Sofus Gregersen: Sjómark millum Lorvík og Gøtu

Sofus fer frá at sigla við fiskiskipi at sigla við farmaskipi. Eisini greiðir hann frá “fiskimarkinum” millum lorvíkingar og gøtumenn

3. og seinasti partur

Várið 1936 fór eg ein túr við Silver Lining, sum teir við Misá í Vági tá áttu. Eg var smyrjari, Hans Jacob Abrahamsen, var skipari, og Hendrik Hammer, pápi Óla Hammer, báðir úr Oyndarfirði, var motorpassari. Vit vóru sei­nir á veg, men komu í fisk í Meðalandsbuktini. Kokkurin hevði einki skil á proviantering, og táið vit høvdu roynt einar 14 dagar, sigur kokkurin, at tað er eingin proviantur eftir, og vit máttu fara inn eftir provianti. Tá var so langt liðið út. Skipið skuldi til Bjarnoynna. Hans Jacob skuldi bert vera við hendan túrin, so vit fóru bara heim.
Tá eg kom heim skuldi Óla Hans Olsen, systkinabarnið, føra Maritana. Hon var ein stór slupp, sum Jaspur Hjelm í Vági átti. Maritana skuldi til Grønlands, og Óla Hans manglaði ein mann. Eg slapp so til Grønlands við honum.
Tað var ein ordans túrur. Vit fingu 800 kr fyri túrin, sum var nógv tá. Eg var vanur við sjálvdrátt, men nú var tað felags fiskarí. Vit fiskaðu við línu frá bátum. Hetta var á sama hátt, sum føroyingar royndu við línu fyrr við troði, táið línan varð rekt út.
Vit høvdu tríggjar bátar og nýttu árar. Hetta var eitt rættuligt knoss.
Men í góðum veðri kundi hetta vera sera stuttligt. Eg var so við Maritanu framm til 1938.
Anthon Hansen, beiggi Sámal, fór í 1939 at føra Grønanes úr Vestmanna. Eg var bert við tað árið.
So fór eg til sildafiskarí undir Íslandi við Signhild hjá Jógvan Jensen í Havn. Tað miseydnaðist fullkomiliga. Vit høvdu ov ringan bassa, sum var íslendingur.
Vit settu einaferð um ein boða í Húnaflóðanum og álaðu nótina sundur. So at rimpa hana saman aftur. Men tað riggaði ikki, og hon fangaði ongantíð. Men tað var nógv sild, so her var okkurt skeivt atborið. Vit fingu seinni ein annan bassa. Tá fingu vit tað sama sum aðrir, men tað var bara ov seint.
Sildin varð landað til bræðingar á Langanesleiðini.
Tá var annar heimsbardagi byrjaður. Á leiðini heim vórðu vit steðgaðir av bretum norðanfyri Føroyar. Teir høvdu brúk fyri at vera varnir. Men tað var alt í lagi, táið teir fingu at vita, hvørjir vit vóru.
Tá førdi Høgni Lómstein, svágur, sluppina Carl hjá Jaspur Hjelm í Vági. Eg fór so við har. Høgni dugdi væl at fáa fisk. Vit fingu tvær ferð uppí hana av saltfiski í 1940. Eg var kokkur. Annars havi eg verið alt við skipi uttan skipari!
Vit sigldu eina ferð upp eftir og sóu so nógvan fugl. Vit kasta, tað var farið um midnátt. Teir fingu ikki botn, so nógvur fiskur var. Vit fingu einar fýra dagar á sama hátt. Hetta var fyrstu ferð, eg upplivdi slíkt. Men knappliga føldist ikki fiskur aftur. Men hetta var ein góð byrjan á túrinum, og vit fingu skjótt uppí. Vóru menn hepnir komu teir soleiðis fyri.
Høgni riggaði væl sum skipari. Tað lá eisini væl fyri hjá honum at læra. Hann fór á skiparaskúla á heysti, og á jólum var hann lið­ug­ur at rokna tað, sum kravdist til setiskipara. Tá teir fóru til próv­tøku um várið, var hann longu liðugur at rokna alla longdina. Hetta var eitt eykaprógv, sum kravd­ist fyri at kunna fara til Grønlands.
