Í røðini Hendur ið Sleptu hava vit havt fleiri greinir um ættina hjá Símun uttan fyri Garðar í Hoyvík.
Tað er so heppið, at tað er nokk so nógv skrivað niður um ættina. Oldurabbasonur Símun uttan fyri Garða, Sverri Joensen, hevur skrivað ættarsøguna í bók, sum tó ikki er komin út alment. Við loyvi frá Sverra skal her verða gjørdur ein samandráttur av tí, sum hann hevur skrivað um abba sín Símun á Høgabóli. Hetta er ein hugtakandi lýsing av einum manni, sum saman við konuni hevði so nógvar menniskjansligar dygdir, og sum var ein av okkara fremstu framburðsmonnum.
Pápi Símun var Jógvan Simonsen, ein slóðari innan okkara fiskiskap. Hann var tann fyrsti sum lat fiskiskip byggja uttanlands. Jógvan doyði í 1885. Á sjúkraleguni bað hann systrina Malenu, ið var gift við Jógvani Petersen á Høgabóli, um at taka sær av Símuni. Sum hann segði: “Komi eg fyri meg aftur, skal eg løna tær væl, men skal eg hiðani, skal Várharra løna tær.”
Tað gjørdist eisini hetta seinna, sum kom at verða galdandi. Tey átti eingi børn sjálvi, og tá ið foreldrini hjá Símuni vóru deyð, tóku Jógvan og Malena hann til sín sum teirra egna barn. Tey fostraðu eisini tvey onnur børn upp, Knút og Biritu av Vollanum, sum høvdu mist pápan.
Símun gekk fimm ár í skúla úti í Saltnesi hjá Jóannesi í Skúla. Hann fór til skips í 1896 við Delphinen, skipið, sum pápi hansara hevði latið byggja í síni tíð. Inntøkan hetta árið var 200 kr. Her var hann við í trý ár. Í 1899 fór hann við Oliviu við Pola í Dali. Tá forvann hann 500 kr, og var hetta nógv tá.
Í 1900 var Símun heima. Hann tók tey gomlu húsini á Høgabóli niður og bygdi eini nýggj, og hetta eru húsini, sum enn standa á Høgabóli. Símun skuldi vera ein stak góður og kvikur smiður. At smíða ein leyp úr heilum træi var mett at vera dagsarbeiði hjá manni, men Símun smíðaði tveir!
Tann 8.november 1900 giftist Símun við Jóhonnu, dóttir Johan í Hoyvík, sum var hálvbeiggi pápa hansara. Tískil vóru tey hálvsystkinabørn.
Í 1901 og 1902 var Símun aftur við Oliviu. Árini 1903 og 1904 var hann við til at smíða húsini til nýggju sleipistøðina á Skála.
Vinnuliga virksemið byrjar
Á heystið 1904 fór Símun á skiparaskúla hjá Djurholm. Nú er tað, at hansara vinnuliga virksemi byrjar.
Ein sunnudag, Símun er í kirkju á Nesi, kemur Fríðrik Petersen, próstur, til hann og sigur, at reiðarin Tummas F. Thomsen á Tvøroyri hevði biðið seg útvega sær ein álítandi mann á Skálafjørðinum at keypa sild til agn til hansara skip. Símun játtaði, men Thomsen vildi fyrst síggja mannin. Símun fór suður, og tað var eisini beinanvegin leyst og liðugt.
Gjørt var av, at Símin skuldi byggja teimum hjá Thomsen eitt íshús inn í Saltangará. Hann skuldi keypa sild og frysta hana og skuldi so lata skipunum sild til agn. Afturfyri skuldi hann fáa eitt oyra av hvørji sild í løn.
Tískil gavst Símun á skiparaskúlanum. Hann fór beinanvegin undir at byggja íshúsið fyri Thomsen, og tað var liðugt at taka í nýtslu í 1905. Í 1914 keypti hann tað sjálvur og helt fram við virkseminum.
Sjálvur royndi Símun nógv eftir sild á Skálafjørðinum. Hann átti gørn og nótir bæði til sild og brisling.
Í fyrstuni vóru bert árabátar nýttir, men so fekk Símun Skipasmiðjuna á Skála at byggja sær ein motorbát við 9 hk Gideon motor. Báturin fekk navnið Jóhanna eftir konuni. Kostnaðurin var kr. 4.000. Nú var møguleiki at fara nógv víðari at royna. Símun tók framvegis eisini ímóti sild frá øðrum monnum.
