Hvørki í Føroyum ella í Danmørk er fólkaháskúli fornsøguligt hugtak. Í Danmørk tók hugsjónin seg upp í 1848, tá ið danir fóru frá einaveldi til fólkastýri. Hugsjónarmaðurin aftan fyri háskúlarørsluna í Danmørk [...] verið so snimma komin, høvdu teir báðir ikki lagt so stóra orku í dreymin. Í dag stendur Føroya Fólkaháskúli í Tórshavn. Veldugur í mun til hin í Føgrulíð, og við virksemi, ið er fleirfaldað og við frálæruhátti [...] biðin at vera lærari eina tíð í Kunoy. Hugur hansara var til starvið, tí í 1893 fór hann á læraraskúla í Havn. Eftir at hava búð hjá Sámali Rasmussen á Kák, flutti hann í hús Trinu Winther, ættað av Sandi
ikki mugu tala í samkomuni, ella í hvussu so er, ikki læra í samkomuni. Her eru tríggir mátar ein kann royna at halda kvinnurnar uttanfyri, ella í tað minsta, at avmarka teirra leiklut í at boða evangeliinum [...] um at ein uppreisn er fyri tey sum eru deyð í trúnni á Kristusi. Hann, ið lesur 1. Kor. 15 er ikki í iva um at tað er akkurát tað Paulus roynir at gera greitt. Men í vers 29 stendur nakað løgið: »Hvat gera [...] er. Hann skrivaði 58 vers út í eitt um tað sama. Men hesi fáu orðini í vers 29 eru hjá mongum nokk til eina læru sum sigur, at tey livandi kunnu lata seg doypa vegna deyð, sum ikki høvdu tikið við kristna
Ferðslutrygdin í Føroyum er á einum vegamóti. Á fyrsta sinni var ferðslutrygdin við í eini løgmansrøðu, Vinnumálastýrið arbeiðir í løtuni við at fyrireika eitt álit, sum skal vera grundarlag undir einum [...] Frá børnini eru 3 ára gomul og til tey fara í skúla, verða tey øll innlimað í Ferðsluring Barnanna, haðani tey fáa upplýsandi tilfar hvørt ár til tey fara í skúla. Fyrsta skúladag ger Ferðslutrygd eitt [...] afturvendandi 4. ella 5. hvørt ár. Síðani 1998 er skipan fingin í lag, sum inniber, at næmingar í 9. flokkunum hvørt ár fáa undirvísing um ferðslu, sum er samskipað av Ferðslutrygd, Løgregluni, Rúsdrekkaráðnum
00, Niels Jacob Nielsen. (Talvan gongur í øllum Fuglafjarðar prestagjaldi fyri Einkjugrunnin Sørvágur: kl. 12.00, David Johannesen. (Talvan gongur í øllum kirkjum í Vága prestagjaldi fyri Einkjugrunnin) [...] messa, (minningarhald), Emil Olsen. (Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi til frama fyri Einkjugrunnin). Glyvrar: kl. 11.00, Jónsvein Bech. (Í Nes prestagjaldi gongur talvan fyri Einkjugrunnin) [...] Keldan í Skálafirði Leygardagin 6. nov. einki opið hús. Sunnudagin 7. nov. kl. 17.00 møti við Paula Høj. Barnamøti kl. 17.00. »Vit eru við í tiltakinum frá minus til pluss«. Evangelisk møti í Runavík
vart sera arbeiðsom, og arbeiddi í Føroya Keypsamtøku fyrrapartar og í Arbeiðarafelagnum Hæddini seinnapartar. Harafturat sat tú eitt tíðarskeið bæði í nevndini í Støkk og í NSÍ. Tú vart álítandi, har tú [...] var á sveisiskúla. Tit hugnaðu tykkum so væl í summarhúsinum hjá okkum í Gilleleje. Vit tosaðu við teg dagin fyri tú doyði, og tú ljóðaði so glað og frísk. Vit í Århus gleddu okkum so nógv til, at tú og babba [...] at vit ein dag skulu møtast aftur, heima hjá Gudi í himlinum. Tí vit liva víðari í trúnni á, at deyðin ikki er tað seinasta. Tað er ringt at fáa troyst í hesi tíð, men nøkur orð sum vit ofta hugsa um eru:
høpið í spælinum hjá Fleyr. Móttøkurnar fóru í allar ættir, so Mariann ÿster mátti renna sum fluga í fløsku fyri at fáa fatur á teimum, og fekk hon bóltin upp til hevaran, so varð hann sligin í netið av [...] hon eitt nú var í fjør, og tað er bara at gleðast yvir sum áskoðari. Hóast tað er í so tíðliga enn at siga nakað um meistaraheitið, so er skulu vit beinanvegin staðfesta, at Mjølnir aftur í ár verður tað [...] sum vóru tær farnar í sjokk, og tað lýsti langan veg, at tær vistu væl »hvat klokkan hevði sligið«. ? Alt var galið. Móttøkurnar, verjuspælið álopið - alt. Har var púra einki høpið í nakrastaðni, søgdu
stórur, at í honum ganga vit upp í eina hægri eind. Presturin legði dent á, at hóast fólk savnast í ymiskum samkomum, so er Jesus felagsnevnarin fyri øll. Leggið beinini til síðis Heri Joensen nevndi í hesum [...] Bíblian talar meira um einleikan. Hetta, at vit eru eitt í Kristus, at vit lovsyngja honum í felagsskapi, sum her í kvøld. Og hetta styrkir okkum í felagsnevnaranum, Jesusi Kristi. Skemtilig innsløg Hvørki [...] klappan og rópan. Einki av hesum er gerandiskostur í Vesturkirkjuni og heldur ikki nakrari aðrari kirkju í Føroyum. Men hetta var veruleiki undir guðstæanstuni í Vesturkirkjuni týskvøldið. Talan var um eina
heilaga kvøldmáltíðin er: vit fáa lut í Harrans likami og blóði og harvið lut í uppreisn Hansara. Eini foreldur mistu fyri nøkrum árum síðani einasta barnið í einari ólukku. Faðirin hevði altíð havt tað [...] tað fatan, at altarborðið var honum ov heilagt. Men eftir barnsins deyð varð øðrvísi: »Í hini heilagu kvøldmáltíðini eru vit í sama kirkjuliði« segði hann. Hann hevði skilt tað! Hin heilaga kvøldmáltíðin [...] kristnu menniskjuni! Einki ringt er í tí at hava stóra virðing fyri nøkrum so stórbærum sum at hava felagsskap við Harran sjálvan og alt kirkjulið hansara, bæði livandi og deyð! Og tað er júst hetta, hin heilaga
nøkrum fáum einstaklingum pengar í lumman, meðan allir aðrir føroyingar fingu rokningina. Ein rokning uppá helst einar 13 milliardir krónur, sum vit øll gjalda fyri enn og í framtíðini. Studningur hevur altíð [...] elvt til, at bert tann sterkasti vinnur, og vit hava fingið sjón fyri søgn um, at í studningspolitikkinum er eins deyð annans breyð. Tí hevði verið áhugavert at hoyrt nakað um, hvørjar hugsjónir eitt nú [...] av sær til pensiónir, barnagarðar, sjúkrahús, skúlar, vegir og alt annað, sum øllum skal tryggjast í einum føroyskum vælferðarsamfelag. Studningur er ikki samhaldsfastur Tað minst samhaldsfasta vit kunnu
Tvøroyri í tjúgunum og tríatiárunum, eins og frá ferðsluviðurskiftum í Havnini fyrstu árini hann kom til Havnar. Axel tók koyrikortið hjá John og Poul í Havn í 1948, og fyrstu árini starvaðist hann sum bilførari [...] við dynamitti. Í 1952 fór Axel at starvast hjá Marr & Co. Hann greiddi m. a. frá, at hann í 1957 fór á skeið hjá Dunlop í Manchester. Komin heimaftur var hann tann fyrsti at flota gummibát. Í 1959 doyði Marr [...] ein embætismaður á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn í heiðursbrævi til teir tríggjar argjamenninar, Mortan Joensen, Steingrím Joensen og Sverra Mortensen, sum í 60 ár hava átt hvør sína enska BSA motorsúkklu