Høgni fór so spakuliga avstað, men eftir at hann gavst undir krígnum, gjørdist hann ikki skip­ari aftur. Erika, kona hansara, doyði so ung í 1962, bert 53 ára gomul.
Fekk konu og børn
Í 1941 giftist eg við Zelindu, dóttir Onnu Louisu og Johan David Jacobsen úr Norðragøtu, umrøddur í seinasta parti.
Tá fór eg at koyra fisk við bili. Mamma doyði í 1933 og pápi í 1938, so húsið var nakað óhjálpið. Hanna systir, sum seinni giftist við Leon Joensen, tók sær av húsinum til hon giftist.
Við Zelindu kom so konufólk aftur í húsið. Hon var so sera røsk. Hon hevði sum aðrar gentur tá í tíðina havt húspláss. Hon hevði millum annað verið í húsi í Klaksvík hjá systkinabarni sín­um Katrinu Kallsberg, mammu Anfinn. Tá Zelinda seinni fór at arbeiða í fiski, búði hon altíð hjá Katrinu, sum var sera ættarkær. Katrina gjørdist gott 90 ára gomul. Hon var dóttir Johonnu Sofíu og Tummas í Funningsfirði, sum doyði av meslingum í 1916, sum greitt frá í seinasta parti.
Fyrst í 1942 fór eg so aftur við Carl, sum Niels Juel á Vollanum førdi. Hann var so við tann túrin, men tá gavst hann at sigla.
Vit sigldu til havnir í Íslandi at keypa fisk uppí skipið. Viðhvørt var neyðugt at bíða. Men tá fiskurin var at fáa, gekk eisini skjótt. Tað var vanliga bert eitt samdøgur frá tí, vit byrjaðu at fáa fisk, til skipið var fult. So var at sigla og sum skjótast at koma á marknaðin. Vit skuldu halda okkum til eina bestemta siglingarleið.
Vit vóru ikki út fyri nøkrum beinleiðis vandastøðum, men vit sóu minur og flogfør. Eina ferð sleptu vit eina ballón við línu upp. Hon skuldi vera verja móti ágangandi flogførum. Tey skuldu ræðast at koma ov nær fyri ikki at fáa línuna um propellina.
Eg var í Íslandi í 1944 við Esth­er hjá teimum á Segl­hús­in­um. Tá slapp eg umborð á Eldoyggj á Akureyri til silda­fiskarí. Vit trolaðu fyrst, og so fóru vit við nót. Vit fingu nógva sild og gjørdu eitt gott ár.
At fiska eftir kríggið
Eg fór í 1945 sum kokkur við Føroy­inginum hjá Dánjal Jákup í Skipshandlinum við Óla Hans sum skipara. Her var eg við til 1947. Vit fóru á Suðurlandið at fiska til ísfisk. Tað gekk væl, og vit gjørdu fleiri túrar. Tað skjótasta vit fingu uppí var hálvatriðja dag. Óla Hans var góður skipari. Hann kundi vera eitt sindur boysin, men hann var góður við fólkið.
Hetta sást eisini, táið vit lógu inni sunnudagar. Summir skiparar vóru so grammir, at teir vildu liggja klárir at kasta á midnátt sunnukvøld. Men hetta kom at gerast eitt rættuligt tørn hjá mann­ingini, tí hesa náttina fekst eingin svøvnur.
Aðrir lótu menninar til dømis sleppa í biograf sunnukvøld. Tá fóru teir út og kundu kasta til vanliga tíð mánamorgun. Tað var munur á, sum manningin tá var betri fyri. Tað kom eisini minst líka nógv burturúr.
Við Tróndi í Gøtu
Eg fór so við Tróndi í Gøtu, tá ið hann kom í 1947. Har var eg fýrbøtari. Hann var ein av teimum mongu trolarunum, sum komu til Føroyar eftir kríggið.