Tá ið Jóhanna var bygd varð Hans Tausen, sum arbeiddi á Høgabóli tá, sendur til Havnar at ganga á motorpassaraskúla. Hann tók prógv í 1912. Tað var fyrstu ferð, at slíkt prógv kundi takast í Føroyum.
Báturin var brúktur til nógv annað enn sildaveiðu, sum til dømis at føra vøru úr Havn og at føra fisk umborð í farmaskip.
Íshús og ísframleiðsla
Tá ið íshúsið var komið, fingu flestu húsini í bygdini sær íshyljar til framleiðslu av ísi. Táið frost var, bar til at taka ís oman av hyljunum fleiri ferðir um dagin, og ísin avreiddu tey til Símun. Sum tað skilst hevur verið kaldari tá um veturin enn vit kenna til í dag!
Prísurin fyri ísin var fjórðings oyra fyri pundið. Ísurin var borin í leypi, og tað kundu vera eini 300 pund í leypinum. Dømi er um mann, sum bar 9.000 pund av ísi ein dag. Tá avreiddu hann fyri kr. 22,50. Vanlig dagløn var 2 krónur, so hetta var ein rokdagur.
Ísurin varð malin í eini maskinu, so hann gjørdist sum sukurmolar til støddar. Maskinan var drivin við hond. Salt varð blandað uppí ísin, og hetta gjørdi, at hann frysti munandi betri. Eitt lag av ísi varð stoytt í botnin á frystipannuni, so varð sild løgd omaná og so aftur ísur. Morgunin eftir var sildin fryst, tikin úr pannuni og løgd í goymslurúmið, har kuldin kom frá tí saltblandaða ísinum. Hann bráðnaði so, og fylt mátti vera í aftur hvønn morgun. Seinni fóru teir at brúka kava fyri ís.
Skipini komu inn til Símun at fáa sær agn. Prísurin varð avgjørdur av útboði og eftirspurningini. Var nógv sild til, kundi prísurin vera eitt ella tvey oyra fyri sildina. Undir fyrra krígnum kom prísurin upp í eina krónu fyri sildina, og var hetta ein risaupphædd.
Símun fær sær handil
Tann 8. mars 1908 lat Símun handil upp á Høgabóli. Hann handlaði fyrst fyri Jens Evensen í Havn, men hann fór seinni sjálvur at handla. Hann tók eisini fisk frá skipum, sum hann turkaði til klippfisk. Eisini fór at hann at taka ímóti sild til saltingar at flyta út.
Við øllum hesum virksemi kom at tørva atløgupláss til skip og bátar. Einasta pláss at leggja at var drátturin til gamla neystið á Høgabóli. Símun gjørdi tí í 1909 eina atløgubryggju norðanvert við handilin, so deksfør fingu lagt at. Hon var øll lagað av gróti bæði undir og yvir vatnskorpuna. Ein tjúkkur timburstokkur var boltaður inn móti bryggjukantinum. Hann mundi vera einar 4-5 metur. Teir sum stóðu fyri hesum valaarbeiði vóru Jákup á Sýnuni og Wenzil á Glyvrum.
Hetta var fyrsta bryggja til deksfør á Skálafjørðinum. Tí kom mjólkabáturin Ruth eisini at leggja at her, og tað gjørdu seinnu mjólkabátarnir alla sína tíð.
Stutt eftir bygdi Símun eina brúgv afturat niðan fyri handilin. Hon var eisini laðað av gróti, og var einar tvær ferðir longri enn tann fyrra brúgvin, sum eisini var djúpari, so sluppir kundu leggja at. Her vóru tað aftur Jákup og Wenzil, sum stóðu fyri arbeiðinum.
Í tjúgunum fór Símun eisini at selja timbur. Til hetta bygdi hann hús við handilin, kallað Viðhúsið.
Seinast í tjúgunum gjørdi Símun eitt fiskastykki norðanfyri handilin. Tað var um 2.500 fermetur. Í 1930 fór hann undir at byggja eitt nýtt turkihús niðast við sjóvarmálan sunnan fyri handilin. Áðrenn tað hevði hann havt eitt hús at turka fiskin í við petroleumsovnum. Her varð turkað tað, sum ikki eydnaðist at turka um summarið.
