og almanna umstøður og so hini. Havast skal í huga, at ein fyritreyt fyri trivnaði í samfelagnum er, at rímiligt aldursbýti er í fólkinum, at javnvág er í arbeiðsbýti og arbeiðstilboðum til øll arbeiðstøk [...] borgarar í landinum skulu fáa somu møguleikar, hvar í landinum teir enn búgva. Hetta hevur verið høvuðsendamálið við uppskotinum til nýggjan kommunubygnað, segði Hans Jørgensen tá Javnaðarflokkurin í gjár [...] gjár hevði tíðindafund í samband við landsstevnuna, flokkurin hevur hildið um vikuskiftið. Javnaðarflokkurin setti í fjør ein arbeiðsbólk at gera uppskot um framtíðar ætlan floksins á kommunuøkinum, og samtykti
ftunum í teimum ymsu kommununum. Í miðal skyldar hvør føroyingar 40.000 krónur í kommunuskuld. Men kommunurnar eru so ójavnt fyri, at í summum kommunum er skuldin so stór, at hvør borgari í kommununi [...] i hevur í eitt ár arbeitt við kommunuskipanini, og á eyka landsfundinum í Trongisvági, samtykti flokkurin eitt ítøkiligt uppskot til, hvussu kommunurnar skulu skipast framyvir. Í Sosialinum í gjár varð [...] av kommunuskattinum í kommunala veðhaldsgrunnin so leingi, kommunuavtalan er í gildi, ella til tær hava goldið 250-300 miljónir í grunnin. B) Landskassin betalir eins stóra upphædd í grunnin, sum kommunurnar
orka er til at loysa henda ovurstóra trupulleika, sum bara fer at veksa í stórum. Í hvussu so er muna tey tiltøk, ið sett verða í verk lítið og onki, tí fleiri hundrað fólk standa á bíðilista at sleppa [...] varð fyri at seta ansingarlønina í gildi aftur. Tað er ikki nóg mikið at byggja ellisheim. Tey skulu eisini brúkast - og tað er dýrt, segði Signar Dam. Hvussu dýr tey eru í brúki, eru heimini á Sandi besta [...] strilti at fáa ráð til at taka tey í brúk, helt Signar Dam. ? Tað er nevniliga serstakliga dýrt at ansa teimum gomlu á stovni. Signar Dam hevur verið kommunulækni ein mansaldur í einum øki við ellis- og røktarheimi
innan ríkisfelagsskapin Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í viðmerking til tað, sum danska blaðið Jyllands-Posten sigur í oddagreinini mánadagin. Jyllands-Posturin skrivar um »Færøsk [...] at siga, at hvørja ferð tú setur krónur á ríkisfelagsskapin, so neglir tú seym í ta kistuna, sum ríkisfelagsskapurin liggur í. ? Tí haldi eg, at blaðið avdúkar sína vantandi vitan um viðurskiftini, tá teir [...] tí ikki leggur í at viðgera handan spurningin meira. Sáttmáli millum tjóðir á jøvnum føti Jóannes Eidesgaard vísir á, hvussu óheppið tað er, at ríkisfelagsskapurin verður gjørdur upp í pengum. ? Vit hava
nýíløgur skulu gerast í ótíðarhóskandi og slitnu framleiðslutólini. Tað vil formaðurin ikki so fegin upplýsa. Bert vil hann siga, at nýíløgur verða gjørdar í virkið í Havn. Tað í gamla Bacalao, sum verður [...] Í trimum hølum í kjallarahæddini í fiskasølubygninginum heldur Framtaksgrunnurin til. Hølini eru øll at sammeta við klivur, har bert er pláss fyri skrivaraborði og mest neyðugu skrivstovuútgerðini.. Mest [...] maðurin í Føroyum tekur ímóti í fundarhølinum, har eitt hampuliga stórt borð og nakrir stólar fylla rúmið. Nógvir spurningar standa ósvaraðir um grunnin, sum hevur fylt bløðini og loftmiðlarnar í seinastuni
at siga nei við smartar útlendskar seljarar. Hetta sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroyar Arbeiðsgevararfelag í eini ávaring móti smøtrum seljarum, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur kent seg noytt [...] aftur, bindur tú teg til av vera við í tvey trý ár. ? Í summar gekk ein týskari frá felagnum »World Trade and Telecommunication Services GmbH« hús úr húsi og seldi luttøku í einari telefon- og virkisskrá. Hann [...] stovnum vóru í telduskrá hansara. Seinasta dømi sum Arbeiðsgevarafelagið veit um, er eitt postkrav frá virkinum United Telecom Trust, ið heldur til í Liechtenstein. Felagið, ið eisini hevur adressu í Zürich
sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn og formaður í Læknafelag Føroya. Hann skilir ikki, at tað kann bra til at lata so nógv av Landssjúkrahúsinum aftur í vikuvís. - Tað undrar meg, hvat tá verður [...] Tak t.d. kommunulæknarnar í Havn. Vit eru sjey í tali, men áttu at verið 12-14 í mun til fólkatalið, so ovbyrjaðir eru vit, og eingi útlit eru til, at nakað verður øðrvísi í bræði. Heldur lata meira til [...] vita vit, at tað er læknatrot í øllum norðurlondum. Í fleiri útjaðaraøkjum stendur so illa til, at tey mugu klára seg burturav við avloysarar, sum koma í tríggjar mánaðir í senn. - Tað hava eisini verið
uppskoti sínum um ata loysa Føroyar frá Danmark í sambandi við eina sjálvstýrislóg í staðin fyri galdandi heimastýislóg, ger Javnaðarflokkurin seg óneyðugan í føroyskum politikki.« Løgmaður er ikki rætti [...] er ikki eitt úttalilsi sum hóskar einum politikara, sum er formaður fyri ein annan flokk, og sum í løtuni er løgmaður og sum møguliga skal út í samgongusamráðingar aftan á eitt val - at siga, at ein flokkur [...] løgmaður átti at havt nóg mikið at gjørt við at fingið frið og ró í egnum flokki, enn at fara at kyrra í øðrum flokkum. Prógv um brek í heimastýrislógini Edmund Joensen hevur alla tíðini síðan hann bleiv
eisini enn vanligt. Men tað fløvaði sjúkrasystrarnar í hvussu er, tá tær í gjár í Sosialinum lósu, at Sølvi Winther Olsen, kommunulækni og formaður í Læknafelag Føroya, ávaraði ímóti hesum tiltøkum. - Vit
stovnaður, og hevur sitið sum formaður í grunninum í níggju ár. Í løtuni er hann limur í danska Heilsustýrinum, og virkar sum AIDS-ráðgevi har, umframt at hann er formaðurin í stýrinum fyri EURO-AIDS. Hin [...] Í farnu viku vóru umboð fyri AIDS-grunnin í Danmark og Hvidovre Hospital, sum serliga tekur sær av HIV-smittaðum og AIDS sjúklingum, í Føroyum og hildu fyrilestrar um arbeiðið í Danmark. Eini 200 fólk [...] Anne Graumann, kunningarstjóri í danska AIDS-grunninum, sigur, at hennara uppgáva er at upplýsa um støðuna í heiminum sum heild, og harvið avmarka sjúkuna, so væl sum til ber í Danmark. - AIDS-grunnurin hevur