Tað vóru nógvir sum vildu sleppa við, so menninir máttu skiftast at vera við. Tískil var eg bara nakrar túrar við, tilsamans 117 dagar. At vera fýrbøtari var eitt sera hart arbeiði, sum fólk illa kunnu ímynda sær í dag. Hesir trolarar brendu kol. Tá farið var avstað, var skipið næstan fult av koli. Tað stóra arbeiði var tí at fáa kolið til dampmaskinuna og í fýrin. Síðan var at fáa øskuna fyri borð. Undir sigling varð ser­­liga nógv kol brúkt. Tá kom onk­ur av manningini at hjálpa til sum “lempari”. Men undir fiska­rí var alt hetta arbeiði hjá fýrbøtaranum.
Men ein fyrimun høvdu fýr­bøtararnir kortini. Teir vóru trígg­ir sum gingu vakt, tí kom arbeiðs­dagurin “bert” at vera átta tímar. Richard Jacobsen var skipari fyrstu árini.
Síðan var eg ein túr við trol­aranum Krosssteini hjá Jákup Haraldsen upp undir jól. Grækaris Hansen, systkinabarnið, var fast­­ur skipari, men hendan túrin var tað Jákup Oluf á Lakjuni. Tað gekk so illa at fáa fólk við skip­unum hesa tíðuna. Zelindu dámdi einki at eg fór.
Hetta var ein lort túrur.Vit fingu nógvan fisk, men tað gekk illa at arbeiða hann undan. Tað var so ógvuliga kalt. Tí kom nógv av fiskinunum frystur í lastina. Hetta kom at merkja, at nógv minni fekst fyri hann. Vit fingu einki fyri ein triðing av lastini, og var hetta eitt bakkast.
Eg var síðan tvey ár í turki­húsinum í Syðrugøtu sum for­­­ma­ður saman við Sverra hjá Havna Jákup, tann kendi yrkjarin Ják­up Hansen, sum giftist til Gøtu. Hetta var áðrenn teir fóru at skera flak, so vit virkaðu bert klipp­fisk.
Vildi ikki vita av sjálvdrátti
Eg hevði fyrr verið burtur við Kyrja­steini hjá Jákup Haraldsen í Fuglafirði. Eg fór eitt ár aftur við Kyrjasteini til Grønlands við Per Gregersen, systkinabarninum, sum skipara.
Men eg hevði altíð ynskt mær at sleppa at rógva út undir Føroyum. Eg fór tá við Kelduni hjá Jens Klæmint Isaksen í Klaksvík. Formaður í 1953 var Petur á Regni í Lorvík. Hann var kunnugur við leiðirnar undir Føroyum og dugdi væl at fáa fisk.
Vit fóru eisini ein saltfiskatúr við snøri til Íslands í 1954.
Eg spurdi, áðrenn vit skuldu fara, um tað fór at vera sjálv­drátt­ur ella felagsveiða. Vit høvdu jú beint verið til línufiskiskap, og har fingu jú allir líka. Nei, var svarið, sjálvsagt skuldi tað vera sjálvdráttur. Tá kýttu menn seg meira. Eg sigi, at so komi eg ikki við. Mær dámdi ikki, at allir ikki skuldi fáa somu løn, hóast eg hevði væntað mær mín part við sjálvdrátti.
Tað var so í lagi, at vit fóru til felagsfiskarí. Tað gekk heilt væl, og vit fingu uppí.
Seinni keypti Petur skip sjálvur. Tá gjørdist Hellu Meinard (Jen­sen) skipari. Sum navnið sigur, var hann ættaður av Hellunum. Hann var giftur við Onnu Martinu, systkinabarninum, dóttir Tummas Hans Hansen og Elisabeth fastur. Seinni var Meinhard skipari á Báruni, sum Eivind hjá Havna Jákup átti.
Aftur við Sámal Hans
Eg fór so umborð á Gulenni, sum Leon svágur átti. Nú kom eg aftur saman við Sámal Hans, sum eg fór til skips við fyrstu ferð við Henry Freeman.