H.C.W. Tórgarð hevði teknað og stóð fyri byggingini av nýggja turkihúsinum, sum byrjaði sítt virksemi í 1931.
Turkihúsið var í trimum hæddum. Ovasta hæddin varð nýtt til seglarbeiði og skipsútgerð.
Tá var einki el, men turkihúsið hevði motor, so hetta var eitt tíðarhóskandi virki. Tey løgdu fiskin upp á tremmur og settu tær inn í rúm, sum vóru kallað kømur. Tað vóru fýra kømur við 64 stáplum, so har rúmaðist nógvur fiskur. Petroleumslampur góvu ljós at byrja við. Men so fingu tey eina dynamo og fingu elljós frá henni. Hitan fingu tey frá einum ketli, ið varð kyndur við koli og koksi
Stutt eftir bygdi Símun eitt hús uppí turkihúsið til at goyma fisk í. Hetta varð eitt tað fremsta turkihúsið tá á døgum. Tað var ført fyri at turka 1.000 tons um árið. Í 1938 turkaðu teir á Høgabóli 550 tons, sum var munandi meira enn onnur virki har á leiðuni.
Fór nú eisini at
fáa sær skip
Á heysti 1924 keyptu Símun og eldri sonur hansara Jógvan sluppina Lizzie frá Klæmint á Syðradali fyri 45.000. Hetta var nógvur peningur tá á døgum.
Teir máttu taka lán, og Símun setti alt í veð, sum hann átti. Men hetta var heldur ikki nóg mikið. Tað, sum nú restaði í, lænti teir frá grannum sínum. Hetta sigur nakað um tað stóra álit, bygdarfólk teirra hava havt á teimum.
Á vári 1925 fór Jógvan á Suðurlandið við Lizzie á sínum fyrsta túri sum skipari. Hann var bert 23 ára gamal.
Hann førdi so Lizzie fram til 1935. Tá var so nógv virksemi á Høgabóli, at Símun vildi hava Jógvan í land at standa fyri uttandura arbeiðinum. Esbern, bróðurin, var á skrivstovuni.
Líka frá byrjan av varð reiðaríið á Høgabóli kent sum eitt reiðari, sum ikki spardi uppá proviant og aðra útgerð fyri at manningin skuldi hava best møguligar umstøður. Hetta skrivar Hans Jacob Ellingsgaard í bók síni: “Tjúgu ár til skips.”
Tá ið turkihúsið var bygt, bleiv ein brúgv gjørd beint undir turkihúsinum, so sluppir, skonnartir og damparar kundu leggja at.
Brúgvin varð gjørd á tann hátt, at betong varð fylt í hessianposar, sum vórðu loraðir niður til kavaran, sum so laðaði grundina frá botni og upp undir vatnskorpuna. Síðani varð grót fylt í. Tað sum var omanfyri vatn, varð síðan stoypt í fulla hædd við formum.
Hesin fyrsti partur av Stórubrúgv var gjørdur frammanfyri dyrnar á fiskakjallaranum, so nú lá væl fyri við lossing og lasting.
Nøkur ár seinni, undir krígnum ella beint eftir kríggið, varð seinni partur av Stórubrúgv gjørdur.
Stríðið fyri havnabygging
Allar hesar brýrnar bygdi Símun, og hann rindaði alt sjálvur. Hann fekk ongan almennan stuðul. Men hann hevði trupulleikar at fáa neyðug loyvi at byggja. Hetta kann undra, tá tað samstundis frá 1888 til 1939 var latin almennur stuðul til 88 brýr og lendingar. Allar bygdir runt Skálafjørðin uttan Saltangará fingu slíkan stuðul.
Miðskeiðis í 50-árunum ognartók tað almenna allar brýrnar, sum Símun hevði bygt, uttan nakað endurgjald. Heldur var tað hinvegin. Nú máttu virkið rinda vørugjald fyri at nýta brýrnar, sum tað sjálvt hevði goldið!
Virksemið á Høgabóli vaks skjótt í 30-unum. Umframt at turka egnan fisk turkaðu teir eisini fyri aðrar.
