væl fyrireikað. Ætlanin var at selja tveir triðingar av felagnum, men hesum tók Løgtingið ikki undir við og samdist ístaðin um at selja ein triðing. Samstundis gav Løgtingið til kennar, at landsstýrið [...] at selja ein triðing afturat, og júst hetta var sambært fyrrverandi landsstýrismanninum kanska ein orsøk til, at tað gekk so væl at selja tann fyrsta triðingin. Hann er samdur við teimum, sum siga, at [...] ðunum fyrst. Teir skulu hava øll boð um møguligar broytingar fyrst, og tí er tað ein óskikkur at senda skiftandi signal út, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. Hann skilir væl, at teir privatu parta
"Morning Star" Í 1941 fórst "Morning Star". Eg var forlovað við einum av manningini, Ragnar Hansen, sum var av Nesi. Teir fóru av Toftum tann 8.september til Íslands at keypa fisk, og tá droymdi eg eisini [...] vónir brostnar – og sorgin liggur nívandi yvir heim, yvir bygdir og alt Føroyaland. Hesir vóru menninir, ið við ídni fóru til starv sítt og ikki komu heim aftur. Síðan skrivar hann øll 43 nøvnini. Føroyaland [...] endaliga staðfestingina um lagnuna hjá manningini fingu tey tó, tá líkið av Bernhard varð funnið 27.mai, og hann varð kendur av ringinum, sum tað eisini hevur verið greitt frá. 7 einkjur og 38 faðirleys
ættaður úr Gásadali og Anna Margreta, sum var ættað av Skælingi. So hendi tað, at tey mistu mammuna í 1897. Tá sat abbi eftir við átta børnum. Onkur av teimum vóru tó tilkomin. Elias fór so til Sandavágs at [...] pakka heim. Men tú skal líta á, at eg skal nokk senda tær ein, tá ið vit koma onkunstaðni inn aftur. Tú skalt heilsa mammu tíni frá pápa og siga, at hann leingist so grúiliga illa eftir at koma heim til [...] pápa og góðu kæru mammu tíni eisini. Pápi leingist heim til tykkum øll, men tað gerst ikki við. Neptun má vera full av fiski, áður enn vit sigla heim. Vinarlig heilsa frá pápa tínum Óla Jákup --------
Vesturvón og fiskar við teimum túrin liðnan og teir kom heim í november mánað. Vesturvón var eitt av teimum nýggju línuskipum, sum komu til Føroyar seinast í 50-unum. Hann varð avloystur av trolaranum Vesturvón [...] sakk nakað seinni. Tað er nokkso sjáldsamt, at ikki færri enn sjey av teimum skipum, sum Hilmar hevur verið við, eru forlist, trý av teimum við mannskaða. Hann var tó sjálvur bert við at forlissa eina ferð [...] hann kom heim í feriu í seks vikur. Fosturmamman fylgdi honum til Keypmannahavnar, og hann kom heim við Sleipner. Kahúttsjomfrúin ansaði eftir honum umborð. Hann var sera spentur at koma heim, men hann
í einum av bløðunum og koma eitt sindur inn á klassamun og fátækt í summum av londunum, sum tær vitjaðu. Til dømis siga tær, at tær hava verið úti fyri, at fólk “vildu gagnnýta sær” av teimum.... Hvat [...] eisini sagt, at tær høvdu varhugan av, at onkur fátækur hevði hug til at benytta sær av teimum. Men til alla harrans lukku brúktu tær ikki tað andskræmiliga “gera sær dælt av”, sum málinvalidarnir annars tykjast [...] tumma uttan av henni. ”Ikki mást tú paða”, sigur konan, tá ið hann kemur til ekjustúkuna, sum roll-on nú eitur. Hann fær roðbuksurnar av henni og tummar og tummar, til alt skinnið er komið av, og so fer