Vit fóru til Íslands, og her var aftur felagsfiskarí. Vit fingu eisini væl og virðuliga uppí skipið, meðan onnur skip við sjálvdrátti fóru heim við hálvari last.
Sámal dugdi væl at fiska. Vit fóru eitt kvøld út úr Íslandi, og Sámal legði at fiska. Men tað var eingin fiskur. So fóru vit at sigla út eftir, til vit komu á 100 favna dýpi. So varð lagt. Tað var kolsvart í mjørka. Eg var kokkur, og varð vaktur um morgunin. Tá var dekkið smekkfult av fiski, stórum toski. Eg fari so og purri Sámal út. Hann var púra býttur, tá ið hann kom upp. Vit stóðu so við snøri til middags. Vit fóru at gera reint og vóru lidnir til nátturðatíð.
Sámal dugdi hetta her við at andøva uppi yvir fiskinum. Vit fingu nógvan fisk alla vikuna, samstundis sum tað var kolsvart í toku. Vit fingu ongantíð botn. Snørið fór eitt gott stykki (60 favnar) niður, og so tók. Tað vanliga var annars, at tað fóru eini tvey stykki út av snørinum.
Við endan av vikuni var einki salt eftir, og vit fiskaðu uppá dekkið. Vit fóru inn á Seyðis­fjørðin at fáa salt, og so varð farið heim. Hetta gjørdist ein slíkur roktúrur. Tann stóri toskurin gav jú eisini so høgan pris.
Hetta var kallað “á Rokinum.” Sum navnið sigur, man her hava verið fiskur. Miðið var, at teir skuldu sigla, tá ið klárt varð eystur úr nesinum, so nesið kom í vatn, sum tað varð sagt.
Bátarnir lógu norðanfyri (Langa)nesið, so hann man hava verið lágur í ættini. Teir fóru allir út á nesgrynnuna at royna. Hinir bátarnir fóru so roynandi suðureftir. Allir fóru heim við hálvari last. Vit vóru teir einastu sum fingu uppí.
Um Sámal Hans
Sámal Hans var ein av roynd­astu skiparunum í Gøtu. Hann var føddur 31. august 1902 og tók skiparaprógv hjá Djurholm í 1925. Hann fór til skips í 1918 við Napoleon Jensen, Gøtu Pola, sum vaks upp í Blásastovu í Norðragøtu. Sámal var við honum í trý ár. Í 1921 og 1922 var hann við Only Sister við Tummas Sigvald Thomsen við Gil í Norðragøtu.
Á vári 1924 var Sámal Hans við motorbátinum Brynhild í Gøtu men fór um summarið við Connisboro Castle hjá Thomsen á Tvøroyri. Í 1925 og 1926 var Sámal Hans bestimaður hjá Sámal Jákup við Gil við Only Sister, í 1927 við Columbus við Olivur Thomsen, beiggja Sámal Jákup. Í 1928 og 1929 var hann við Galatheu við Óla Hans Olsen. Sámal Hans førdi so Wilhelminu 1930-1932 og Henry Freeman í 1933-1937.
Hann fór í 1940 at sigla við ísfiski til Onglands við Fríðu. Sámal Hans fór so at føra Roynd­ina Fríðu úr Sandavági í 1942 og 1943 og Mary Margreth fram til 1947. Síðan førdi hann trolaran Miðafelli 1947-1950.
Í 1953 fór Sámal Hans at føra Gulenni, og hann førdi hana fram til 1959.
Hann endaði sítt drúgva sjó­lív við Finni Fríða, línubátur í Gøtu, sum tá var umbygdur til kraft­blokk, og sum kann sigast at vera starturin til nótaflotan í Gøtu.
Keypti lastbil og so við Saturn
Eg fekk so hug til at royna at vera í landi aftur. Hetta var fyrst í 60-unum. Eg keypti ein 5 tons lastbil við krana fyri kr. 20.000 kr. Fyrstu 2-3 árini var lítið at koyra. Men so byrjaði Funningsfjarðavegurin, og tað var nóg mikið av arbeiði í fleiri ár. Men hetta var strævið og ringt fyri ryggin.