Í 1935 keyptu teir Galatheu. Hon var heldur lítil slupp, 70 tons, og hon hevði ein 100 hestar Tuxham motor, sum var nógv tá í tíðini. Vanliga vóru motorarnir 25-40 hk. Í 1937 keyptu teir Verdandi, sum var nakað størri, 82 tons.
Símun dugdi væl at síggja teir stóru framtíðarmøguleikar, sum vóru á plássinum, um ein skilagóð havnarbygging hevði verið framd. Hann fór tí langt fyri kríggið at slóða fyri at fáa bygt eitt stórt og gott havnarlag, sum kundi geva størri møguleikar fyri ídnaði, og sum eisini kundi draga virkisfýsnar menn til plássið.
Hetta var ikki lætt, tí kommunala økið var stórt. Símun sá fyri sær samstarv um eina stóra, góða og trygga havn, sum kundi miðsavna vinnuna í best egnaða plássinum í øllum landinum. Men menn, sum bert høvdu áhuga í egnum plássum, høvdu ein heilt annan hugburð enn Símun. Tí fekk hann stóra mótstøðu í hesum máli.
Símun gavst tó ikki. Einaferð miðskeiðis í 30-unum skipaði hann fyri almennum fundi. Kommunustýrið og løgtingsverkfrøðingurin vóru eisini á fundinum. Símun mælti til at byrja eina komandi havnarbygging soleiðis, at ein verjugarður varð gjørdur móti høgættini nakað norðanfyri Høgaból. Atløgubryggjur kundu so vera bygdar fram við tí stóra og slætta lendinum. Men hetta varð avvíst av teimum, sum tá ráddu fyri borgum í kommununi.
Símun skipaði eisini fyri, at adressur vóru bornar út í húsini at fáa fólk at skriva undir einum kravi um at fáa eina havnarætlan gjørda fyri Saltangará.
Hóast sóknarstýrið var ímóti, so høvdu landsmyndugleikarnir áhuga fyri hesum, og fyri kríggið samtyktu bæði landsnevnd og løgting eina havnarætlan fyri Saltangará. Løgtingið samtykti eisini at lata 75% av kostnaðinum í stuðul til byggingina, men treytin var, at kommunustýrið tók undir við hesum, og at arbeiðið skuldi vera byrjað innan árslok 1943.
Fyri at skunda undir málinum varð aftur skipað fyri eini nýggjari adressu. Seinast í 1943 varð loksins farið í holt við at byggja havn í Saltangará. Men verjugarðurin, sum løgtingsverkfrøðingurin mælti til at gera norðan fyri Høgaból, varð gjørdur einar 300 metrar sunnanfyri.
Úrslitið av hesum trongskygni var, at har kom ein havnahylur, har bert smábátar kundu liggja. Har var ikki pláss fyri meira enn tí eina virkinum. Nógva bakbrotið, sum kom frá verjugarðinum, gjørdi, at ikki bar til at liggja við brúnna á Høgabóli, tá illveður var høgt. Soleiðis gjørdist virkið á Høgabólið verri fyri enn frammanundan, eftir at havnin var komin.
Hetta var mitt undir krígnum, so tað var ringt at fáa tilfar. Fyri at fáa byrjað, breyt Símun gólvið upp í Ovarahúsi, sum hann lat sóknarstýrinum at smíða formar burtur úr. Tískil var fyrsta almenna havnabyggingin á landsynningsarmi á Skálafjørðinum gjørd við formum hjá Símuni, hóast hon ikki varð sett har Símun helt, hon átti at standa, og hóast hann eisini dugdi at síggja, at hesin fyrsti parturin av havnabyggingini kom at vera hansara virki meira til ógagns enn gagns!
Siglingin undir krígnum
Tá ið kríggið kom, fóru øll tey trý skipini á Høgabóli at sigla við ísfiski til Bretlands. Tey sigldu bæði vetur og summar. Í 1941 fóru Lizzie og Galathea á land Úti á Skerum í eini ræðuligari ódn, sum var hendan veturin. William Martin, sum reiðarafelagið á Høgabóli reiddi út í mong ár, fór á land úti á Rókini og sakk. Galathea, ið fekk størsta skaðan var til umvælingar í næstan eitt ár. Øll stýriborðssíðan var brotin. Tryggingin gav hana upp sum vrak.