var enn. Tá fór Verdandi av Siglufirði, men hon kom ongantíð vegin fram. Fimtan menn fórust, tveir av teimum vóru ferðamenn. Var á møti saman við mannningi Tórhallur Andreassen av Oyrabakka var staddur á [...] tó ikki er komin út alment. Við loyvi frá Sverra skal her verða gjørdur ein samandráttur av tí, sum hann hevur skrivað um abba sín Símun á Høgabóli. Hetta er ein hugtakandi lýsing av einum manni, sum saman [...] var av, at Símin skuldi byggja teimum hjá Thomsen eitt íshús inn í Saltangará. Hann skuldi keypa sild og frysta hana og skuldi so lata skipunum sild til agn. Afturfyri skuldi hann fáa eitt oyra av hvørji
sum fólk so kundu bíleggja sum postordrar. – Vit fingu øll modellini sendandi heim sum strikutekningar, sum vit so settu í bløðini. Hjá føstu kundunum kendu vit bæði stíl og stødd, fortelur Jan, sum millum [...] avgreiðast av Elsubu. Og eg ansi eftir ikki at fara ov tætt til skiftirúmið, um kundin ikki hevur biðið um ráð, sigur Jan, sum leggur afturat, at tað eisini eru kundar, sum helst vilja avgreiðast av sær. Áhugin [...] freista. Spartanski og estetiski bohemestílurin í klæðunum gongur aftur í ljósa heiminum. Við stakkum av glitrandi mótabløðum á gólvinum, teppum á sofunum, stearinljósum í stakunum og gardinleysum vindeygum
Føroya Løgting av, at ein triðingur av Atlantsflog skuldi einskiljast. Ætlanin var, at í fyrstu syftu skuldi bert ein triðingur einskiljast, og at ætlanin so seinni var at selja meira av felagnum. 33 prosent [...] prospektinum, sum varð sent út í samband við einskiljingina av Atlantsflogi, stendur nevninliga, at landsstýrið í fyrsta umfari einskilir ein triðing av felagnum, og at enn ein triðingur eftir ætlan skal einskiljast [...] havt tætt samband við Atlantsflog. Hann kendi sostatt felagið sera væl, áðrenn hann gjørdi av at keypa 5 prosent av partabrøvunum í felagnum, sum svara til eina íløgu á umleið 17 milliónir krónur. - Okkum
undan. Tað var so ógvuliga kalt. Tí kom nógv av fiskinunum frystur í lastina. Hetta kom at merkja, at nógv minni fekst fyri hann. Vit fingu einki fyri ein triðing av lastini, og var hetta eitt bakkast. Eg var [...] tað fóru eini tvey stykki út av snørinum. Við endan av vikuni var einki salt eftir, og vit fiskaðu uppá dekkið. Vit fóru inn á Seyðisfjørðin at fáa salt, og so varð farið heim. Hetta gjørdist ein slíkur [...] tók 120 tons av ídnaðarfiski í lastina, meðan tilsvarandi skip í dag taka meira 3.000 t. Um hesa tíðina vórðu eisini bygdir nakrir línubátar í DDR, táverandi Eysturtýskland. Nakrir av teimum vórðu beinanvegin
til eitt ættarlið, ið ikki kennir til nakað annað enn tungt og hart arbeiði frá barnsbeini av. Ein av teimum, ið stóð og vaskaði fisk her, fyllir níti ár nú sunnudagin 31.01.2010. Tað er Anna Louisa Jacobsen [...] Men hjá henni tað lagaði øðrvísi seg, av Skansa kom drongur at arbeiða veg Í túninum niðri har Eysturi, har hittust tey kallur og kvinna, her nornan spann teimum lagnutráð, sum bara hon kann at spinna [...] spinna, Her kósin varð løgd um lívsins hav, tey ivaðust ikki, men glað tóku av. Settu tey búgv her í Skálafirði, og væl mundi falla í lag, eitt hjúnarlag okkum til fyrimyndar, og børnini komu so slag í slag