Síðan fór eg við Saturn, sum kom í 1964. Hetta var í byrj­­anini av kraftblokkatíðini. Gregersen­menninir vóru jú ofta millum teir fyrstu við tí nýggja. Fyrsta skip við kraftblokki var Brestir i 1962. Gregersenmenninir høvdu leigað ein danskan bát Ingrid Pau, sum varð nýttur til útróður. Men hann varð skjótt riggaður um til kraftblokk. Ikki var hann stórur, hann tók 120 tons av ídnaðarfiski í lastina, meðan tilsvarandi skip í dag taka meira 3.000 t.
Um hesa tíðina vórðu eisini bygdir nakrir línubátar í DDR, táverandi Eysturtýskland. Nakrir av teimum vórðu beinanvegin riggaðir til kraftblokk, og Saturn varð ein teirra.
Veiðan varð førd til lands ísað ella til fiskamjølsframleiðslu.
Men tíðin fór skjótt frá hesi stødd av kraftblokkaskipum, og tey seinastu árini í Gøtu var hann ísfiskatrolari.
Eftir at sildin var horvin á leiðunum norðanfyri í 1968, gjørdist tað ein rættuliga stór vinna at keypa sild í Hebridunum og øðrum norðurskotskum hav­num. Summi skip saltaðu sildina í tunnur eins og tey gjørdu, tá tey veiddu sild við gørnum. Aðrir avreiddu sildina feska í Danmark, og tað gjørdu vit eisini.
Eina ferð vit vóru á veg til Danmarkar við Saturn við eini sildalast, sóu vit við Lindesnæs, at tað skrivaði so nógv á asdikk­inum. Vit kastaðu og fingu fulla nót av makreli. Makrelur kann vera nokk so ringur at fáast við, men tað eydnaðist okkum at fáa fult dekk. Vit landaðu 1. mei. Tá var frídagur hjá arbeiðarum, so vit máttu landa sjálvir. Vit fingu 1 kr. pr. kg. fyri makrelin, og hetta munaði væl afturat.
At sigla við farmaskipum
Í 1970 fór eg at sigla sum meistari við skipafelagsbátum. Konan lá tá sjúk á hospitalinum, og eg var einsamallur heima. Tá varð eg ein dagin uppringdur um, at Falkur lá á Klaksvík, og har var eingin meistari. Eg var spurdur, um eg ikki kundi koma við.
Eg hevði tá fingið tuberkla­smittuna og kundi ikki fáa tuberkla­váttan. Tá arbeiddi eg við kaibyggingina í Norðragøtu, og hetta var sera tungt.
Tað vísti seg, at tað var ikki neyðugt við tuberklabevís fyri at fara við farmaskipi, og eg fór. Magnussen, tuberklalæknin, segði gott fyri tí. Eg fekk heilivág frá honum, sum eg skuldi taka í 300 dagar. Eg fór so til kanningar eftir hesar dagar. Tá var smittan innkapslað við ongum vanda fyri, at hon fór at vísa seg aftur.
Eg var so hjá Skipafelagnum í 10 ár. Aftaná Falk fór eg við Róki. Men vegna sjúkuna hjá konuni kundi eg ikki sigla ov fast. Tá vit komu til Føroyar varð siglt runt oyggjarnar eina viku at landa fraktina.
Vit sigldu eisini í Miðalhav­inum. Lossingin gekk fyri ein stóran part fyri seg sum eg minn­­ist sum smádrongur. Smærri bátar førdu vøru millum, meðan vit lógu fortoyaðir.
Hetta vóru deilig ár. Men sum einsamallur maskinmaður kundi eg hava tað nokk so stríggið viðhvørt.
Útróður á Gøtuvík
Eg havi róð nógv út á víkini um vetrarnar, tá eg havi verið heima. Tað er tó ikki nógvur fiskur á sjálvari víkini.
