn undir ávísum hámarki, framvegis eiga at vera undir hesum hámarki.

Vit boðaðu frá, at eitt grundsjónarmið hjá felagnum er, at eingin eigur at fáa kvotur bara til at selja.

?· Frystiskipini Fram og Pelagos, hava ikki verið í uppsjóvarvinnu leingi. Tey hava lagt um til gulllaks og rækjur og nú tykist, sum um teir ætla at gevast heilt, tí tað sigist, at teir hava selt gulllaksakvoturnar til botnfiskatrolararnar.

? Endamálið við at biðja um størri kvotur til hasi skipini, kann tí bara vera við sølu fyri eyga, søgdu vit við Landsstýrið.

? Tíverri fingu vit so syndarliga rætt, sigur Atli Hansen. Í somu viku, sum Fram og Pelagos fingu umleið 1.100 tons av sild í part, og eitt sindur av makreli, omaná kvotuna, skrivaðu eigararnir undir sølusáttmála.

Hann sigur, at sum skilst, var søluprísurin væl omanfyri tað, hann hevði verið, um silda- og makrelkvotan, ikki varð hækkað.