interaktivi fjølmiðil. Eisini ber til at leita í gomlum bløðum Eitt er at leggja tilfar út á internetið hvønn dag, men annað er at goyma tað soleiðis, at til ber at sleppa til tað aftur. Sosialurin hevur ein [...] sum gjørligt skulu kunna lesa blaðið - so skjótt sum gjørligt. Við at brúka internetið ber til at koma út til allar lesararnar í senn - um heimin allan. Internetbrúkararnir kunnu enntá fáa blaðið áðrenn [...] ókeypis. Blaðið verður dagført umleið klokkan 16 hvønn seinnapart, og ber tá til hjá øllum at síggja blaðið. Men tað ber eisini til at tekna seg sum haldara longu nú. Hetta kann gerast á heimasíðuni, har tú
góðir til at gera mál tá teir skulu, og tryggi sigurin á ÍF kom fyrst og fremst til høldar, tí teir skoraðu, tá tilboðini vóru har, meðan heimaliðið ikki kláraði at umseta nakran av sínum kjansum til mál [...] so streyk spælandi venjarin hjá VB, Milan Milanovic, avstað við bóltinum og skoraði til 1-0. ÍF kom fleiri ferðir til góðar kjansir. Egil Zachariasen, sum vanliga er neyvur avsluttari, hevði ikki sín besta [...] leikbann, men Milan Milanovic var nú aftur við. Sigur til VB, sum framvegis hevur møguleika fyri at vinna heiðursmerki í ár, meðan ÍF kann síggja fram til seinasta dystin við tí í huga, at teir hava fingið
relaterar til bókina og til støð tú kennir, og tá hetta ikki heilt samsvarar við upprunan, so gerst tað eitt sindur ørkymlandi. Og sjálv lýsingin av kvinnupersóninum Barbaru sæð í relatión til bókina er [...] seta fokus á Føroyar, og tað fara helst eisini at koma fleiri danir til Føroya orsakað av hesum filminum - og sum tá eisini fáa høvi til at kunna seg betri við føroysk viðurskifti. Og tað er bara positivt [...] av útlendingum, sum fara at leggja til merkis, hvussu hetta landið er. -Tað er eisini ein ávísur mystikkur í filminum, í fólkinum og í landinum, sum eisini kemur til sjóndar. Leikararnir gera eitt ómetaliga
FCK er, at teir um ein góðan mánaða fara at bjóða partabrøv til sølu á fría marknaðinum. Teir ætla at seta fimm hundrað túsund partabrøv til sølu fyri marknaðarprís, og teir rokna við at fáa 60 milliónir [...] í ávikavíst vinstra og høgra borði, og teir fingu ofta bóltin í síðurnar, áðrenn bóltarnir vórðu sendir innfyri. Í hesi vikuni fara Todi Jónsson og FCK til Jerevan at spæla seinna dystin í Europa Cup. [...] fótbóltsframtíðina hjá Toda Jónsson, sum í summar gjørdi trý ára langan sáttmála við felagið, sum er á veg til at gerast tað størsta í Danmark. Vunnu enn eina ferð Fríggjakvøldið í síðstu viku var FCK í Odense
javnleikur var júst tað teir fingu. Veðrið oyðilegði spælið Dysturin var javnur og tættur, og bæði liðini kundu havt fingið málið, sum avgjørdi dystin. Tað skuldi bara eitt mál til, men hvørki vertirnir, sum [...] men hóast hann royndi at koma til landið bæði fríggjadagin og leygardagin, eydnaðist tað ikki, og B71 mátti spæla uttan verjumannin. Tað eydnaðist hjá Rúna í Soylu at koma til landið við Atlantic fríggjakvøldið [...] á aftanífrá, og tá Eli smekkaði til, fekk Álvur Samuelsen hondina á og bjargaði. Eina aðru ferð oyðilegði vindurin góðan kjans, tá Eli Hentze skuldi spæla uppá tvørs til púra leysan álopsmann. Vindurin
kaldur, bíðaði til málverjin kom út ímóti og lyfti so upp um hann. Nógvar broytingar NSÍ hevði minst líka nógv bóltin, sum KÍ hevði hann, men eisini hjá teimum knípti tað at spæla seg til upplagdar mál [...] úrtøku burturúr málmøguleikunum. KÍ spældi ímóti nógva og vaksandi vindinum í 1. hálvleiki, og tá fingu teir einki mál. Tað kundu teir ikki fáa, tí sannleikin er, at teir høvdu ongan upplagdan málmøguleika
síðani. Sunnudagin vóru teir á Svangaskarði, og teir fóru til hús aftur við øllum. Í 1. hálvleiki hevði heimaliðið vindin undan, og tað fingu teir nakrar málmøguleikar burturúr. Súni Fríði Johannesen var [...] Petur Justinussen, sum komandi leygardag fer at spæla sín síðsta dyst á besta liðnum hjá GÍ, økti til 3-1. Pauli Jarnskor lyfti fríspark fram eftir miðleingjuni, og eingin ansaði aftasta manninum, sum [...] leiklok. GÍ fekk fríspark dygst uttanfyri brotsteigarsamankomingina í høgru, bólturin varð rullaður til Øssur Hansen, sum við góðum vinstrabeins skoti fekk sent í málið umvegis onkran B68 fótin inni á strikuni
felag vórðu teir báðir drignir til svars og dømdir fyri grovt brot á lógina um trygd umborð á skipum. Brot á hesa lóg verða vanliga revsað við bót, men teir báðir fingu báðir treytaða leysaða heftirevsing [...] Nólsoyar Pálli fyri at hava latið skipið siglt heim úr Fraklandi til Føroya, men ikki fyrst at hava syrgt fyri, at skipið hevði verið til logarásetta høvuðseftirlitið og hevði galdandi skjøl. Kári Horn [...] varð dømdur sum skipari á Nólsoyar Pálli at hava ført skipið til Føroya, sjálvt um skipið í grundini var afturhildið av Søfartsstyrelsen, til ávís trygdarkrøv vóru uppfylt. Hann varð eisini dømdur, tí hann
sera styggur, mestsum vargur. Men teir tóku 172 seyðir og førdu teir til Hvalbiar. Tað gevur seks seyðir uppá gyllinin, og tað ger 1997 til eitt miðalár. Í miðal var vektin 28 pund uppá seyðin og tað er eisini [...] lítið og er ein orsøk til, at so nógv sleppur hvørja ferð, tí tað nógva av seyðinum er vargur. Rýmdi í hagan Eins og undanfarin ár verður eitt nøkur lomb seld hvørt ár fyri útreiðslur til stik og annað í oynni [...] 800 krónur hvørt. Ein tvæveturs veðrur var eisini seldur og tað var eitt kvetti fyri oynna, tí hann fingu teir 5.000 krónur fyri. Men keyparin var sera óheppin. Hann slepti veðrinum í eitt stik um náttina
megnar at finna fram til politiskar loysnir í málum, sum avgjørt hava krav upp á at slík loysn verður funnin. Men alt tað verður nú latið yvir til løgtingið og andstøðuna at taka støðu til, vísti Jóannes Eidesgaard [...] ikki, at løgmaður skal fáa eina standandi heimild til at konverterað stonvsfæ til eginpening, men helt, at hann kanska kundi fáa loyvi at konvertera upp til 10% ella 20 mió krónur. Talfalsan? Óli Jacobsen [...] Framtaksgrunninum til eginpening. Í øllum førum vilja tingmenn ikki gera tað soleiðis, sum Edmund Joensen, løgmaður hevur skotið upp - at løgmaður skal fáa eina standandi heimilt til at umleggja stovnsfæið