Pápi plagdi at siga, at teir róðu á Skorðina úr Gøtunesi. Teir fingu nógvan fisk fyrst, ið eg minnist um várarnar aftaná vártíð. Men vit royndu so eisini at seta her á víkini, men fingu ikki eitt livandi.
Eg havi verið saman við pápa heilt úti á Fugloynni sjálvur annar við árabáti. Tað ráddi um at sigla og leggja at fiska, so at mest nytta fekst av streyminum.
Gøtumenn høvdu síni øki at fiska á, meðan lorvíkingarnir vóru eystanfyri. Millum gøtumenn og lorvíkingar var líka sum eitt mark, sum teir hildu seg hvørju megin við. Seinni var tað meira ógreitt.
Sum Pól á Rætt segði einaferð: “Fyrr var tað havhestur og eing­ilskir trolarar, men nú eru lorvíkingar komnir afturat!” Tað dámdi honum einki. Men konu hevði hann kortini úr Lorvík.
Sild kundi vera nógv av á víkini, serliga um várarnar. Eg minnist einaferð, eg kom heim undir kríg­num. Tá kom Høgni Lómstein at landi við einum smekkfullum báti, og tá hevði hann bert drigið eitt ella tvey gørn.
Teir leigaðu eina slupp frá Haraldsen og fingu uppí hana eftir tveimum døgum. Sildin fór til sildamjølverksmiðjuna í Kollafirði. Hetta var einasti máti at sleppa av við hana.
Tað vanliga var annars, at sildin fór til agn. Klaksvíkingar plagdu at fara við tí mesta.
Eg minnist, at teir plagdu koma av Skipanesi við gørnum, Dánjal Pauli og Rasmus í Grótinum, tá ið einki var at fáa á Skálafjørðinum. Har var annars ofta nógv sild.
Teir bóru eisini flotini, men ikki steinarnar. Teir vóru nóg mikið av í Gøtu.
Ættin
Zelinda var fødd 5. juni 1920, og hon doyði 8. mai 1997. Tey bæði fingu børnini:
Julianna, sum var gift við Viljorm Nielsen. Tey fingu fýra børn, Halldis, Zelindu, Dagmar og Svein. Viljormur doyði fyri fleiri árum síðan, og nú er Julianna gift til Sumbiar við Magnus Jensen
Áshild giftist til Danmarkar við Johannes Videsen. Tey eiga tvey børn, Niels og Zelindu.
Salomon giftist við Onnu Sofíu Nielsen av Glyvrum. Tey búgva í Gøtu og eiga Sofus, Niels og Karl.
Umframt tey níggju abbabørnini eigur Sofus 20 langabbabørn. Tað 20. kom nú um dagarnar í Danmark. Hetta er eitt fínt høvi at fara niður at vitja. Hesum hevur Sofus so ikki bakkað fyri enn.
Tøkk til Sofus
Vit takka Sofus fyri, at hann hevur viljað greitt okkum frá. Hetta er eitt gott íkast til søguna um hetta tíðarskeið, hann hevu livað, og har tað ræður um at fáa mest møguligt niður á pappír, meðan nakar er sum sum kann greiða frá.
Skal eisini takka Sofusi fyri, at hann altíð hevur verið so positivur. Tað hevur altíð verið ein stuttleiki at hitta hann.
Sofus kendur í Turkalandi
Eg fekk nú um dagarnar eina stuttliga søgu um, hvussu lítil verðin er. Maria og Palli á Dul vóru inni í einum handli í Turkalandi. Eigarin fregnaðist eftir hvaðani tey vóru. Tey gjørdu seg út til eina rættuliga frágreiðing um Føroyar. Nei, tað var óneyðugt. Turkurin hevði lisið saman við Sofus Gregersen, son Salomon hjá Sofusi. Maria kundi greiða frá, at hon var eisini ein Gregersen. Pápi hennara Kjartan hjá Jóan Eliassi var systkinabarn eldra Sofus!