Eirikur Lindenskov
? Warmest greetings to the proud owners and maintainers of these mechanical representatives of a significant wartime link in history between the Faroe Islands and United Kingdom.
Soleiðis sigur ein embætismaður á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn í heiðursbrævi til teir tríggjar argjamenninar, Mortan Joensen, Steingrím Joensen og Sverra Mortensen, sum í 60 ár hava átt hvør sína enska BSA motorsúkklu, sum teir keyptu frá bretska hervaldinum, tá tað fór úr Føroyum við krígslok í 1945.
Tað var Føroya Ellisakfør, sum mánakvøldið í síðustu viku skipaði fyri einum hátíðarhaldi í sambandi við, at 60 ár vóru liðin, síðani stotuligu motorsúkklurnar á Argjum, sum allar framvegis eru at síggja á vegunum, vórðu bygdar.
Ber boð um
góðan røkjuskap
Í heiðursbrævinum stendur eisini, at hesar Small Arms súkklurnar úr Birmingham (herav navnið BSA) hava prógvað, at tær ikki eru ov lítlar at liva seg gjøgnum farnar tíðir.
? Men sjálvandi hava tit við tykkara røkjuskapi hjálpt væl til. Tær eru teknaðar og bygdar til høgan standard í truplu tíðunum fyri kríggið í 1939, og eigararnir hava uttan iva havt stóra gleði av teimum.
? At enda haldi eg, at tað er alt rós vert av tykkum at varðveita súkklurnar, sum eg skilji, í uppruna standi. Eg ynski tykkum fleiri góð ár við tykkara virðismikla savni av serkønum bretskum verkfrøðingaarbeiði, verður at enda sagt í heiðursbrævinum til teir tríggjar argjamenninar.
Axel hálva øld í Havn
Á samkomuni hjá Føroya Ellisakførum greiddi fyrrverandi bretski konsulin, Axel Mortensen, frá um bilar og ferðslu á Tvøroyri í tjúgunum og tríatiárunum, eins og frá ferðsluviðurskiftum í Havnini fyrstu árini hann kom til Havnar. Axel tók koyrikortið hjá John og Poul í Havn í 1948, og fyrstu árini starvaðist hann sum bilførari hjá Carl á Lag, har hann m. a. koyrdi við dynamitti.
Í 1952 fór Axel at starvast hjá Marr & Co. Hann greiddi m. a. frá, at hann í 1957 fór á skeið hjá Dunlop í Manchester. Komin heimaftur var hann tann fyrsti at flota gummibát. Í 1959 doyði Marr, og tá gjørdist Axel vice counsul - og seinni fekk hann heitið sum bretskur konsul í Føroyum.