Men av tí, at ov fá skip vóru, lat Símun hana gera aftur á Tórshavnar Skipasmiðju. Tá ið hon var umvæld og skuldi verða flotað, vildi so illa til, at vognurin, sum hon stóð á, brotnaði, og hon datt niður á bakborðssíðu. Hon brotnaði so illa, at eisini henda síðan mátti verða endurnýggjað øll sum hon var.
Skipini á Høgabóli gjørdu 55 túrar til Bretlands í alt undir krígnum. Tey seldu fyri 140.709 pund til samans. Tað vóru 3,1 milliónur tá. Í nútíðar krónum ein risaupphædd.
Sorgarleikurin við Verdandi
Tá ið kríggið leið at enda, fóru føroyingarnir sjálvir at fiska við sluppunum, og tað var eisini gjørt við skipunum á Høgabóli. Hetta gjørdi eisini, at manningin gjørdist størri. Við Verdandi vóru 13 mans, meðan manningin var sjey, tá ið fiskur varð keyptur.
Í oktober 1944 lógu nógv føroysk skip inni á Siglufjørðinum og krokaðu, tí veðrið var so ringt.
Galathea og Verdandi, sum báðar vóru farnar at royna við línu, lógu eisini inni. Túrurin hjá Galatheu var um at vera av. Men Verdandi var júst byrjað túr, og hon hevði bert havt einar tvær ella tríggjar setur. Av tí, at illveðrið vardi so leingi, og fiskurin var farin at eldast, varð gjørt av, at fiskurin umborð á Verdandi skuldi verða skipaður umborð á Galatheu, sum so skuldi fara til Bretlands við honum. Verdandi skuldi so fara til Akranes, norðanfyri Reykjavík, at keypa fisk uppí lastina.
So ein seinnapart var ein skái. Galathea slapp út og kom til Bretlands í øllum góðum. Dagin eftir var veðrið batnað nakað, men illveður var enn. Tá fór Verdandi av Siglufirði, men hon kom ongantíð vegin fram. Fimtan menn fórust, tveir av teimum vóru ferðamenn.
Var á møti saman við mannningi
Tórhallur Andreassen av Oyrabakka var staddur á Siglufirði tá. Hann mundi vera millum teir seinastu, sum hitti manningina.
Hann hevur greitt soleiðis frá í Miðvikuni: ”Eg hevði verið á møti kvøldið fyri, sum teir á Verdandi fóru av Siglufjørðinum. Teir sum høvdu møtið vóru Óli, skiparin á Verdandi og Tummas farbróður, sum arbeiddi á bedingini í býnum. Tað var hildið í einum lítlum sali á Siglufjørðinum. Øll manningin á Verdandi var har. Tað vóru eisini fleiri teirra sum vitnaðu.
Tað vóru ongar rutur til Føroya tá. Tí vóru eisini tveir ferðamenn umborð, sum høvdu biðið um at sleppa heima við.
Eg plagdi ofta at vera umborð hjá teimum. Nú fáa teir møguleika at fara á Akranes at fáa fisk. Har kundu teir fáa 40 tons. Tað er langt av Siglufjørðin á Akranes og farast skuldi vestureftir tvørtur við Vestfjarðirnar, sum er tiltikið pláss fyri veður. Eg fylgdi teimum út á oljukajuna, tá ið teir fóru avstað. Teir fóru so, og barometrið var í botni. Kl. 10 um kvøldið brendi hann á við kavaroki. Tað vardi átta samfullar dagar. Einki hoyrdist aftur frá Verdandi. Teir vóru 15 mans við. Tað var grúiligt. Óli í Búrstovu var hiðani (av Oyrabakka.) Tað sama vóru Petur og Olaf. Eg kendi teir flestu av monnunum.
Agenturin í Akranesi visti, at teir vóru á veg. Tá ið skipið ikki kom fram tann dagin, teir væntaðu tað, og tað heldur ikki frættist frá teimum teir fylgjandi dagarnar, gjørdist órógvin størri og størri. Tað varð leitað bæði við flogførum og skipum uttan úrslit, og ein dagin frættist í útvapinum, at ”færeyska skútan” var gingin burtur. Teir eru helst farnir í Húnaflóðanum.”
Sum ofta í slíkum sorgarleikum eru eisini frásagnir um, at meira er millum himmal og jørð enn vit skilja.
