Privatu íleggjararnir í Atlantic Airways kunnu kenna seg lumpaðar

Í Sosialinum í gjár segði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at tað er ein púra reell avgerð, at landsstýrið hevur valt at bíða við at einskilja størri part av Atlantic Airways, til umstøðurnar í partabrævahandli og flogferðslu batna. Men tað heldur maðurin, sum setti einskiljingartilgongdina í gongd, ikki

- Avgerðin er óheppin, tí sjálvt um tíðirnar eru truplar, eigur landsstýrið at halda fast við, at tilgongdin skal halda fram, sigur Bjarni Djurholm. Sum landsstýrismaður í vinnumálum var tað hann, sum setti einskiljingina í gongd.

Bjarni Djurholm sigur, at einskiljingartilgongdin var væl fyrireikað. Ætlanin var at selja tveir triðingar av felagnum, men hesum tók Løgtingið ikki undir við og samdist ístaðin um at selja ein triðing. Samstundis gav Løgtingið til kennar, at landsstýrið skuldi koma aftur at biðja um heimild til at selja ein triðing afturat, og júst hetta var sambært fyrrverandi landsstýrismanninum kanska ein orsøk til, at tað gekk so væl at selja tann fyrsta triðingin. Hann er samdur við teimum, sum siga, at tað politiska valdið eigur ikki at leggja seg út í viðurskifti hjá einum børsskrásettum felagi sum eitt nú Atlantic Airways.

- Í slíkum førum er tey fyrsta treyt, at økk signal um felagið verða latin virðisbrævamarknaðunum fyrst. Teir skulu hava øll boð um møguligar broytingar fyrst, og tí er tað ein óskikkur at senda skiftandi signal út, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. Hann skilir væl, at teir privatu partaeigararnir eru misnøgdir við tað, sum er hent.


Kunnu kenna seg lumpaðar

- Eg gav sjálvur tilsøgn um, at tann politiski myndugleikin vildi halda seg eina armslongd frá felagnum, ein eingin politisk uppílegging bleiv, og at felagið skuldi rekast á vinnuligum grundarlagi. Hetta bleiv gjørt fyri at veita íleggjarunum trygd fyri, at tann peningur, sum teir settu í felagið, var settur í eitt felag, sum bleiv rikið handilsliga. Um landsstýrið leggur seg út í viðurskifti hjá felagnum, kunnu teir privatu íleggjararnir kenna tað, sum at teir blivu lumpaðir til at seta pening í landskassan, og at landið heldur fram við at stýra felagnum, soleiðis sum landið kanska ynskir, og so hevur man fyri so vítt ikki livað upp til treytirnar í einari privatisering.

Nú ljóðar, at Atlantic Airways skal hava nýggja nevnd á aðalfundinum 2. apríl. Hevði tú valt nýggja nevnd ella latið verandi nevnd halda fram?

- Út frá tí, sum eg kenni til felagið og tess viðurskifti, havi eg ikki nakra grund til at skifta nevndina út, sigur Bjarni Djurholm.


Bjørt skilir misnøgdina

Bjørt Samuelsen, sum umsat vinnumál í CHE-samgonguni, er ikki so avgjørd sum undanmaður hennara, tá tað snýr seg um avgerðina hjá Johan Dahl at steðga á við at einskilja Atlantic Airways. Hinvegin gevur hon Bjarna Djurholm rætt í, at tað politiska valdið skal vera sera varið, tá tað snýr seg eitt børsskrásett felag.

- Men fór Johan Dahl ov langt?

- Tað skal eg ikki taka støðu til. Tað má Johan Dahl sjálvur standa til svars fyri, men eg skilji væl, at partaeigararnir vóru misnøgdir, sigur Bjørt Samuelsen við Rás2.