Verandi tyrlutilbúgving er ikki nóg góð

? at hon tryggjar bæði sjófólki og útoyggjafólki ta bestu og neyðugu trygdina, sigur Jørgen Niclasen í svari til Torbjørn Jacobsen sum hevur spurt um tyrlutilbúgving í Føroyum

ÓLAVUR Í BEITI


Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, spurdi fiskimálaráðharran tveir spurningar, og vildi Torbjørn Jacobsen fyrst hava at vita, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum metir, at tyrlutilbúgving í Føroyum er føroyskt ella danskt ábyrgdarøki? Og so vildi hann eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum metir, at tyrlutilbúgvingin í Føroyum er nóg góð og munadygg, soleiðis at hon kann tryggja sjófólki okkara og útoyggjafólki ta bestu og ta neyðugu trygdina?


Samstarvsavtala

Viðvíkjandi fyrra spurninginum, svarar fiskimálaráðharrin, at tyrlutilbúgvingin er knýtt aftrat sjóbjarging, sum er føroyskt sermál og ábyrgdarøki hjá Føroyum. Við gildi frá 1. januar 1969 varð sjóbjargingartænastan løgd til Færøernes Kommando og frá 1978 varð ásett, at Vaktar- og bjargingartænastan skuldi taka sær av tí føroyska partinum.

? Ein samstarvsavtala varð gjørd partanna millum, sum er í gildi enn. Tyrlutænastan er ein partur av bjargingartænastuni og í nógv ár hevur tann danska tyrlan á sjóverjuskipum teirra verið nýtt til hesa uppgávu. Í nógvum førum verður eisini tann føroyska tyrlan nýtt til leiting og bjarging á sjógv og landi og sjúkraflutning.

Og hinum spurninginum svarar Jørgen Niclasen, at verandi tyrlutilbúgving er ikki nóg góð og munadygg, at hon tryggjar bæði sjófólki og útoyggjafólki ta bestu og neyðugu trygdina. Royndir og samstarv við sjóverjutyrluni og teirri føroysku tyrluni í arbeiðinum um leiting og bjarging á sjógv og landi, sjúkraflutningi og tá vanlukkur henda vísa, at tað altíð mugu verða minst tvær tyrlur tøkar. Fyri at bøta um viðurskiftini hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at seta av pening á fíggjarlógini, sum løgtingið hevur samtykt, til tess at bøta um hesi viðurskifti. Fiskimálastýrið fer nú undir samráðingar við Atlantsflog um ein 10 ára sáttmála til tess at tryggja eina munabetri tænastu.