Eitt dømi var, at kokkurin Jóhannes Sólheim, sum leingi hevði verið kokkur við, knappliga noktar at fara avstað eftir at vera komin umborð við klæðsekkinum. Roynt varð at sannføra hann um at fara, men einki batti. Hann hevur haft onkur ánilsi.
Ein onnur søga er, at beint áðrenn teir fóru av Siglifirði, hevði bestimaðurin Jens Knudsen fingið sær ein blund. Onkur hevði skemtandi stungið hann við, at hann svav dagarnar burtur. Tá skuldi hann svara: ”Misunna mær ikki, eg fái onga frívakt aftur.”
Nikkel Joensen, versonur Símun, var skipari á Galatheu. Tá ið teir hendan túrin komu suður ímóti Hetlandi, droymdi hann skiparan á Verdandi Óla Larsen. Í dreyminum segði Nikkel við Óla: ”Á, Jesus, hvussu bóru tit tykkum at.” ”Vit sigldu á Reykjanesboðarnar tann 8. oktober, klokkan hálvgum fýra um morgunin,” var svarið.
Nikkel kundi ikki tá vita, hvat ið var hent, og kanningar seinni vístu, at henda dagfesting kundi vera røtt.
Strikaði alla skuld
Einaferð mitt undir krígnum, tá Nikkel kom aftur av einum túri til Bretlands við fiski greiddi Símun honum frá, at tá ið peningurin var komin fyri hendan túrin, var hann skuldarfríur. Tí hevði hann sama morgun strikað skuldina hjá øllum teimum, sum komu at skylda honum pening í teimum vánaligu árunum, sum vóru undan krígnum. Hann hevði brent øll skjøl hjá teimum. Hann nevndi ikki, hvørji fólkini vóru ella hvussu nógv tey skyldaðu. Men Nichel hevði hoyrt um hús, sum hann hevði latið timbur til, og har hann ongantíð hevði fingið pengarnar, so heilt lítil hevur skuldin ikki verið.
Eitt virkið lív
fær enda
Tá ið kríggið var av, og skipini fóru aftur til saltfisk, byrjaði virksemið aftur í turkihúsinum á Høgabóli. Har var nógv at gera. Arbeiði var til nógvar hendur hvønn dag.
Í 1946 varð trolarin Urd keyptur av Kongshavnar Trolarafelag, har Símun átti merilutan. Skiparin var góður, nevniliga Mortan í Hvannasundi, pápi kendu Hvannasundsbrøðurnar. Tað var eisini her umborð, at Mortan knappliga doyði á veg til fiskiskap við Bjarnoynna.
Við Urd gekk tað sum við teimum flestu av hesum trolarum, sum komu til Føroyar eftir kríggið. Hann var útslitin, hevði nógvar maskintrupulleikar og varð í 1952 seldur sum gamalt jarn. Hann kostaði fyritøkuni nógv.
Tann 25. apríl 1947 doyði Símun brádliga, bert 69 ára gamal. Símun og Jóhanna livdu saman í 46 ár í einum fyrimyndarligum hjúnarlagi. Í teirra heim valdaði tign, sómi og gudsótti. Eingin hoyrdi tey nakrantíð deilast ella hevja røddina ímóti hvørjum øðrum.Tosið teirra millum var altíð lágmælt, kurteisligt og siðiligt. Tey vóru ikki samd í øllum, so sum í politikki. Hann valdi sjálvstýri og hon samband. Eina ferð høvdu tey avrátt als ikki at fara á val, tá tey kortini gjørdu atkvøðuna hjá hvørjum øðrum til einkis. Men ikki kundi tey halda sær. Tey fóru hvør sær á val og hittust á valstaðnum!
Sunnudagar mátti einki annað verða gjørt enn at mjólka og ambæta kríatúrunum. Konufólkið mátti ikki so mikið sum taka einar stokkar uppí hondina. Var veður til tess fóru tey øll til gongu út á Nes í kirkju. Var ikki veður lósu tey lestur heima. Tá mátti ikki kríatúr vera inni, so sjálvt kettan varð koyrd út.
Annan jóladag hildu Jóhanna og Símin altíð jólatræ fyri børnunum í grannalagnum, og var hetta sjálvsagt eitt serligt upplivilsi.
