TOFTIR: Gøtumenn eru ikki givnir, sjálvt um gullkrónurnar eru farnar teimum úr eygsjón fyri fleiri vikum síðani. Sunnudagin vóru teir á Svangaskarði, og teir fóru til hús aftur við øllum.
Í 1. hálvleiki hevði heimaliðið vindin undan, og tað fingu teir nakrar málmøguleikar burturúr. Súni Fríði Johannesen var vandamikil onkra ferðina, tá hann brúkti síni góðu evni at venda og snara mótstøðumenninar av sær. Eina ferð fekk hann mál, men aðrar ferðir kundi hann fingið mál, um hann ikki hevði verið so ógvuliga høgra beintur.
29 minuttir vóru farnir, tá hol kom á. Fróði Benjaminsen, sum í útgangsstøðu skuldi vera miðverji, men flutti fram á miðjuna, tá tað vísti seg, at Gí bara spældi við einum heilt frammi, legði innfyri úr høgru, og álopsmaðurin gjørdist leysur og stútaði í kassan.
GÍ hevur størri breidd
Gøtumenn noyddust at skifta út longu undan steðginum, tá Rúni Justinussen breyt beinið, og í 2. hálvleiki var tað ongantíð ivi um, at teir høvdu størri breidd, enn heimaliðið hevði, og tað hevði bæði málmøguleikar og mál við sær.
Tað vóru bara tríggir minuttir farnir av 2. hálvleiki, tá Henning Jarnskor javnaði, eftir at Magni Jarnskor hevði lagt flatt innfyri úr høgru.
Fimm minuttir seinni legði Magni Jarnskor GÍ framum eftir nakrar ferðir aftur og fram í brotsteiginum. Skotið rakti í beinið á einum verjuspælara og snýtti Kjartan Nesá í B68 málinum.
Seinna umfarið var eitt lítið korter gamalt, tá Símun Petur Justinussen, sum komandi leygardag fer at spæla sín síðsta dyst á besta liðnum hjá GÍ, økti til 3-1. Pauli Jarnskor lyfti fríspark fram eftir miðleingjuni, og eingin ansaði aftasta manninum, sum á sama hátt sum so mangan áður hevði sníkt sær framvið.
Øssur Hansen setti punktum fyri málskjótingini fjúrtan minuttir fyri leiklok. GÍ fekk fríspark dygst uttanfyri brotsteigarsamankomingina í høgru, bólturin varð rullaður til Øssur Hansen, sum við góðum vinstrabeins skoti fekk sent í málið umvegis onkran B68 fótin inni á strikuni.