Væl av jørð var í húsinum. Um heystið hingu 25-30 krov í hjallinum. Ullin varð øll virkað heima. Hon varð spunnin til tógv og bundin ella vovin til klæðir. Jóhanna var ógvuliga arbeiðssom. Hon hevði bindimaskinu og bant fyri fólk. Hon bant eisini føroysk undirklæði, sum vóru seld til skipsmenn.
Tey høvdu tvey ella trý neyt. Avlopsmjólkin varð gjørd til smør og ost. Til hetta høvdu tey eitt serligt rúm í kjallaranum.
Eftir at Símun var deyður, búði Johanna í gomlu húsunum til 1956. Tá flutti hon 80 ára gomul til dótrina Emmu at vera. Seinni flutti hon til dótrina Mallu á Selatrað. Hon doyði 14. mai 1974, 97 ára gomul.
Jóhanna var kend fyri at vera stak søgufróð, og hon hevði eisini eitt framúr minni. Nógv av tí, hon mintist, er grundarlagið fyri tí, sum er skrivað um ættina. Kortini harmar tað ættarfólkini, at tey ov seint fóru at skriva niður tað, sum hon segði frá.
Endin á virkinum
Synir Símunar, Jógvan og Esbern, róku virkið í sama anda eftir, at pápin var deyður. Men tey vánaligu árini fyrst í 50-unum vóru ikki blíð við brøðurnar. Nógvir fiskimenn fóru til Íslands, tí var ringt at manna skipini. Serliga ringt var tað, at so ringt var at fáa maskinmenn.
Sluppirnar Lissie og Galathea vóru seldar í 1958, og stutt eftir lat handilin aftur, men teir kláraðu kortini at svara hvørjum sítt. Hetta vóru ringar tíðir, og nógv vóru virkini sum fóru. Men beint tá fór at ganga framá aftur í Føroyum. Um teir á Høgabóli høvdu fingið í fyrra enda av línubátatíðini, hevði tað kanska ikki endað soleiðis.
Men kortini kann sigast, at tað er framvegis vinnuligt virksemi í ættini. Tað størsta er Bakkafrost, har langabbasonurin Regin Jacobsen nú er stjóri eftir pápa sín Hans, giftur við Oddvør, dóttur Jógvan hjá Símuni. Bakkafrost er eitt tað størsta virki í landinum og sum tað skilst skjótt eisini millum størstu virki í heiminum á sínum øki, so teir á Bakka hava sanniliga víst hegni sum fáur.
Jóhanna og Símun fingu
seks børn:
Jógvan f. 31. juli 1901, giftist við Sigrid Jacobsen úr Lorvík
Esbern, f. 2.november 1902, giftist við Karolinu Petersen av Selatrað
Emma, f. 31. juli 1904, giftist við Nichel Joensen úr Kollafirði
Jenny f. 31 mai 1906, giftist við Karl Danielsen í Saltangará
Amalia (Malla) f. 8.juni 1912, giftist við Klæmint Petersen av Selatrað
Elsebeth Kristina f. 2. marts 1914
Hetta var so í stuttum søgan um Símun á Høgabóli. Tað er sjálvsagt nógv meira, sum kundi verið sagt um Símun, og upp aftur meira um onnur í ættini.
Ein serlig søga er um Kristionnu, systir Jóhonnu á Høgabóli. Hon var gift við Sámal Samuelsen í Horni. Tey endaðu í USA. Komið verður eitt sindur inn á teirra søgu í einum komandi parti av røðini Hendur ið Sleptu.
Ein partur av hesi søgu er eisini, at Esbern, sonur Símun, hevði góðan hug at fara til Amerika eisini. Hann var eisini eggjaður av mostrini. Men pápin fekk hann frá at fara. Hann hevði brúk honum á skrivstovuni í fyritøkuni. Esbern var tiltikin álitismaður. Ein grannskoðari skuldi siga, at vakrari og ordiligari bókhald enn tað hjá Esbern var ringt at finna.
Eisini er ætlanin at koma inn á søguna hjá Petur Jákup Hansen, Glyvrasnikkaran, sum var svágur Johan í Hoyvík. Hann flutti til New Zealand og varð gravsettur í gamla kirkjugarði nærum 30 ár eftir, at hann doyði.
Komandi partur
verður um Óla Svendsen og tvær av hansara kendu ferðum. Hettar var ferðin til Jan Mayen í 1893 og ferðin til Keypmannahavnar saman við Carl Johan Bech